Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 27. august 2005 21 Hatta kunnu føroyingar vera ernir av David Nielsen, sum mong hildu var nær einum reyðum korti fyri steðgin, hevði bara rósandi orð at bera B36 FÓTBÓLTSPRÁT Jákup Mørk Vanliga bakkar hann ikki undan, tá nærdystirnir verða harðir, og tað gjørdi David Nielsen heldur ikki á Tórsvølli mikukvøldið. Somikið væl treivst hann í harða spælinum, at mong mundu halda hann eiga reytt kort, áðrenn eitt síkt varð givið Bárði Jo- ensen hjá B36, og í steðg- inum valdi venjarin eisini at skifta áleyparan út. Men tá vit eftir dystin tosaðu við David, helt hann bara, at talan hevði verið um eina góða upp- living. - Eg haldi, at B36 gjørdi tað, sum teir kundu. Teir megnaðu at ræða okkum við fysiska spæli sínum, og tað eiga teir alt rós uppiborið fyri. Sjálvandi kann og eigur spælið hjá okkum at koyra betri, men tað mugu vit bara góðtaka, at tað ikki ger. Og so skal tað altso arbeiðast fyri úrslitinum. Tú sigur, at tit lótu tykk- um ræða. Men tú ert van- liga ikki ein spælari, sum bakkar undan, tá nær- dystirnir gerast harðir? - Nei, og tað gjørdi eg heldur ikki hesaferð. Tað var kanska eisini orsøkin til, at eg varð skiftur út í steðginum, segði hann flennandi. Tað so eisini út, sum lótu tit tykkum trýsta eftir steðgin, hvussu bar tað til? - Vit eru kanska meira varnir. Vit fáa jú eina út av lagi vánaliga byrjan, og sjálvt um vit síðarni fáa skotið neyðugu mál- ini, so ansa vit eitt sindur eftir. Vit spæla at kalla við hondbremsuni uppi, og tí skapa vit einki serligt frameftir. - Men enn einaferð, so eigur B36 avgjørt eisini sín lut í hesum. Tað er eisini teirra skyld, at vit ikki fáa spælið at koyra, og eg haldi sjálvur, at hetta var eitt avrik, sum før- oyskur fótbóltur kann vera errin um, segði David Nielsen eftir dystin. Og heldur ikki, tá tosið fall inn á umstøðurnar kring dystin - veður, vøll og annað - vildi áleyparin koma við nakrari umber- ing, soleiðis sum eitt nú venjari hansara so ruddi- liga gjørdi tað í bæði heima- og útidystinum. - Soleiðis eru treytirnar, og tað mugu vit liva við. Tá tú spælir í Europa, so mást tú spæla av øllum alvi, og tað lærdu vit kanska hesaferð. Tað kann jú væl vera, at vit næstu ferð enda í Georgia ella onkra heilt aðra staðni, og tað er so eingin, sum sigur, at fortreytirnar at spæla verið betri tá, enn tær vóru í dag. Hóast hann í dystinum tóktist illur um spælið hjá B36, so helt David Nielsen aftaná, at mótstøðan hevði gjørt eitt gott arbeiði. Og hann segði seg dáma væl, tá spælið gjørdist hart Mynd: Álvur Haraldsen bæði spælarum og venjara hjá B36 frá logikkinum í hesum. Í øllum førum fór liðið mest sum púrasta ómerkt inn til seinna hálvleik. Sjálvandi varð neyðugt við eitt sindur av umskipan, men henda hevði bara við sær, at B36 satsaði meira frameftir í eini roynd at venda dystinum. Bergur Midjord varð fluttur heilt fram í álopi, og Fróði Benjaminsen gjørdist ein hybrid millum verju- og miðvallarspælara. Taktiskt kundi hetta líkst einum kamikaze-álopi, men tað vóru tó trinnar or- søkir til, at B36 slapp væl frá hesum. Kanska mest týðandi, so vóru mótstøðumenninir á sín hátt nøgdir um tað, sum teir høvdu avrikað fyri steðgin. Kanska ikki leik- liga, men úrslitið segði, at B36 nú skuldi skora tríggjar ferðir, um teir skuldu víðari, og tí hugsaðu gestirnir nú meira um at halda fast. Hartil, so var tað helst eis- ini so, at gestirnir framvegis ikki trivust í kropsliga spæl- inum. Respekt og kanska ræðsla um viljan, sum B36 legði í hvønn einasta nærdyst fekk helst hinar at trekkja seg í nærdystunum, og tí kom spælið nú í nógv størri mun at ganga fyri seg á donsku hálvuni. Men einamest, so var tað galskapurin í spælinum hjá B36, sum bar so langt. At spælararnir so fult og fast trúðu upp á ómøguliga møguleikan gjørdi, at teir støðugt stríddust væl meira enn bæði evni og orka var til. Eisini hóast orkan eftir fyrstu 70 minuttunum tókt- ist at vera púrasta uppi. Um hetta mundi var eisini sjónligt, at gestirnir høvdu størra kropsliga yvirskotið. Teir komu alsamt títtari í vandastøður, og til tíðir spurdust eisini stórir møgu- leikar burturúr. Ikki minst mundi liðskiparin, Michael Hansen, iðra seg, tá hann fyrst sá Jákup Mikkelsen fista drønandi langskot á stólpan. Og eftir eftirfylgj- andi hornaspark mátti sami leikari síggja flottan fluktara fara á sama stólpa. Løn fyri stríðið Men á sama hátt, sum teir gjørdu tað í Herning, so megnaðu teir svørt/hvítu onkursvegna at finna eyka megina, sum kundi nnýtast til at svara aftur við. Hóast trýstir og útlúgvaðir, so royndu teir at søkja niðan- eftir, og tá mótstøðuverjan so framdi stórt mistak, fell revsingin alt fyri eitt. Rasmus Daugaard Han- sen var heldur óskettin, tá hann skuldi leggja aftur til málverjan, og sum eitt fok fór Allan Mørkøre avstað. Einsamallur við Tidman var hann eisini nóg kaldur, og við einum bleytum skoti sendi hann millum beinini á málverjanum, sum í hes- um førinum var púrasta ósekur. 2-2 stóð á talvuni, og hóast tað úrslitið fram- vegis sendi gestirnar víðari, so var tað avgjørt tey í árstalsfelagnum, sum vóru best nøgd um dystin. Með- an »úlvarnir« mest sum alt fyri eitt sluppu sær inn í FSF-húsið, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað, góvu teir í B36 sær góðar stundir at taka móti fagnaðinum. Og hetta høvdu teir eisini alla orsøk til. Óræddir fóru teir undir uppgávuna at basa úlvunum, og tó at hetta ikki eydnaðist, so er einki at ivast í, at avrikið letur ein varða standa eftir sær í europeiskari luttøku hjá føroyskum feløgum. Ein varði, sum vónandi eisini kann bera við sær, at vit í framtíðini fara at síggja fleiri føroysk feløg gera enn meira um seg í altjóða høpi. Kann væl vera, at B36 tapti dystin, men tað var eingin ivi um, at tað vóru teir - og ikki FCM - sum kendu seg sum vinnarar í sinni, tá dysturin var av. Kristian Bak Nielsen úr FC Midtjylland og Allan Mørkøre í nærdysti. Mynd: Álvur Haraldsen Bergur Midjord hevur júst sent bóltin í netið til 1-0, og B36 er eina løtu í barónasongini hjá Jeppa Mynd: Álvur Haraldsen