Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 162 - 27. august 2005 HOYRNIN Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang Hesin 5. a flokkurin í Venjing- arskúlanum er sum allir aðrir flokkar á sama stigi. Næmingarnir sita við síni borð, og lærarin undirvísir í tí, hann skal. Tað er ikki til at síggja, at her inni í skúlastovuni situr ein genta við eini munandi øðrvísi søgu enn øll hini. Mitt í flokkinum stendur eitt borð, har ein genta við longum myrkum hári situr við bókum sínum – Bjørt Hvidbro úr Havn. Hon fylgir væl við í undirvísing- ini, og hon svarar, tá lærarin spyr hana um eitthvørt. Henda týsdagin hevur hon eitt hárband við bláum liti. Tað sum kanska tey fægstu vita ella kunnu síggja, er at innanfyri hár- bandið ber henda genta eina upp- finning, sum hevur broytt lívið hjá einum hópi av menniskjum – eina uppfinning, sum hevur so fullkomuliga kollvelt hennara lív. Hetta lítla, men kortini munar- dygga tólið hevur stutt sagt gjørt tað soleiðis fyri Bjørt: Hon sum fyrr var fullkomuliga deyv, eru nú vorðin hoyrandi aftur. Bjørt misti hoyrnina, tá hon var fýra ára gomul. Men sum átta ára gomul varð hon løgd undir skurð í Danmark, har hetta ótrúliga tólið varð sett bæði í og til. Nú hoyrir hon, tó við niður- settari hoyrn, tí eina heilt nor- mala hoyrn kemur hon kortini ongatíð at fáa. Hinvegin, so kann hon luttaka í nógvum av tí sum fer fram, men hevur enn tørv fyri deyvalærara. – Eg eri øgiliga glað fyri hetta tólið – ja, eg eri superglað, sigur Bjørt, áðrenn hon skundar sær út í fríkorterið saman við hinum børnunum í flokkinum. Vinkonurnar stinga høvdini saman úti í gongini, tí nú skal henda forkunnuga vitjanin av blaðfólkunum umrøðast. Bjørt hoyrir, hvat hinar siga. Hon er eisini við í tosinum. Hon er ein av flokkinum. Hon er eins og hinar. Fyri Bjørt er framtíðin bjørt! Stokkdeyv Alt byrjaði kortini ikki so bjart í lívinum hjá hesi gentuni, sum sá dagsins ljós á fyrsta sinni fyri 11 árum síðani. Meðan hon var eitt lítið barn, byrjaðu foreldrini at leggja merki til, at okkurt møguliga var galið við hoyrnini hjá Bjørt, tí hon var ikki so væl fyri reint málsliga, men børn menna seg jú so ym- iskt, so tey hugsa sum so, at málið mundi fara at koma seinni. – Vit løgdu m.a. merki til, at hon ikki rættiliga kundi hoyra, hvagani eitt ávíst ljóð kom. Men vit hugsaðu ikki tá, at hetta bein- leiðis var nakar trupulleiki, sigur Jórun. Tá Bjørt var knapt fýra ár, versnaði hoyrnin frá einum degi til annan, til at hon fekk rættu- liga niðursetta hoyrn. – Hetta var ein ræðulig tíð fyri okkum, tí vit vitstu ikki hvat hetta var, greiðir mamman frá. Eitt var so tað at hon var vorð- in fullkomuliga deyv, men tann stóri og ósvaraði spurningurin var: Hví? Hetta var munandi verri at fáa nakað svar uppá. Hildið varð eina tíð, at Bjørt kanska hevði í so nógv av vætu í oyrunum. Tískil varð sett eitt dren inn í oyuni fyri at savna hesa vætuna saman. Men tá tað so varð tømt væntaðu tey, at kanska at hoyrnin fór at blíva eitt sindur betur, men so var ikki. Greitt var nú, at hvørki vætan í millumoyranum ella nakað annað var orsøk til at Bjørt hoyrdi so illa, ella als einki. Hon var bara vorðin deyv. Her var ikki annað at gera enn at leita sær upp serkunnleikan á hesum øki. Soleiðis kom Bjørt í samband við Sernámsdepilin í Havn. Og hagani fekk hon sítt fyrsta hoyritól sum fýra ára gomul. Millum leikur Lætt er at skilja, at ein fýra ára gomul spræklig genta og eitt hoyritól ikki altíð hóska so væl saman. Í teirra verð skal heimurin jú granskast og kannast, og nógv viðurskifti skulu fáast uppá pláss. Tá er ikki altíð so lætt at verða noydd at ganga við einum slíkum tóli handan oyrað dag út og dag inn. Og tað viðgongur eisini mamm- an, tá hon lítur aftur á hesi árini. – Jú, hetta var ein strævin tíð. Bjørt kundi finna uppá at blaka hoyritólini alla møguliga staðni, tí hon tímdi illa, fyri ikki at siga als ikki at hava hetta tólið uppiá. – Tað var heldur ikki altíð so lætt at finna tað aftur, kanst tú ætla, tí hon kundi missa tað runt allastaðni. Puff ja, hvussu ofta vit hava leitað eftir hasum tólin- um, millum leikurnar og aðra- staðni í húsinum, tað havi eg ikki tal á, sigur Jórun. Søgur og ljóð Hesi árini — frá tí Bjørt var fýra til hon var vorðin átta — gjørdu foreldrini rættiliga nógv burtur úr at fyrireika og menna hana til eitt lív sum deyv. Tey vistu bert, at hoyrnin var farin at bila av álvara, tá hon var um fýra ár, og tey hálvavegna bíðaðu bert eftir degnum, tá hon gjørdist stokkdeyv. Hetta hendi so líðandi at hoyrnin versnaði, og fýra ár seinni var so at siga eing- in hoyrn eftir. Júst henda fyrireikingin gjørdi helst sítt til, at tað ikki kom óvart á tey at hon gjørdist deyv. Tey høvdu brúkt hesa tíðina ómeta- liga væl til at fyrireika seg — og dóttrina — uppá hesa fullkomu- ligu broytingina í samskiftinum teirra millum, og samskifti hen- nara við umheimin. Foreldrini settu sær nevniliga fyri at um tað ringasta skuldi henda – at Bjørt gjørdist stokk- deyv – so skuldi hon kortini vera so væl fyri málsliga, sum yvir- høvur tilbar. Tey gjørdu tí eitt stórt arbeiði við at lesa bøkur fyri henni og at siga henni søgur. Við hesum ynsktu tey at læra hana, hvussu orðini í bókunum ljóðaðu, tá tey vóru framborin. Tey ynsktu eisini at læra hana at frambera hesi orðini, soleiðis at hon sjálv kundi fáa eitt ávíst orðaval. Jú, barnaárini hjá Bjørt vóru av sonnum merkt av um- Bjørt framtíð við nýggjum - Bjørt kundi finna uppá at blaka hoyritólini alla møguliga staðni, tí hon tímdi als ikki at hava hetta tólið uppiá. Tað var heldur ikki altíð so lætt at finna tað aftur, tí hon kundi missa tað runt allastaðni. Puff ja, hvussu ofta vit hava leitað eftir hasum tólinum, millum leikurnar og aðrastaðni í húsinum, tað havi eg ikki tal á, sigur mamma Bjørt, Jórun Hvidbro SKÚLAFELAGAR Snorri Brend – Jú, Bjørt er ordiliga fitt. Í flokkinum hjá Bjørt gongur ein genta sum eitur Sunnrið. Og tær hava gingið í flokki saman líka síðani 1. flokk. Tá tær gingu í 1. flokki gjørdist møguligt hjá øllum næmingunum í flokkinum at fáa undirvísing í teknmáli. Í 2. flokki kundu tey sum tímdu og vildu, fáa eykaundirvísing í hesum nýggja málinum. Og Sunnrið hon var ein teirra, sum fór til hesar eykatímarnar. – Eg vildi øgiliga gjarna, og eg tímdi ordiliga væl at læra hetta, tí vit vóru vinkonur. – Eg vildi læra meg tað, so eg kundi tosa við Bjørt, sigur hon. Sunnrið heldur, at tað var eitt sindur trupult í byrjanini at læra hetta nýggja málið, men tað gjørdist lættari seinni. Tær eru framvegis vinkonur, og nýta nógva tíð saman. Tær spæla kort og teldur, og brúka nógva tíð á Barnabókasavninum. – Vit eru ikki altíð einigar um alt. Onkutíð vil eg eitt og hon nakað annað. Men vit eru kortini bestu venindur, sigur Sunnrið. – Eg VILDI tosa við Bjørt - Hóast vit ikki altíð vilja tað sama, so eru vit kortini vinkonur, sigur Sunnrið