leygardagur 27. august 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2005
23
EB/STREYMUR-HB:
Enn hava gestirnir á Mølini ikki
fingið fult
Men tað hevur heldur
ikki gingið nakað ser-
ligt hjá heimaliðnum,
sum í sjey av níggju
royndum á heimavølli
bara hevur fingið eitt
stig burturúr
UPPTAKT
Jóannes Hansen
Meistararnir úr HB vitja
longu seinnapartin í dag á
Mølini á Eiði. Liðini hava
tvær ferðir fyrr í ár dystast.
Báðu ferðirnar hevur tað
verið í Gundadali, og báðu
ferðirnar hevur HB verið
greitt omaná. Hóast fínar
málmøguleikar, so hevur
EB/Streymur ikki megnað
at skjóta mál móti HB, sum
hevur vunnið 4-0 og 3-0.
Higartil í ár hevur einki
mótstøðulið
megnað
at
koppa EB/Streymi á Mølini.
Men tað hevur heldur ikki
gingið nakað serligt hjá
samansetta liðnum at fáa
fulla úrtøku á heimavølli. Í
níggju landskappingardyst-
um á heimavølli hevur tað
tvær ferðir eydnast EB/-
Streymi at vunnið. Fyrst
vunnu teir 1-0 á KÍ, og so
vunnu teir stórsigur 6-1 á
VB. Í hinum sjey roynd-
unum er tað endað javnt.
EB/Streyma
menninir
droyma
framvegis
um
fyrstu heiðursmerkini. Um
tað skal eydnast at røkka
teimum, so hava teir knívin
á barkanum hesa ferð.
Manningarliga eru teir á
heimaliðnum
hampuliga
væl fyri. Jákup Martin
Joensen fer at fáa dystar-
venjing á næstbesta liðn-
um, og Knút Vesturtún,
sum seinastu ferðirnar hev-
ur verið stinnur miðvallari í
høgru, er ivasamur orsaka
av skaða. Arnbjørn Hansen
hevur spælt nógv seinastu
ferðirnar, men tað verður
ikki roknað við, at hann
verður tøkur í dag. Miku-
kvøldið varð hann skaddur
í unglingadysti í Runavík.
Hjá HB er tað einki sum
eitur. Um teir skulu hugsa
um at endurvinna FM heit-
ið, sum teir hava havt
patent uppá tríggjar tær
seinastu ferðirnar, so mugu
teir fáa fult í dag.
Heine Fernandez er tøkur
aftur eftir leikbann, og so er
spurningurin,
hvat
HB
venjarin ætlar at gera við
Una Arge. Sjálvur sigur
gamli
málrevurin,
sum
sunnudagin spældi í tjúgu
minuttir og eftir bara lítlari
løtu skoraði fínt mál, at
hann roknar ikki við meiri
spælitíð enn henni, sum
verður tillutað innskiftara,
sum kanska skal hjálpa til.
Verjuleikarin Johannis
Joensen fekk skaða í odda-
dystinum móti B36 fyri
trimum vikum síðani, men
hann er byrjaður at venja
aftur. Í HB rokna teir tó
ikki við, at Johannis verður
við á Eiði í dag.
Hallur Danielsen og HB
skulu hava fult í dystinum á
Eiði í dag, um teir ætla sær
at verða við í stríðnum um
meistaraheitið
Bæði
liðini
vilja
vinna
Sunnudagin hittast
TB og NSÍ á Sev-
mýri, og bæði liðini
hava harðligani
brúk fyri einum
sigri
FORMULADEILDIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tvøramenn liggja aftast á
stigatalvuni í Formula-
deildini, og um uppflytar-
arnir ikki ætla sær niðar
aftur í næstfremstu deild-
ini, ræður tað um hjá
teimum nú at tryggja sær
nøkur stig. Hesi stig
skulu serliga koma á
heimavølli, og tí er ógvu-
liga umráðandi hjá TB at
fáa stig burtur úr dystin-
um móti NSÍ sunnu-
dagin.
Zivkovic
leikbannaður
TB hevur at kalla alt sítt
fólk tøkt til dystin móti
runavíkingum. Verjuleik-
arin Predrag Zivkovic
fekk gult móti HB sein-
asta sunnudagin, og hann
er tí leikbannaður til
dystin móti NSÍ. Har-
afturat er Bárður Dimon,
sum hevur verið á liðnum
seinastu vikurnar, farin
aftur til Danmarkar, har
hann er búsitandi.
Tá ið TB vitjaði í Havn
seinasta vikuskifti, var
Emanuel Larby ikki við í
hópinum, men á Tvøroyri
rokna teir við, at hann
verður við sunnudagin.
NSÍ hevur eisini tað
mesta av sínum fólki
tøkt. Framherjin Ike hev-
ur tó framvegis leikbann,
men hann verður tøkur
aftur næsta vikuskifti.
Sjúrður Jacobsen er kom-
in við aftur í hópin, og í
vikuni fór Gert Lang-
gaard undir aftur venj-
ingina, eftir at hann hevur
verið úti við skaða bróð-
urpartin av hesum kapp-
ingarárinum. Gert verður
tó neyvan við í hópinum
á Tvøroyri.
NSÍ hevur seinastu tvey
umførini bast bæði HB
og B36 við Løkin, og teir
eru nú av álvara farnir at
nærkast oddinum. Um
teir av álvara ætla at
blanda seg upp í odda-
stríðið, krevur tað eisini,
at teir vinna á TB sunnu-
dagin.
Tveir av lyklaspælar-
unum hjá ÍF verða
ikki við, tá ið fuglfirð-
ingar í morgin fara at
dyrgja eftir triðja
javnleikinum móti
oddaliðnum
UPPTAKT
Jóannes Hansen
ÍF og Skála hava dystast
tvær ferðir fyrr í ár. Á Skála
endaði
hendingaríka
oyggjauppgerðin í triðja
umfarinum 10. apríl 3-3. Tá
var ÍF væl fyri. Í tólvta
umfarinum endaði tað í
Fuglafirði 1-1. Síðani tá er
nógv vatn runnið í ánni.
Tað hevur ikki hilnast
nakað serligt hjá ÌF, sum
mest hugsar um at sleppa
burtur úr niðurflytingar-
vandanum, meðan teir á
Skála hava havt undanvind.
Teir eru oddalið, og higartil
hava teir stevnt móti fyrsta
meistaraheitinum. Spurn-
ingurin er so, um teir fara at
fáa gummibein, sum tað
plagar at verða tikið til, nú
meistaraskapurin nærkast,
ella um teir fara at standa
seg eins væl, sum teir
higartil hava gjørt.
Fuglfirðingar siga seg
ikki vera illa nøgdar við
leikliga avrikið, tá ið teir á
heimavølli
sunnudagin
taptu móti GÍ. Men í avger-
andi løtum vóru teir ikki
nóg ansnir, og tað kostaði
síðstu løtuna heilt nógv.
Tað er greitt, at miðverjin
Poul Ennigarð ikki verður
við á Skála. Hann hevur
mist fleiri dystir síðani fyrr
í summar. Móti GÍ noyddist
hann at fara av vøllinum,
áðrenn fyrra umfarið var
hálvrunnið. Talan er um
vøddaskaða frá fyrr í
summar, sum nú vitjar aft-
ur. Rúni Elttør hevur fleiri
ferðir loyst av í miðverjuni.
Hann verður hvørki í mið-
verjuni ella á vongverjan-
um í vinstru hesa ferð. Rúni
fekk gult kort móti GÍ, og
nú er hann leikbannaður.
Sylla noyddist av vøll-
inum móti GÍ, tí hann var
skaddur. Sylla hevur vant í
vikuni, og hann verður við í
morgin. Tað verður Gunnar
Nielsen eisini. Hann hevur
vant tvær tær seinastu vikur-
nar. Síðsta sunnudag spældi
hann í 3. deild, og hesa ferð
verður hann í besta hópin-
um. Fritleif í Lambanum
kemur heim úr Danmark at
hjálpa til, og Bárður á Lakj-
uni, sum orsaka av skaða
ikki var við móti GÍ, hevur
aftur verið til venjingar, og
tað verður roknað við, at
hann verður í hópinum.
Jonn Thomsen hevur vant
í nakrar vikur, eftir at hann
leingi hevur gingið skadd-
ur. Møguliga verður hann á
beinkinum
á
Skála
í
morgin.
Skálamenn halda seg ikki
kunna annað enn at lata væl
at. Onkur smásnuddur hev-
ur verið, men allir spælar-
arnir hava verið til venjing-
ar í hesi vikuni, og hóast
teir so at siga hvørja ferð
spæla við sama liðnum, so
er eitt sindur av kapping
um plássini. Í Vági var
Arnhold Berg ikki millum
teir fyrstu ellivu. Tá varð
Rói Jacobsen skiftur inn,
og hann skoraði síðsta
málið.
Skálamenn siga seg ikki
rokna við lættari uppgávu í
morgin, men teir staðfesta
samstundis, at um teir
skulu hugsa um framvegis
at vera við í FM stríðnum,
so er tað alneyðugt, at teir
vinna heimadystirnar.
Í hesum døgum er ein-
asta altjóða føroyska
dómaraparið í hond-
bólti,Andreas F. Han-
sen og Eyðun Samuel-
sen, í Danmark, har
teir skulu døma í eini
stórari altjóða hond-
bóltskapping í Aalborg
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Talan er um sonevndu
Nøvling Cup kappingina,
sum er ein tann størsta
kappingin av sínum slag.
Kappingin er fyri bæði
kvinnur
og
menn,
og
menninir eru deildir upp í
seks styrkisbólkar, meðan
kvinnurnar eru deildar upp
í fimm styrkisbólkar.
Nøkur av heimsins sterk-
astu hondbóltsliðum eru við
í kappingini. Nevnast kunnu
eitt nú donsku Kolding,
Skjern og AaB, norska Has-
lum og svenska Drott hjá
monnum, meðan kvinnu-
kappingin hevur so sterk lið
sum Viborg HK, Ikast Bord-
ing, Leipzig úr Týsklandi og
norska Larvik.
Døma í Gigantium
Kappingin fór av bakkastokki
fríggjadagin, og kappast
verður til og við sunnudagin,
tá ið seinastu dystirnir verða
leiktir. Tá ið vit tosaðu við
Eyðun Samuelsen fríggja-
morgunin,
greiddi
hann
okkum frá, at teir skulu døma
tilsaman sjey dystir. Teir báðir
føroysku dómararnir skulu
fyrst og fremst døma í trið-
besta bólkinum.
Eyðun greiddi frá, at
kappingin er so mikið um-
fatandi, at kappast verður í
fleiri enn tíggju hallum í og
uttan fyri Aalborg. Føroyska
dómaraparið skal millum
annað døma í kendu høllini
Gigantium, sum er ein tann
størsta og snotuligasta høll-
in í Danmark, og har sum
ein av DM-finalunum hjá
kvinnum millum Aalborg
DH og Slagelse bleiv spæld
farna kappingarár.
Eisini føroysk lið taka
lut
Eyðun
Samuelsen
og
Andreas F. Hansen verða tó
ikki einastu føroysku lut-
takararnir í kappingini. Tey
bæði føroysku U21-lands-
liðini eru eisini við, og tey
royna næstniðastu styrkis-
bólkunum hjá kvinnum og
monnum.
Kvinnuunglingarnir eru í
bólki saman við norska
Avaldsness og donsku lið-
unum
Dall/Ferslev
og
Rækker Mølle KFUM,
meðan mansunglingarnir
skulu kappast við trý donsk
lið, Bjerringbro FH, HEI
Håndbold og Nøvling IF.
Eyðun og Andreas døma í Danmark
Skála-ÍF:
Skála bíðar framvegis eftir sigrinum