leygardagur 27. august 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 • Vikuskiftið 27.–28. august 2005
• 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Tinghellan s. 38–41
Alternativar løgmanna-
røður um forsorg
MC
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Holy Riders er ein kristin motor-
súkklufelagsskapur, sum varð
stovnaður í 1981. Felagsskapurin
hevur sum endamál at breiða út
evangeliið um Jesus í
motorsúkklu-umhvørvinum í
Evropa.
Teir umleið 400 limirnir í Holy
Riders eru í øllum aldri og við
ógvuliga ymiskari bakgrund,
bæði menn og kvinnur. Holy
Riders er ein av fleiri slíkum
felagsskapum í Evropa.
Holy Riders møta til nógv
ymisk motorsúkklu-treff, har teir
seta upp tjøld og bjóða kaffi og
fáa eitt prát við onnur
motorsúkkluáhuga. Eisini hava
tey kristiligan lesna og skipa fyri
kristiligum bønarfundum og
gudstænastum. Felagsskapurin
samstarvar við aðrar motor-
súkklufelagsskapir um ymisk
tiltøk.
Ikki er neyðugt at eiga motor-
súkklu fyri at vera limir í
felagsskapinum. Limirnir skulu
vera persónliga trúgvandi og
hava tilknýti til eina samkomu
ella kirkju. Fyri at fáa Holy
Riders ryggmerki á jakkan, skal
viðkomandi vera fyltur 19 ár og
hava verið limur í minst eitt ár.
Jakkin við ryggmerki er eins og
ein uniformur.
Limirnir koyra alt frá enskum
veteranmotorsúkklum til stórar
Harley Davidson.
Biker-bíblian
Holy Riders geva úr blaðið
"Power" 5-6 ferðir um árið. Teir
hava eisini sína egnu kirkju,
Biker Church, og geva út eina
"Biker-bíbliu" á fleiri ymiskum
málum, ið verða lætnar ókeypis,
tá teir m.a. vitja á MC-treffum.
Biker-bíblian byrjar við vitnis-
burðum frá fleiri persónum í
motorsúkkluumhvørvinum, síðan
kemur Nýggja testamenti í
heilum líki. Aftast í bíbliuni eru
so aftur ymiskar frásøgnir og
lýsingar, sum eru við til at fíggja
bóklingin.
Á sumri 2006 verður á fyrsta
sinni hildið eitt kristiligt "Biker
meet" í Føroyum. Í hesum
sambandi er limir í Holy Riders
á vitjan. Við á ferðini eru tveir
norðmenn og ein dani: Ole
Kristian Kjenes, presidentur í
Holy Riders, Vidar Johnsen,
skrivari, og Per Aagaard Hansen,
mc-prestur í Biker-Church. Teir
hava tvær motorsúkklur við sær
og leigaðu eina frá Harley
Davidson í Føroyum.
Hóskvøldið 26. august var eitt
felag, undir Holy Riders í Noreg,
stovnað í Føroyum við Victor
Carlsen sum kontaktpersóni.
Møtir verða hildin sunnudagin
28. august í Kelduni í Skálafirði
kl. 11.00 og í Evangeliihúsinum í
Havn kl. 18.00, har Per Aagaard
Hansen, prestur í Biker-Church
talar, og øll eru vælkomin.
Evangelisering á motorsúkklum
Umboð fyri evropeiska motorsúkklufelagsskapin Holy Riders vitja í
hesum døgum í Føroyum í sambandi við fyrireikingar av kristiliga
tiltakinum "Biker-meet", ið verður í Føroyum komandi summar
Holy Riders uttan fyri Havnar kirkju, f.v.: Ole Kristian Kjenes, presidentur í Holy Riders, Victor Carlsen, samskipari
av ferðini í Føroyum, Per Aagaard Hansen, prestur í Biker-Church, og Vidar Johnsen, skrivari í Holy Riders
Mynd: Jens Kristian Vang