leygardagur 27. august 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 162 - 27. august 2005
Dagny Joensen
Dagurin í dag er stórur dagur í
gróthúsinum í dr. Jacobsensgøtu.
Har búgva Rúna Mortensen og
Nemus Napoleon Djúrhuus.
Dagurin í gjár var eisini merkis-
dagur, men tað koma vit aftur til.
Rúna og Nemus eiga fimm
børn. Tað elsta er 27 og tað
yngsta 11 ára gamalt.
Tá vit vitjaðu í gróthúsinum í
gjár, var Nemus ikki inni. Hann
var farin til handils, segði Rúna
og bjóðaði innar. Rúna, sum
hevur arbeitt í Svimjihøllini í 20
ár, hevur fingið sær summarfrí í
samband við brúdleypið.
Stutt eftir gongur hurðin og
Nemus kemur brestandi inn við
einum fransbreyði í aðrari hond-
ini og einum blómutyssi í hinari.
Hann biður góðandag og fer
beinleiðis yvir til Rúnu, kyssir
hana og ynskir henni tillukku.
Tá spurt verður, um tað ikki er
í so tíðliga, sigur Rúna brosandi,
at tey hava 25 ára trúlovilsisdag.
– Hví giftast eftir so langt
tíðarskeið?
Rúna: – Lat meg bara siga tað
sum er. Tað er mín skyld at vit
giftast eftir at hava verið saman í
28 ár. Eg havi altíð sagt, at eg
vildi giftast áðrenn eg bleiv 50
ár. Tað verði eg í næsta mánað,
so hví ikki?
Hevur játtað at møta
Nemus hvat sigur tú til giftar-
málið?
- Jú, eg havi játtað at møta
upp, annað er helst ikki at gera,
sigur Nemus skemtandi og
heldur, at tað eisini er upp á tíð-
ina, nú tey hava fingið eitt
barnabarn. Ommur og abbar eiga
at vera gift. Harnæst ber heldur
ikki til, at vera ógiftur í Føroy-
um. Tú skal skriva undir so
nógvar sáttmálar um tú ikki
giftist, at tað stutt sagt ikki loysir
seg at lata vera at giftast.
– Tað er eisini lættari um ein
okkara fellur frá. Tað er ikki sum
t.d. í Danmark, har fólk verða
mett sum gift, tá tey hava livað
saman eitt ávíst áramál, sigur
Rúna.
Yngsti sonurin situr uppi á
køksborðinum og lurtar. Spurdur
um hann ikki helt tað vera stutt-
ligt at foreldrini fóru at giftast,
svarar hann avgjørdur: Nei!
Aftaná kvikar hann sær at siga:
Tey nýttust ikki at giftast ein
leygardag, tá eg skal spæla dyst.
Brosandi leggur hann aftrat:
Tvætl, tað er bara stuttligt.
So er tað fingið upp á pláss.
Seinastu dagarnar hevur parið
havt úr at gera við at skipa fyri
móttøku, sum verður í Sjónleik-
arhúsinum seinnapartin.
Nemus, sum er húsasmiður,
hevur ikki verið so nógv við í
rokinum, av tí at júst henda tíðin
krevur nógv av honum á
arbeiðsplássinum. Hann hevur
arbeitt 60 tímar seinastu vikuna,
fyri at fáa eina fríløtu, sum varir
til týsdagin, tá arbeiðið aftur
bíðar eftir honum.
Umframt at vera húsasmiður er
Nemus eisini dómaravegleiðari.
Ítrótturin fyllir nógv, og í dag
skal hann niðan at kálka Tórs-
vøll, av tí at B36 og FC - Midt-
jylland skuldu dystast í gjár-
kvøldið. Áðrenn tað kvikar hann
sær til Tótu at verða kliptur, og
ein klædning skal hann eisini
keypa sær. Sum eitt fok er hann
farin á dyr.
Á brúðarferð við 12. Manni
– Skulu tit ikki á brúðarferð?
– Jú, vit fara til Fraklands við
12. Manni, sigur Rúna og brosar.
Tey hava bílagt sær pláss á
einum glæsiligum gistingarhúsi í
Paris, har tey skulu búgva í seks
dagar. Samstundis verður møgu-
leiki at fara til landsdystin hjá
føroyingum, sum spæla 3.
september í Lens.
Tað er Heðin Mortensen, borg-
arstjóri, sum skal víga Rúnu og
Nemus. Rúna ringdi til hansara
ein dagin og spurdi, um hann
ikki kundi gera sær eina tænastu.
Heðin Mortensen suffaði í
hinum endanum og spurdi, um
tað kostaði nakað.
– Nei, tað haldi eg ikki, svar-
aði Rúna. Eg vil bert spyrja teg,
um hann kundi gifta meg og
Nemus 27. august?
Tað var leyst og liðugt beinan-
vegin, sigur hon.
Spurd um hon fór at vera hvít
brúður, sigur Rúna, at tað verður
hon ikki. Hóast hetta er dagin
fyri stóra dagin, hevur Rúna ikki
avgjørt, hvat hon skal fara í.
– Eg eri ikki nøkur kjólakona,
so tað eg fari í, skal helst vera av
slíkum slag, at eg kann brúka tað
aftur, sigur Rúna, sum kvikar sær
niðan í Sjónleikarhúsið at gera
síðstu fyrireikingarnar til mót-
tøkuna.
Hóskandi karmur
Sjónleikarhúsið er hóskandi
karmur um brúdleyps móttøkuna
seinnapartin. Har hava børnini
og Rúna havt sína gongd í nógv
ár. Elsti sonurin er kendur sjón-
leikari og Rúna er nevndarlimur í
Havnar Sjónleikarfelag og hevur
eisini verið við í fýra sjónleikum.
– Børnini hjá okkum hava
drigið okkum ein veg og vit hava
togað tey við okkum annan veg.
Tí er Sjónleikarhúsið týðandi
stað fyri nøkur okkara, eins og
ítrótturin er fyri Nemus og ein av
synunum.
Rúna situr hugsunarsom lítla
løtu og sigur síðani:
– Tað er sum við so nógvum
øðrum, tá tú kemur upp í
fimmtiárini. Tú hugsar øðrvísi.
Áður bar alt til og tú hevði orku,
sum tú ongantíð helt fór at broyt-
ast. Sum árini líða verður álvarin
í lívinum meira hjáverandi, og
vit fáa størri ábyrgd fyri familj-
uni sum heild. Umframt at tað
sjálvandi er stuttligt og hátíðar-
ligt at giftast, so er tað eisisni ein
staðfesting av lívinum hjá
okkum, sum familja, sigur Rúna,
sum eftir giftarmálið sjálvandi
eisini eitur Mortensen til eftir-
navn.
Ongantíð ov seint at giftast
Tað kunnu Runa og Nemus Napoleon sanna, sum eftir
28 ára samlív hava avgjørt at giftast í dag
Tað er ongantíð ov seint. Rúna Mortensen og Nemus Napoleon Djurhuus hava verið saman í 28 ár, eiga fimm børn
og eitt barnabarn, so nú er bert eftir at giftast