leygardagur 27. august 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2005
33
við dýrdarveðri og sólskini
av heiðum himni allan
dagin til seint á kvøldi.
Tá ið Smyril legði at
landi á Tvøroyri nakað
eftir middag, stóð bussur
frá ferðaheiminum fyri
okkum, og eftir stuttari
løtu komu vit vegin fram
til gistingarhúsið í Øravík.
Har hittu vit tveir av
teimum, sum nú komu við
okkum og seinni kom hin
triði eisini. Hann er lamin
og sat tí í koyristóli, men
vit fingu at vita, at hesin
maður, Poul Michelsen á
Tvøroyri, var hann, sum
fyri nøkrum árum síðan
hevði fingið til vegar lista
yvir allar menninar, sum
fóru til Íslands í 1941.
Hetta søguliga skjal
hansara kom í Sosialin nr.
31 í ár, og tað er hesin
maður, sum var upprunin
til hugskotið at finnast
aftur. Annar maður er ein
av arbeiðs-formonnunum í
Íslandi, Karl Jespersen av
Tvøroyri. Hann er nú u. 90
ár, men kortini enn sum
áður umhugsin í
samfelagsmálum og lesur
eisini tíðindabløð úr
Íslandi eins og okkara
egnu. Kendur er hann sum
álitis- og oddamaður langt
áramál í »Fylking« og veit
um mangt takið at siga í
lønarmálum. Tað var sera
áhugavert at hitta henda
mann aftur eins og allar
hinar eisini.
Vit kendu okkum
beinanvegin sum heima í
Øravík. Fyristøðufólkini
gjørdu sítt alrabesta og
innanhalla vóru heimlig
høli bæði uppihaldsrúm
sum matarhøll og
náttklivar. – Tá ið vit
høvdu fingið ein bita undir
tonnina og heitt niður á
hjartað og eisini prátað
saman eina løtu, varð farið
við bussi suður eftir oyggj.
Og tað má sigast, at hjá
honum, sum ikki hevði
verið her um vegir fyrr,
gjørdist túrurin bygd úr
bygd sera áhugaverdur og
hugtakandi, klárviðrað og
sólskin alla tíðina. – Vit
endaðu í Sumbiartunlinum
og komu í syðstu og
søguríku bygdina Sumba.
Hann, ið sum ungur las
Sagnir og Ævintýr eftir
Jákup Jakobsen, men ikki
hevur verið á ferð her fyrr,
fær mangt at hugsa um, tá
ið ein fróðarmaður sum
Thorbjørn Lisberg situr í
bussinum og greiðir frá, tí
almikið er at siga frá um
kend støð og staðarnøvn
og um minniligar tilburðir
o.s.fr. Her skal bert verða
nevnt, at tá ið ein fær at
síggja forna landnáms- og
offurstaðið Hørg í Sumba
og síðan lítur út at
Holminum og haðan út í
hav og eftir tað kemur
niðan á hitt navnframa
Beinisvørð og ikki at
gloyma hitt forna søgu- og
sagnkenda Akrabyrgi, tá er
tað, eins og Føroya
túsundára gamla søga gerst
livandi og veruleikanær.
Um ferðina er annars at
siga, at tíðin varð væl nýtt.
Eisini dagin eftir koyrdu
vit í bili, nú serliga til
kend støð á Tvøroyri og í
Froðba. Vit náddu norður
at Hvalbøar tunlinum, men
komu ikki norðurum.
Allastaðni kundu síggjast
vælhildin heim og
ruddiligir býlingar. Serliga
kom einum fyri øll tann
slætta og grasgóða
innangarðsjørðin eins og
somuleiðis víð og
góðkendi uttangarðs bæði
her og mangar aðrarstaðir
sum neyvan finnst betri
her fyri norðan.
Tá ið farið varð norður
aftur við Smyrli u.
fýratíðina, vóru
luttakararnir á einum máli
um, at ferðin hevði verið
góð og væleydnað. Eina
stóra tøkk fær Thorbjørn
fyri hansara ómak og
somuleiðis hjálparmaður
hansara á Toftum, Jákup
Michael. Men serliga siga
allir luttakararnir fyri-
støðufólkunum á gistingar-
húsinum stóra tøkk fyri
góða móttøku og heimligt
tilhald.
At enda skal her eitt
ynski verða framborið um,
at hin nýggi Smyril skjótt
kann koma at knýta
Suðuroy tættari at okkum
her norðuri, og at framtíðin
gerst holl við bjørtum
vónum og framgongd.
til Suðuroyar
Standandi nr. 2 frá vinstru er Karl Jespersen, ið var ein av arbeiðsformonnunum.
Sitandi nr. 1 frá vinstru er Poul Michelsen á Tvøroyri og honum við lið Eli Bech,
bygdarmaður hansara, sum saman við pápa og bróður sínum gekk burtur á útróðri undir
Íslandi í 1944.
Frá vinstru: Tórstein av Sandi, Tummas úr Hesti, Johan av Sandi, Karl Jespersen, formaður,
Martin av Sandi og Dánial úr Hesti.
Nr. 1 frá vinstru er Bernhard Joensen, Gjógv, sum var kvartermeistari.
Nr. 5 frá vinstru er Ábraham Ábrahamsen av Strondum, sum var ein av
arbeiðsformonnunum
Í Fámjins kirkju hongur Føroya søguliga tjóðarmerkið
Myndir úr Íslandi 1941