Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 162 - 27. august 2005 Bæði liðini eru full- mannað, tá ið eitt moyrt B36-lið tekur ímóti VB í Gundadali sunnudagin FORMULADEILDIN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Dysturin hjá B36 í UEFA- Cup kappingini móti FC Midtjylland hóskvøldið situr ivaleyst framvegis í beinunum á havnarmonn- unum, sum tó verða mettir sum favorittar at vinna á vágbingum. Trý stig eru eitt krav Hjá B36 er tað altavger- andi, at teir vinna á VB, tí kappingin í oddinum er so mikið hørð millum júst B36, Skála og HB. B36 er í løtuni triðfremst, og tí hava teir als ikki ráð at snáva, um teir ikki skulu missa sambandið við hini oddaliðini. B36-hópurin er full- mannaður til dystin sunnu- dagin. Eingin spælari er skaddur, um sæð verður burtur frá verjuleikaranum Herbert í Lon Jacobsen, sum hevur verið uttan fyri í drúgva tíð, og liðið hevur heldur einki leikbann. Seinasta vikuskifti tapti B36 0-1 móti NSÍ í Runa- vík, og havnarmenninir ætla ikki at snáva annað vikuskifti á rað. Vágbingar fingu síðsta vikuskifti av at vita á heimavølli á Eiðinum, tá ið oddaliðið Skála vann heili 5-1. Poul N. Poulsen hjá VB sigur, at Skála fullkomiliga lat teir úr, og tað skal ikki henda aftur sunnudagin. Vágbingar hava alt sítt fólk tøkt, og teir fara at leggja nógv fyri í strembanini eftir at fáa minst eitt stig í Gundadali, hóast tað verður ógvuliga trupult, sigur Poul. GÍ-KÍ: GÍ kann tryggja sær plássið Illa sperdu klaksvík- ingarnir hava illa ráð einki at fáa burturúr vitjanini í Gøtu, og teir siga seg at vera væl fyri UPPTAKT Jóannes Hansen Hóast lagið ikki hevur ver- ið so galið seinastu vikur- nar, so er tað framvegis veruleikin, at KÍ er á øðr- um niðurflytingar plássin- um. Tað gekk væl í fyrra umfarinum móti EB/- Streymi, men eftir steðgin vóru teir í KÍ ikki nóg ansnir, og so taptu teir móti væl uppløgdu EB/Streyma monnunum. Nú sansar at hjá KÍ, sum illa kann liva við einki at fáa burturúr, tá ið teir í morgin fara til Gøtu at spæla. Nógv fólk hevur í vikuni verið til venjingar í Klaks- vík, og lagið sigst hava ver- ið gott. Jan Joensen og Eyðun Klakstein, sum or- saka av skaða hava verið uttanfyri í nógvar vikur, hava vant, men tað verður ikki mett sannlíkt, at teir verða millum teir fyrstu ellivu. Eftir skaðan í Runa- vík hevur Niclas Niclassen verið skaddur. Nú hevur hann aftur verið og vant, men tað er ikki sannlíkt, at hann verður millum teir fyrstu ellivu í Gøtu. Í Gøtu er Áslakur R. Pet- ersen tøkur aftur, eftir at hann seinast var leikbann- aður. Álopsspælarin Poul Arni Jacobsen fekk ein løst í Fuglafirði. Hann hevur ikki vant í vikuni, og tað varð í gjár ikki roknað ser- liga sannlíkt, at hann verður tøkur í morgin. Krzystof Popczynski fekk gongd aftur á mál- skjótingina, tá ið hann sunnudagin í Fuglafirði eftir lítlari løtu skoraði tvær ferðir. Í Gøtu verður ásann- að, at tað er ein av mest týdningarmiklu fyritreyt- unum fyri góðari úrtøku, at leikandi venjarin finnur vegin til meskarnar. Síðsta vikuskifti lagaðu úrslitini seg serliga væl fyri GÍ, sum slapp heilt fitt burtur úr botninum. Í Gøtu rokna teir við, at tað fer at verða mest sum sloppið, um tað í morgin skuldi eydnast at fingið fulla úrtøku. GÍ og KÍ hava dystast tvær ferðir fyrr í ár, og í báðum førunum hevur talan verið um fulla úrtøku hjá útiliðnum. Í triðja um- farinum vann KÍ 2-1 í Sarpigerði, og í 12. umfar- inum vann GÍ 2-1 í Klaksvík. Máltindurin Formula-deildin Bogi Gregersen Skála 11 Hans á Lag HB 10 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 10 Jónhard Frederiksberg Skála 10 Súni Olsen GÍ 9 Allan Mørkøre B36 8 Hans Pauli Samuelsen EB/S 8 Tór-Ingar Akselsen HB 8 Dan Djurhuus VB 8 Sorin Anghel EB/S 7 Rúni Nolsøe HB 7 Heðin á Lakjuni KÍ 7 Obele Okeke Onyebuchi B36 6 Sámal Joensen GÍ 6 Rasmus Nolsøe HB 6 Hanus Thorleifsson Skála 6 Sonni L. Petersen EB/S 5 Rókur F. Jespersen HB 5 Atli Danielsen KÍ 5 Hjalgrím Elttør KÍ 5 Óli Johannesen TB 5 Milan Kulic VB 5 2. deild Clayton Soares B71 16 Súni Fríði Barbá AB 14 Jóhan Petur Poulsen B68 12 Uni Arge HB 10 Hendrik Rubeksen HB 8 Ovi Magnussen B68 7 Magnus Olsen B71 7 Sonny Johansen FSV04 7 Magnus Skorðalíð LÍF 7 Kim Poulsen FSV04 6 Tummas Hans Rubeksen B36 5 Eli Hentze B71 5 Tummas Pauli Olsen B71 5 Fróði Joensen LÍF 5 Arnbjørn Danielsen B68 4 Øssur Jacobsen B68 4 Símun Hansen B71 4 Birgir Joensen FSV04 4 Petur Sjúrðaberg LÍF 4 Jakob Skaaning Sumba 4 Jóan Pauli Olsen Sumba 4 Rene Thomsen Sumba 4 v. t. mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 Skála 20 11 - 7 - 2 46 22 24 40 2 HB 20 12 - 3 - 5 55 24 31 39 3 B36 20 10 - 7 - 3 28 12 16 37 4 NSÍ 20 10 - 6 - 4 31 23 8 36 5 EB/Streymur 20 7 - 9 - 4 29 28 1 30 6 GÍ 20 6 - 4 - 10 27 35 -8 22 7 ÍF 20 5 - 5 - 10 23 46 -23 20 8 VB 20 5 - 4 - 11 26 42 -16 19 9 KÍ 20 5 - 2 - 13 27 40 -13 17 10 TB 20 3 - 5 - 12 17 37 -20 14 2. deild menn v. t. mál- dystir v - j - t mál málmunur stig 1 B68 11 10 - 0 - 1 42 9 33 30 2 B71 11 9 - 1 - 1 39 7 32 28 3 FSV04 11 7 - 1 - 3 27 10 17 22 4 AB 11 6 - 2 - 3 25 22 3 20 5 HB 11 6 - 1 - 4 32 22 10 19 6 LÍF 11 4 - 1 - 6 34 26 8 13 7 Sumba 11 3 - 1 - 7 24 40 -16 10 8 Royn 11 3 - 0 - 8 12 43 -31 9 9 B36 11 2 - 2 - 7 11 28 -17 8 10 GÍ 11 0 - 1 - 10 12 51 -39 1 B36'arnir eru moyrir Vilja hava allar partar at samstarva Tá vit í gjár skrivaðu um Vestmanna Bygdarráð, sum hevði sent tíðinda- skriv út í sambandi við stríði millum Sp/F Røkt og SEV um vindorku, var yvirskriftin í so nógv strammað. Vit skrivaðu, at Vestmanna »Bygdarráð stuðlar røkt«. Sigast skal, at hetta var okkara yvir- skrift. Karl A. Olsen, bygdar- ráðsformaður sigur við Sosialin, at bygdarráðið leggur stóran dent á at fáa allar partar at samstarva. - Vit mæla til at gagn- nýta vind- og vatnorku. Vit stuðla ikki einum ávísum parti, men vilja hava øll at samstarva, sigur hann. blaðstj. Marek Wierbicki skeyt eitt sera gott mál í Klaksvík sunnudagin, tá iÝ EB/Streymur vitjaÝi, men taÝ var ikki nóg mikiÝ til at fáa stig. Nú skulu klaksvíkingar royna seg í Gøtu