Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 27. august 2005 29 sorgan og samskifti millum for- eldur og barn. Øll á skeið Samstundis við upplestur, frá- søgn av søgum og munnligum samskifti, byrjaðu foreldrini eisini at læra hana at tosa um- vegis teknmál. Ikki bert lærdi hon seg hetta — eisini familjan fór á eitt teknmálsskeið! Hetta var eisini ein strævin tíð, tí tað var so lætt at misskilja hvønn annan, tí hin parturin ikki til fulnar fataði tað, sum hin segði. Foreldrini vóru sjálv rættiliga virkin í hesum, og høvdu tí úr at gera við at tulka fyri Bjørt, tað sum hon sá og annars upplivdi. Bjørt vildi veruliga vita, hvat fyrifórst rundan um hana. Hon vildi til fulnar skilja tað, sum hon sá í barnasendingum í sjónvarpinum ella tá onkur film- ur var á skránni. Hóast onkur kann halda, at hetta hevur verið í meira lagi fyri foreldrini, so nýttu tey nógv av síni tíð í júst hesum samskiftin- um við dóttur sína. Forvitin Hinvegin so kann mamman í dag staðfesta, at hetta forvitnið eisini hevur verið til stóra hjálp hjá Bjørt. Hon ynskti nevniliga at fáa kunnleika um tað, sum hendi í hennara nærumhvørvi og um tað, sum foreldur hennara vóru upptikin av. Tá tey tosaðu í telefon ella lurtaðu eftir útvarpinum, so hugdi Bjørt ofta eftir andlits- bragdi teirra. Hon vildi hava greiðu á, um hetta vóru góð ella ring tíðindi. – Eg kann so mangan minnast, at um vit tóktust ørkymlað av einumhvørjum, so vildi hon hava at vita, hví so var. Mangan vóru vit troytt av hesum, tí hon var so forvitin og vildi hava alt at vita. – Tað kom tí ofta fyri, at vit bóðu hana steðga eitt sindur á. Men hinvegin — so mettu vit tað eisini vera sera positivt, at hon soleiðis vildi fylgja við í tí, sum gekk fyri seg rundan um hana. – Vit hava ongantíð tvungið hana til at skula fylgja við í tí, sum fór fram í hennara gerandis- degi. Hon hevur altíð sjálv spurt, og tað haldi eg vera ein sera góðan eginleika at hava, sigur Jórun. Mótstøða Soleiðis sum barnaárini gingu var ikki nógv sum bendi á, at Bjørt nakrantíð skuldi fáa hoyrn- ina aftur. Og tí hildu foreldrini bara fram eftir sama leisti í sam- skiftinum við barn sítt. Men fyri seks árum hendi kortini nakað, sum seinni skuldi gerast fyrsta stigið til at geva Bjørt hoyrnina aftur. Summarið ’99 vóru tey øll á summarlegu fyri deyv í Dan- mark, og tá varð nógv tosað um eitt nýtt tól - Cochlear Implant (stytt: CI) - sum kundi gerast til stórt gagn fyri tey deyvu. Hetta tólið var kortini rættiliga nýtt. Og tað var ikki frítt, at summi vóru fegin um hetta, men at ein nógv størri partur beinleið- is óttaðist fyri bæði sálarligum og likamligum hjáárinum av hesum tólinum. Hetta var ikki viðkomandi fyri Bjørt tá, tí hennara hoyrn var enn so mikið góð, at hon hjálptist við vanligum hoyritólum. Í 2002 vóru tey aftur á familjulegu í Castpergaard. Har vóru nógv børn við CI, og tá var tað at foreldrini sóu, hvussu stóra hjálp, summi børn høvdu fingið við CI. – Tað var heilt fantastiskt at vera vitni til hetta, hóast ymist er hvussu tey verða fyri við CI: Summi koma aldri at tosa tað stóra, og koma tí altíð at liva tætt í deyvaverðini. Tey settu seg í samband við ein oyrnalækna á Landssjúkra- húsinum, sum sendi tey víðari til Danmarkar. Í mars mánaði árið eftir fóru tey til forkanningar, at vita um Bjørt var egnað til hesa skurðviðgerðina. Tað var hon, tí longu 20. mai 2003 hevði Bjørt fingið eitt CI innsett í høgra oyrað sítt. Ein stór bagatell Broytingin hendi longu ein mán- að seinni, tá ljóð var sett á fyrsta sinnið til hetta nýggja tólið. So við og við var sett meiri styrki á, og aftaná umleið hálvt ár var styrkin, har hon skuldi liggja. Hetta var heilt heilt ótrúligt, minnist Jórun afturá. – Nú kundi hon hoyra nógv av tí, sum vit søgdu við hana. Hon kundi fylgja við í tí, sum fór fram rundan um hana, og hon kundi eisini so smátt byrja at tosa og hoyra tað talaða orðið. Tað gjørdist eisini lættari í skiftinum millum Bjørt og foreldur hennara: Tá tey róptu á hana, so vendi hon sær við beinanvegin og svaraði. – Hetta kann kanska tykjast sum ein bagatell fyri mong. Men fyri okkum hevði hetta sera stóran týdning, tí nú kundu vit av álvara tosa við okkara barn. – Ja, hetta var í roynd og veru ein heilt fantastisk broyting. m tóli - Tá eg fekk hetta nýggja hoyritólið gjørdist eg so kløkk at eg græt, sigur 11 ára gamla Bjørt, sum fyri tveimum árum síðani fekk eitt CI sett inn í høgra oyrað HOYRITÓL Snorri Brend Undir samrøðuni við mammuna hevur Bjørt sitið og lurta við áhuga. Hon er eisini komin við viðmerkingum til ymiskt av tí, sum mamman hevur sagt. Og Bjørt minnist væl til dagin, tá hon fekk CI ísett — henda minniliga várdagin fyri tveimum árum síðani. – Tann fyrsta dagin aftaná hevði eg nokkso ilt. Men so vandi eg meg við tað, sigur hon. Tá ein fær eitt CI ísett, so verður tað ikki sett til beinanveg- in. Ein letur eina tíð ganga, fyri at sárið kann verða grøtt, áðrenn man setur tólið á staðið, har skurðurin hevur verið. Ein mánað eftir ísetingina varð so eitt sera veikt ljóð sett til CI’ið á fyrsta sinni. Men hvussu virkaði tað uppá 9 ára gomlu Bjørt? – Eg bleiv heilt øgiliga kløkk, tá eg nú knappliga kundi hoyra aftur, minnist hon. – Ja, eg bleiv so kløkk at eg fór at gráta! Tað gekk tó skjótt og væl at venja seg við hetta nýggja tólið, og í dag hevði hon ikki kunnað hugsað sær til eitt lív uttan hetta. Superglað Til tess at lætta um hjá henni í skúlanum hevur hon ein deyva- lærara við í tímunum. Uppgávan hjá deyvalæraranum er eitt sindur øðrvísi nú, tá Bjørt hoyrir sumt, men ikki alt, tí har er jú nógvur gangur í einum flokki. Og tað er júst í hesum, at tað ikki altíð er so lætt við einum CI, tí ikki bert talan, men eisini larmurin verður forsterkaður! Í flokki sínum situr Bjørt mitt í flokkinum, og fær nógv við av tí, sum verður sagt, undirvíst og lisið upp. – Tað er sjálvandi best, tá tað er púra friðarligt inni í flokkin- um, sigur Bjørt, og sum tí leggur stóra orku í at konsentrera seg um tað, sum hon hoyrir læraran siga, eins og hon lesur av rørsl- urnar í varrunum. Hon vil bara hava alt við! Eftir skúlatíð er Bjørt eisini sera virkin: Hon gongur til fim- leik, er við til frítíðararbeiði og hevur verið við í barnaarbeiðin- um Kongsins Herlið saman við eini vinkonu. Henni dámar eisini væl at svimja saman við hinum vinkon- unum. Tá ger hon ikki mætari enn at taka hoyritólið av, og svimur, sum um einki annað var hent, enn júst tað at hon hesa løtuna ikki hoyrir nakað. – Jú, eg eri øgiliga glað fyri hetta hoyritólið - superglað!, sigur hon. – Eg hevði eitt annað hoyritól, tá eg var lítil. Men hetta — hetta er 1000 ferðir betri, sigur Bjørt. – Hetta er 1000 ferðir betri Cochlear Implant (stytt:CI) CI er kunstig hoyrn, sum er sett inn í oyrað. CI er ætlað teimum, sum eru sera tunghoyrd ella eru stokkdeyv, eins og børnum, sum eru fødd deyv ella eru sera tunghoyrd. Aftanfyri oyrað verður inn- opererað eitt implantat — ein móttakari, sum er á stødd við eina 5-krónu. Og tað er gjøgnum henda, at ljóðið verður móttikið og sent víðari til heilan. Í dag hava 500 danir CI, harav helmingurin er børn. Í Føroyum eru trý børn við Ci. Tær práta saman og hugna sær í fríkorterinum – Bjørt og floksfelagarnir Eingin sær at Bjørt gongur við serstøkum hoyritóli, sum hevur vent upp og niður á hennara lív. Hon er við í spælinum og er við í flokkinum