Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 27. august 2005 25 almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo Sosialráðgevarar Okkara ynski er, at tú ert virkin og nýhugsandi, hevur góð sam- starvsevni og arbeiðir sjálvstøðugt við at loysa uppgávurnar í tráð við endamálið hjá stovninum og teir málsetningar, stovnurin hevur. Starvið umfatar í høvuðsheitum ráðgeving og vegleiðing av borg- arum um rættindi og skyldur í sambandi við almannaspurningar, íverksetan av fyriskipanum og annað. Vit sóknast eftir fólki við sosial- ráðgevaraútbúgving. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan almenna umsiting, góðan telduførleika á brúkarastøði, kunnleika til skrásetingararbeiði og góðan førleika í føroyskum. Á økisdeildini hjá Almanna- stovuni í Havn eru tvey sosial- ráðgevararstørv leys at søkja. Annað starvið er eitt fast starv, sum er leyst til setan 1.10.05. Hitt starvið er eitt avloysara- starv fyri sosialráðgeva, sum er í farloyvi til 31.5.06. Hetta starvið er leyst til setan beinan- vegin. Arbeiðsuppgávurnar hjá sosial- ráðgevunum eru at ráðgeva og vegleiða borgarum í økinum í almannaspurningum, at gera tilráðingar í smb. við umsóknir um fyritíðarpensjón frá fólki yvir 60 ár, og at viðgera umsóknir um: - uppihaldshjálp - persónliga viðbót - hjálparráð og - samsýning fyri ansing. Størvini verða sett og lønt sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvs- mannafelagið í lønarbólki 6. Nærri upplýsingar um størv- ini fáast við at venda sær til Eyðvør Mortensen, deildar- leiðari, á telefon 353570. Skrivlig umsókn skal verða Almannastovuni í hendi í seinasta lagi 10.9.05. Send umsóknina til Almannastovuna Smyrilsveg 20 Postboks 3096 110 Tórshavn. Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka krøv- ini frá politiska myndugleikanum og viðskiftafólk- unum. Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygdina og virðingina fyri einstaklinginum, eins og virkað verður fyri áhaldandi at menna før- leikan, trivnaðin og samstarvið á stovninum. Fyri at betra um tænastustøðið hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar, har fleiri tænastur eru lagdar út á økini, soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar. Høvuðsuppgávan hjá økisdeildunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni, og at taka avgerðir um veitingar smb. somu lógir. Á økisdeildini í Havn arbeiða 14 fólk - 5 málsviðgerar, 8 sosialráðgevarar og deildarleiðari. Deildin fevnir um hesi øki í landinum: Vágar, Mykines, Koltur, Hest, Sandoy, Skúvoy, S.Dímun, Nólsoy og Streymoy.