leygardagur 27. august 2005síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 162 - 27. august 2005
HUGLEIÐING
Tummas Lenvig
Sum fyrr hevur verið nevnt
í bløðunum, funnust nakrir
av teimum monnum, sum í
1941 vóru við at gera
flogvøllin í Reykjavík,
saman í apríl í ár á Hotel
Hafnia í Havn. Nú vóru 64
ár liðin. Av teimum
hálvtriðjahundrað
monnunum, sum við
høvdu verið, hittust nú 14
aftur. Hetta vóru tó ikki
allir, sum eru á lívi, nakrir
settu sær ikki føri at
luttaka. Fyrireikararnir at
fáa hesa stevnu í lag vóru
Thorbjørn Lisberg í
Trongisvági saman við
Jákup Michaeli Mikkelsen
á Toftum.
Henda samkoming var
frálíkt tiltak. Mangt minnið
kom fram aftur og havt á
orði um krígstíðina, um
tilburðir á sjógvi og landi,
tó mest um ferðina til
Íslands og um arbeiðið og
umstøðurnar har. Eisini
varð tikið til máls um,
hvussu hættislig í grundini
henda ferð hevði verið
millum londini við so
nógvum fólki ísenn í
ringastu vanda- og
skaðatíðini her um vegir
tá.
Eftir hugnaliga samveru
og gott borðlag tók
Thorbjørn orðið og segði
nøkur samhugað og
viðkomandi orð og endaði
við uppskoti um at gera
eina summarferð í felag
saman til Suðuroyar í
sambandi við, at hin nýggi
Smyril eftir ætlan skuldi
setast í sigling í summar.
Sjálvur er Thorbjørn
royndur formaður og
ferðaleiðari hjá
pensionistum. Hann beyð
sær til at leggja ferðina til
rættis og at skipa fyri.
Hetta var gott tilboð.
Tíverri kom nýggi
Smyril ikki til tíðina, sum
øll høvdu vónað, men
fyrireikararnir hildu nú, at
væl bar saktans til kortini
at gera hesa ferð við
verandi skipi og at koma
suður fyri ólavsøku. Avrátt
varð at koma 21. juli og at
liggja nátt á
ferðamannaheiminum í
Øravík. Hetta kom í lag, tó
nú komu ikki allir við,tá ið
saman um kom. Men fýra
aðrir komu við nú, sum
ikki vóru við fyrr, tríggir
úr Suðuroy og ein úr
Miðvági. Umframt var
kona ein luttakara eisini
við.
Um hesa ferð kann
sigast, at hon eydnaðist
stak væl á allan hátt.
Dagurin 21. juli gjørdist
hin fagrasti av øllum, ið
verið hevur á sumrinum
Væleydnað summarferð t
Uppi við altarið í Fámjins kirkju. Fremst stendur Jákup Michael Mikkelsen
Torbjørn Lisberg greiðir frá í kirkjuni í Fámjin
Nakrir av teimum, sum í
1941 vóru við at gera
flogvøllin í Reyjkjavík hittust
í apríl á Hotel Hafnia í Havn
64 ár eftir. Av teimum
hálvtriðjahundrað, sum við
høvdu verið, hittust nú 14
aftur