leygardagur 27. august 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 • leygardagur • 27. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
B36-FCM 2-2 (1-2):
Úr
kappingini
við røttum
ryggi
B36 er úti av UEFA-
cup kappingini, men
teir fullu við æru. Við
einum manni í undir-
tali góvu teir eitt ord-
ans mannfólkaavrik,
og at enda fingu teir
eisini løn fyri stríðið,
tá Allan Mørkøre
javnaði til 2-2
UEFA-CUP
Jákup Mørk
13 minuttir. Tað var løtan,
sum B36 var í barónaseing-
ini, tá teir á Tórsvølli tóku
ímóti danska FC Midt-
jylland í øðrum undanum-
farinum
til
UEFA-Cup
kappingina.
Við frálíka avrikinum og
tepra tapinum í Herning
fyri tveimum vikum síðani,
var útgangsstøðið hjá B36
nakað nógv betri, enn tað
vanliga er hjá føroyskum
liðum. Ein 1-0 sigur vildi
verið nóg mikið hjá før-
oyska felagnum, og hóast
teir ásannnaðu, at uppgáv-
an var møtumikil, so vóru
greiðu boðini, at farast
skuldi eftir sigrinum.
Dreymabyrjan
Stóra áskoðarafjøldin til
dystin bar eisini boð um, at
tað vóru fleiri enn spælar-
arnir, sum trúu upp á møgu-
leikan, og eftir bara fýra
minuttum fingu mongu
floksmenninir eisini alla
orsøk at fagnast.
Talan var annars um full-
komuliga vandaleysa støðu,
tá bólturin varð lagdur aftur
til Ola Tidman í danska
málinum. Bergur Midjord
elti tó møguleikan, og so
hendi tað, sum bara hendir
teimum, sum trúgva upp á
ómøguligu møguleikarnar.
Svenski málverjin gleið, tá
hann skuldi gera seg til at
sparka, og so var Bergur
sum eitt fok á honum. Hann
vann tacklingina, og hóast
hann var trýstur av verju-
spælara, so fekk hann givið
bóltinum seinasta skumpið,
og so var B36 á odda.
Ein marru-byrjan fyri
gestirnar, og eina løtu vóru
teir eisini veruliga merktir
av hesari. Á rennváta og
knortluta
vøllinum
bar
teimum ikki til at fáa
ynsktu ferðina á spælið, og
við kropsliga spælinum,
sum B36 setti dagsskránna
við, tóktust teir mest av
øllum ynskja seg heim aftur
til Herning.
B36 royndi at trýsta og
stressa mótstøðuna, men so
líðandi kom meira friður
yvir spælið hjá gestunum.
Teir vóru sterkari mann
móti manni, og hóast trupla
undirlagið, so megnaðu teir
eisini betri at spæla seg nið-
an eftir vøllinum, og spaku-
liga gjørdist talan um trýst.
Sum tað so ofta hevur
verið sæð, tá føroysk lið
royna seg á altjóða pallin-
um, so vóru tað tó fyrst og
fremst mistøk, sum kostaðu
dýrt, tá mótstøðan skoraði.
Fyrru ferðina misti B36
bóltin í uppspælinum, og yá
verjuspælararnir
ikki
kundu semjast um at rudda
burtur, streyk kviki Dennis
Sørensen ígjøgnum, áðrenn
hann flatt tvøturum, har ein
púra blankur Razak Pim-
pong skoraði millum bein-
ini á Jákupi Mikkelsen.
Seinna málið kom somu-
leiðis eftir býtt mistak.
Vandin var ikki stórur, men
millum tríggjar verjuspæl-
arar fekk Dennis Sørensen
brádliga fatur á bóltinum.
Hann setti ferð á frá miðj-
um vølli, og tá hvørki Pól
Thorsteinsson ella Klæmint
Matras megnaðu at steðga
honum, rundaði hann eisini
Jákup Mikkelsen, áðrenn
bólturin varð trillaður í
tóma málið.
Mótbrekkan
Í løtunum eftir útjavnandi
málið hevði B36 tó í einum
tveimum førum av álvara
bitið frá sær. Ingi Højsted
hevði í einum føri drønandi
skot úr 18 metrum, sum
málverjin akkurát fekk
jústað uppum, og stutt eftir
var Fróði Benjaminsen um
reppið at stúta bóltin í
kassan.
Stórt meira enn hesar
møguleikarnir hevði B36 tó
ikki. Málini tóktust hava
givið gestunum neyðuga
friðin í spælinum, og í
roynd og veru tóktist 3-1
vera meira nærliggjandi
enn 2-2.
Og brekkan skuldi eisini
gerast enn tyngri hjá B36.
Spælið hevði til tíðir lyndi at
gerast hart, og serliga David
Nielsen fýrdi ikki fyri at
geva aftur av somu skuffu.
Hann fekk eisini gult kort
tíðliga í dystinum, og tey
flestu vóru á einum máli
um, at seinna gula kortið átti
at komið, tá hann sparkaði
eftir mótstøðumanni. Iva-
leyst var talan eisini um fru-
stratiónir, tá Bárður Joensen
løtu seinni kom alt ov seint í
tackling móti kvika Pim-
pong. Gaman í var ghanes-
arin kvikur at lata seg detta,
uttan at verulig kontakt var
millum spælararnar, men
dómarin hevði fingið nóg
mikið. Hann gav Bárði
seinna gula kortið, og so
máttu havnarmenninir gera
seg til at spæla seinna hálv-
leik við 10 monnum. Ein
avgerð, sum B36'arnir á
ongan hátt vóru samdir við
finska dómaranum um. Ikki
minst, tí Ingi Højsted beint
áðrenn hevði verið í líkari
støðu, men tað ferðina tagdi
floytan, tá Ingi valdi at
hoppa og detta, heldur enn
at bíða eftir jarðleggingini,
sum heilt vist hevði fylgt
við skreiðandi verjuspælar-
anum.
Djarvir og sterkir
At uppgávan var mest sum
ógjørlig, mundi nú standa
øllum greitt. Men ivaleyst
hevði onkur gloymt at sagt
B36-FCM 2-2 (1-2)
UEFA-Cup dystur á Tórsvølli
1.500 áskoðarar
1-0: Bergur Midjord, 4.
1-1: Razak Pimpong, 17.
1-2: Dennis Sørensen, 35.
2-2: Allan Mørkøre, 85.
FCM víðari við samanlagt 4-3
Dómarabólkur úr Finnlandi
B36: Jákup Mikkelsen - Bárður H. Joensen, Fróði
Benjaminsen, Pól Thorsteinsson, Alex dos Santos -
Niels Joensen (Heini í Skorini, 90.), Ingi Højsted
(Okeke Obele Onyebuchi, 82.), Klæmint Matras,
Mikkjal Thomassen, Bergur Midjord (Levi Hanssen,
90.) - Allan Mørkøre
GK: Bárður H. Joensen, 19., Mikkjal Thomassen, 44.,
Fróði Benjaminsen, 70.
RK: Bárður H. Joensen, 44 (2 gul kort)
Á beinkinum uttan at koma inn: Magnus E.
Poulsen, Bogi Hermansen, Jóhan V. Gunnarsson,
Thomas Hans L. Rubeksen
Venjari: Sigfríður Clementsen
Hjálparvenjari: Magni Mohr
Liðleiðarar:
Sjúrður Norðbúð, Dánjal Petur
Johansen og Kristian á Neystabø
Lækni: Bjarni á Steig
FC Midtjylland: Ola Tidman - Rasmus Daugaard
Hansen, Kristian Bak Nielsen, Jesper Mikkelsen,
Leon Jessen (Svenne Poulsen, 87.)- Dennis Søren-
sen, Michael Hansen, Mikkel Thygesen, Razak
Pimpong (Ulrik Lindkvist,56.)- David Nielsen (Klaus
Kærgård, 46.), Frank Kristensen
GK: David Nielsen, 27.
Á beinkinum uttan at koma inn: Anders
Rasmussen, Magnus Troest, Oluwafemi Ajliore,
Marc Møller
Venjari: Erik Rasmussen
Hjálparvenjarar: Thomas Thomasberg og Jan
Rindom
Fysioterapeutur: Nicklas Pedersen
Lækni: Jan Hede
Liðleiðari: Jørn Kjær
FAKTA UM DYSTIN