leygardagur 27. august 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 162 - 27. august 2005
Toppskjútti hjá B36
Hóast hann bert er 20
ára gamal, so hevur
Bergur Midjord longu
nú fingið serstøðu, tá
tosast skal um altjóða
uppgávur hjá B36. Og
hóskvøldið var hann
aftur millum teir allar
besta í einum
sonnum liðavriki
MÁLSKJÚTTI
Jákup Mørk
Við trimum málum í teim-
um trimum UEAF-Cup
dystunum, sum hann hevur
spælt í ár, er einki løgið í, at
Bergur
Midjord
hevur
vunnið sær eina sterka
støðu í hópinum hjá B.
Verður árið í fjør talt við,
siga hagtølini fýra mál í
fimm dystum, og hóast
hann eisini hevur sýnt mál-
tev í heimligu kappingini,
so ber hetta boð um ein
spælara, sum trívist framúr
væl á grasi. Einum undir-
lagi, sum ofta setir eyka
krøv bóltførleikan og tað at
hugsa skjótt. Júst nakað
sum eyðkennir Berg, og
eisini hóskvøldið taldist
hann millum avgjørt bestu
menninar í einum framúr
liðavriki hjá B
Og sjálvur helt hann eis-
ini, at ein partur av frá-
greiðingini var, at tá slíkir
dystir eru á skránni, so
gevur mann kanska tað lítla
pettið eyka.
- Tað er í øllum førum
lætt at seta seg upp til ein
slíkan dyst. Tað er jú eitt lið
úr superliguni, sum vit
skulu spæla ímóti, og
sjálvur var eg eisini sera
keddur um, at eg ikki fekk
verið við í fyrra dystinum.
So hevði tað kanska eis-
ini verið 2-2 har niðri?
- Ja, kanska, sigur hann
stórflennandi.
Valdu at satsa
Beftur var heldur ikki
ósamdur í, at B36-liðið var
sera væl tendrað til dystin,
soleiðis at teir alt fyri eitt
fóru hart inn í nærdystirnar.
Nakað sum mótstøðuni ikki
dámdi nakað serligt. Men
tað, sum imponeraði eina-
mest, var, hvussu spælið
bleiv, eftir at B36 hevði
mist ein mann. Hvat tosaði
liðið um í hálvleikinum.
- Vit gjørdu av at flyta ein
mann fram í álopið og ann-
ars hava tríggjar í verjuni.
So skuldu vit so royna við
longum bóltum, so vit
kanska kundu skapa okk-
urt. Vit vildu niðan eftir
vøllinu, so vit kundu vinna
dystin.
Tann parturin eydnaðist
so ikki, og ístaðin var tað
FCM, sum kom víðari.
Men hóast tað, so helt
Bergur, at í B36 hava tey
alla orsøk at vera nøgd um
samlaða avrikið í kapp-
ingini.
- Tað eru vit heilt víst, og
vit hava alla orsøk at vera
ernir av hesum.
Og
uppskriftin,
hvør
hevur hon verið.
- Vit hava givið alt. Vit
hava verið væl skipaðir, vit
hava ikki bakkað í nærdyst-
unum, og so hava vit eisini
roynt at spælt fótbólt.
Tit hava heldur ikki tókst
so bangnir, sum føroysk lið
ofta eru. Hava tit arbeitt
nógv við mentalu síðuni av
hesum í ár?
- Tað hongur helst meira
saman við, at tað hevur
gingið væl í landskapping-
ini, og tí eru spælararnir
væl fyri í so máta. Vit hava
roynt at hildu fast um góðu
gongdina, sum vit hava
havt í Føroyum, og so hev-
ur venjarin eisini verið sera
dugnaligur til at fáa okkum
at halda okkum til einstøku
uppgávurnar. Teir lutirnir
samanlagt hava nokk verið
fremstu orsøkirnar til góðu
úrslitini, helt Bergur Mid-
jord at enda.
B36-venjarin helt eft-
ir dystin, at hansara
lið so ruddiliga hevði
uppiborið javnleikin -
og kanska enntá víð-
ari luttøku
VENJARIN
Jákup Mørk
Hóast tey flestu mundu
vera samd um, at hann
hevði alla orsøk at vera
nøgdur, so var talan um ein
rættiliga vónbrotnan venj-
ara, tá vit eftir dystin skiftu
orð við Sigfríð Clementsen.
- Spyrt tú meg beint nú,
so eri eg bittur um tapið.
Vit stýra øllum fyrra hálv-
leiki, men vit gera tvey stór
mistøk, sum teir skora
uppá. Tað er ikki nóg gott.
Og tit missa so eisini ein
mann beint undan steðg-
inum. Hvat royndi tú at siga
spælarunum í steðginum?
- Vit tosaðu um tað góða
arbeiði, sum vit høvdu gjørt
allan fyrra hálvleik, og vit
vóru samdir um, at vit av-
gjørt ikki skuldu grava okk-
um niður, nú vit vóru ein
færri. Og fyri at fyribyrgja
hesum, valdu vit so at flyta
ein mann longur fram.
- Sjálvur haldi eg eisini,
at vit eru fantastiska raskir.
Fyrstu ferð at FCM megnar
at spæla bóltin runt, er
okkurt um eitt korter eftir
av dystinum. Og sjálvir
klára vit eisini at skapa
nakrar møguleikar. So ein
2-2 javnleik høvdu vit so
ruddiliga uppiborið í dag.
Tað tóktist eisini, sum
orkaðu tit betri hesaferð,
enn tit gjørdu í Herning?
- Tað hevur meira at gera
við umstøðurnar. Vøllurin
her ger, at teir fáa minni
ferð á sítt spæl, og tí fáa teir
ikki trýst okkum eins nógv.
Og so er tann í Herning
eisini tveir metrar breiðari.
Tað gevur altso 100 fer-
metrar meira at spæla á.
- Hartil haldi eg eisini, at
vit eru eitt sindur frekari í
dag. Vit liggja hægri við
aftaru monnunum, soleiðis
at vit í nógv størri mun
koma niðan á vøllin.
Errin
Stóri munurin millum liðini
bæði var tó helst, at sum
einstaklingar vóru gestirnir
tað lítla pettið betri, skjótari
og sterkari. Og partvíst
viðgekk Sigríður eisini, at
so var.
- Tosar tú um kropsliga
styrki í nærdystum, so eru
teir kanska betri fyri, men
eg haldi kortini, at vit vinna
teir flestu nærdystirnar.
Men tá bóltarnir koma inn-
fyri, so fáa teir kanska sein-
asta fótin á, men hinvegin,
so fáa teir ikki mál burtur
úr sínum innleggum í dag,
so eisini har fingu vit eitt
betri tak á teimum, helt
Sigfríður.
Men hóast alt, so viðgekk
Sigfríður, at hann var errin
av sínum monnum, sum
hann helt fremja eitt fantast-
iskt liðavrik, har eingin
skuldi takast framum annan.
- Hatta var eitt liðavrik
allan vegin ígjøgnum. Allir
arbeiða sum leyvur, og tað
var deiligt at síggja.
- Og tekur tú samanum og
hyggur at, hvørjum vit
spæla ímóti, so er hetta
eisini flott. Spyrt tú meg í
morgin, so eri eg sikkurt
nøgdur um dystin, men
beint nú er vónbrotið stórt,
segði venjarin, áðrenn hann
at enda staðfesti, at góðu av-
rikini í Europa nú skuldu
flytast yvir til landskapp-
ingina.
- Tað er tað avgjørt týdn-
ingarmesta hjá okkum nú.
Vit skulu føra avrikið her
yvir á landskappingina, og
har er málið púra greitt. Vit
skulu vinna hvønn tann ein-
asta av teimum sjey dystun-
um, sum eru eftir. Hvørki
meira ella minni.
Vit vóru betri
- Spyrt tú meg í morgin, so eri eg sikkurt nøgdur um dystin, men beint nú er vónbrotið stórt,
segði Sigfríður Clementsen eftir dystin
Mynd: Álvur Haraldsen
Avrikið og málini, sum Bergur Midjord hevur sýnt í europeisku dystunum, hava stutt sagt verið
framúr. Ein spælari, sum hevur gjørt nógv um seg í heimligu kappingini, men sum serstakliga á
grasi hevur sýnt dygdir sínar fram
Mynd: Álvur Haraldsen