Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 27. august 2005 19 at vit ikki missa mótið. Sjónvarpshyggjarar síggja hvat fer fram, og tá bólturin fór langt upp um málstongina, kundi speisemi bøta um spentu støðuna, uttan at tað tó skal skiljast neiligt. Vanliga sita sjónvarps- vertur og viðmerkjarar og tosa leingi og væl um, hvat venjarin átti at gjørt, og hvussu leikarnir skulu bera seg at á vøllinum. Tað gjørdu teir ikki nógv av í áðurnevnda dysti, men vónin um at tað skuldi eydnast var í staðin sagt í einum orðafelli, tá Eli Hentze heldur ótolin segði: "Onkuntíð má vatn koma í tómar brunnar". Tað heldur hann sat væl í hesum føri, av tí at føroyingar høvdu so nógvar møguleikar, at tað kundi illa verða so statt, at einki úrslit kom. Sum viðmerkjari er upp- gávan at leggja aftrat tí, sum verturin sigur, og at hava yvirlit yvir og møgu- liga vísa á loysnir, men tað er so lætt, tá tú ert áskoðari og ikki hevur ávirkan á dystin. Stuttar viðmerkingar - Hvat er mest umráðandi hjá einum viðmerkjara í hesum føri? - Tað er m.a. at gera við- merkingar til tað, sum áskoðarin sær. Í útvarpin- um verður sagt frá fyri at hjálpa lurtarnum at skilja, hvat fer fram. - Sum viðmerkjari í sjón- varpinum er uppgávan ein onnur. Tú kanst t.d. siga frá landi og fólki, um lands- liðið spælir uttanlands. Tað er eitt nú tað, sum mær dámar best, tá eg hyggi eftir fótbóltsdysti, sigur Eli Hentze. Hann hevur ongar fyri- myndir í hesum arbeiði, men dámar væl at lurta eftir Jan Mølby, sum er viðmerkjari á danskari sjónvarpsstøð. - Ikki soleiðis at skilja, at hann er mín fyrimynd, og eg hermi ikki eftir honum, men hann tosar heldur ikki so nógv, men ger stuttar viðmerkingar. Tað havi eg lagt meg eftir, sigur Eli Hentze, sum ikki er fastur viðmerkjari í SvF, men bert verður biðin um at luttaka frá ferð til ferð, tá fótbólts- sendingar eru á skránni. ∆ tøður Eyðun Joensen sálarfrøðingur Farna leygardag var skipað fyri sjómannadegi í Klaks- vík á fyrsta sinni í Føroy- um. Á ferðini tvørtur um fjørðin snimma á morgni helt mín góði vinur, sjó- mannatrúboðin fyri, hvussu óførir klaksvíkingar vóru at bróta upp úr nýggjum og annars at standa saman um felags tøk, lyfta í felag og fáa átøk av skafti uttan sundurlyndi og umsitingar- ligt hóvasták, klandur og roks. Ásannaði at so sanniliga var og minti annars mannin á, at norðingar á so mong- um øðrum økjum høvdu gingið undan og nevndi hissini ítrottarhøllina og at byrja framhaldsdeild í skúlahøpi. Sjómannadagurin var væl fyriskipaður, fjøl- broyttur og væl eydnaður, tað skal eg lova fyri. Veðurgudarnir vóru um dagin mildir, og har var alt møguligt fyri eygu og oyru og fyri fólk í øllum aldri og ymiskum gerandisstøði. Tað er ikki hvønn dag, at eitt tiltak hevur nakað at bjóða øllum fólkum og so ikki at gloyma felags sam- veru og samskifti tvørs av øllum mørkum annars, tað veri tað seg sosialt, átrúnar- liga, politiskt og viðvíkj- andi aldri. Stevnan var virðiliga og væl fyriskipað og skráin hartil sera fjølbroytt, við- komandi og virðilig, og hevði í sjálvum sær helst ávirkan á, at engin gekk í ørviti. Undraðist í mínum stilla sinni á, at millum høvuðs- fyristílararnar vóru urta- garðsmaður, handilsfólk og blaðstjóri, samstundis sum tiltakið var so væl stuðlað av so nógvum og ymsum sjálvbodnum hondum, samstundis sum alt var fíggjað av kommunu, vinnufyritøkum og privat- um á staðnum. Har gekk alt sum eftir ánni, og ein helt seg varnast arbeiðshugin og frøina at samvirka um felgs mál. Tað er vist, at her høvdu landsumsiting og fínkultur- urin og okkara mangan "polski" ríkisdagur nakað at læra av. Innihaldið í skránni er longu væl lýst í fjølmiðl- um, men fari eg viðv. fjøl- broytninum at loyva mær at taka fram uttandurasavnið av alskyns livandi sjódýr- um, sum varandi hugtók so mong, bæði vaksin og ikki minst børnini, sum tóktust púra burtur í hesum mongu livandi sjóverum, sum tey annars bert kunnu lesa og læra um. Tað er eitt gott hugskot at gera eina slíka live-framsýning perma- nenta fyri skúlanæmingar og ferðafólk úr øllum land- inum, tí brátt vera mest sum allar Føroyar land- fastar. Egnikappingin var eitt hæddarpunkt fyri seg, og var føroyameistarin so knáur og frammalaga í mun til útlendsku kappingar- neytarnar, at norðingar í veruleikanum áttu fleiri heimsmeistaraevni um- framt sjálvan vinnaran. Kortini saknaði eg kvinnur í kappingunum, síðani eg haldi meg vita av, at tær eisini eru knáar bæði at egna, bøta trol og at rippa, men vónandi fara eisini kvinnur at halda seg framat eina aðru ferð, eins og aðrir úrmælingar víða hvar um landið. Eina aðra mynd av, hvussu fjølbroytt skráin annars var fyriskipað, fingu vit, tá aldargamli Biskup- støðbáturin setti og dró línu fram við bryggjuendunum upp á gamla mátan við fornum línutrogi/línubekki og uttan nútímans tøkni annars, alt meðan Oilwind, Comdata, aðrar handilsfyri- tøkur og fólk frá Fiski- rannsóknarstovuni uppi á bryggjuni sýndu fram teirra mest nútímans fiskivinnu- tøkni. Tað gerst ov drúgvt at reksa alt tað forkunnuga upp (sluppirnar báðar, Dragan, nýggja bjargingar- far norðinga og gomlu klaksvíksleiðina við gamla Barskor tvørtur um vágna fyri 25 oyru), men ikki at gloyma bara tað, at so nógv ymisk fólk fóru av húsum til felags morgummatar- borð frá Sparikassanum og aðra felags samveru, prát og hugna setti ein serligan dám á sjómannadagin. Tað er vist, at har vóru mong farin út fyri dyr til felags hugna og samveru, sum annars sjáldan ferðast í fólkameingi, og er tað í sjálvum sær sera gevandi. Har hitti tú kenningar og fólk annars, sum tú ikki hevði hitt í áravís. Sjómannadagurin var eitt mentunartiltak við lít og talan var um eindarmentan. Mentan er í mínum huga- heimi heilt einfalt mátin, sum fólk lívbjarga sær til likams, sálarliga, sosialt og andaliga. Gerandismørk av ymsum slagi hava lyndi til at stúva fólk saman í trong- ar og avmarkandi subment- anir, men á sjómannadeg- num var talan um uppliving av felagsmentan/eindar- mentan, har øll kundu vera við og kenna seg fáa nakað burturúr. Norðuroyggjar eru fremsta sjóvinnusamfelag Føroya, har mest sum alt onkusvegna er tvinnað saman í eina felags við- komandi eind. Gongst tað sjóvinnuni væl, gongst tað samstundis handilslívinum, øðrum atvinnum og fólkin- um sum heild væl, og tí skuldi sjóvinnan so ella so komið øllum føroyingum við. Sjóvinnan er og verður ein týðandi partur av fólka- tilvitskuni og fólkatilveruni í Norðuroyggjum, og tað prógvar eisini almeni áhug- in millum norðingar fyri skipaða sjómannadegnum á hesum sinni. Allarflestu tiltøkini vóru ókeypis, og kendist bara tað avsvalandi fyri vitjandi í mun til stevnutiltøk annars, har tað ofta snýr seg um at vinda sum mest av peningi burtur úr plágandi smá- børnum og harvið streingja foreldrini. Norðoya Sparikassi var saman við øðrum privat- fyritøkum og kommununi o.ø. fíggjarligur høvuðs- stuðul, og sum sparikassa- stjórin lat meg vita av, so kendi sparikassin tað bara sum eina sjálvfylgju at spaða til, tí nú áttu fiska- fólkini tørn, og annars hevði sparikassin so nógva forrætning við fiskiíðnaðin á staðnum. Sjálvsagt . Samanumtikið altso eitt reint ug ella 13-tal til sjálvbodnu fyrireikingar- fólkini henda ársins sjó- mannadag, tí eg dugi illa at fyrigykla mær hetta betri avrikað. Bert spell, at ein so góð uppliving var so illa lýst kring um landið annars, og burtursæð frá nøkrum av okkum uttanbíggjaklaks- víkingum vóru ikki so nógv fremmandafólk, sum stevnuinnihaldið hevði uppiborðið. Ikki tí, tit høvdu gjørt tykkara við lýsingum í fjølmiðlum, men mær tykir almenu fjøl- miðlarnar gera alt ov lítið burturúr frammanundan. Annars frálíka gerandis- sendingin, Summarleiðin, hjá m.a. Elisi og Kára S plagar at vitja upp undir bygdarstevnur, men var hesa ferð í Skopun til eina annars frálíka sending. Vikuskiftissendingin seint fríggjadag tóktist mær hesa ferð tunn og mær lítið áhugaverd, men kundi um ikki annað spandera eina telefonsamtalu til Klaks- víkar, men nei, ikki eitt kis haðani. Tó aftaná ein sera væl eydnaðan sjómannadag komu fjølmiðlar kropp á kroppi við lovprísan og innsløgum, hóast eg ivist í, at somu fjølmiðlar høvdu stórvegis av egnum fólkum á staðnum. Verður sjómannadagurin endurtikin, og tað má hann endiliga, so eigur tað frammanundan at vera øll- um føroyingum greitt, at tiltøkini eru viðkomandi fyri ALLAR føroyingar, sum hava tilvitsku av so ella so at vera tengd at sjó- vinnuni og harvið felags- skapinum. Karmarnir í Klaksvík eru perfektir og bert hugflogið setur mørk, og komandi heyst verður tunnilin opin, so tá nýtist ikki at stúra fyri ikka at slappa av aftur oynni eftir egnum tykki. Norðingum verður javn- an kastað fyri at vera lokal- patriotiskir við atliti til fáfongd og heimføðislig- heit. Latið bara fínkulturin í Havn um tað, men lokal- patriotisma kann so sanni- liga eisini brúkast til nakað sum í hesum føri skapandi og positivt og sum so nógv onnur kunnu hava fragd og nyttu av. Tað hava tit formelt ópro- fessionellu (og Gud havi lov fyri tað) fyriskiparar og hjálparfólk víst við sjó- mannadegnum. Hjartaliga tillukku við avrikinum og herjið endi- liga á aftur eina aðru ferð. Tað eru upplivingar, sum ríka lívið, og tað sigi eg tykkum og norðingum annars stóra takk fyri á hesum sinni. Herðaklapp til norðingar Verður sjómannadagurin endurtikin, og tað má hann endiliga, so eigur tað frammanundan at vera øllum føroyingum greitt, at tiltøkini eru viðkomandi fyri ALLAR føroyingar, sum hava tilvitsku av so ella so at vera tengd at sjó-vinnuni og harvið felags- skapinum, heldur Eyðun Joensen