leygardagur 27. august 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 162 - 27. august 2005
Rabah fann li
ÚTLENDINGURIN
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
– Vinmenn mínir úr Belgia góvu
mær eitt ár. Onkur helt fyri, at eg
kanska fór at klára heili tvey.
Men ikki meir. Teir ynsktu mær
góðan túr til Alcatraz (ameri-
kansk fangaoyggj, blðm.) og
bóðu meg senda teimum postkort
av paradísisku pálmunum og
strondlívinum á tropisku oynni,
sigur hann flennandi.
44 ára gamli Rabah Benba-
koura, sum er úr Algeria, men
rýmdi úr heimlandinum til
Belgia við familju síni longu
sum tvey ára gamal, flutti til
Føroya í 1998. Hann hevði
ongantíð verið í landinum fyrr
og visti heldur einki um Føroyar.
Hann dylur ikki fyri, at hann
var óttafullur, tá hann á fyrsta
sinni setti sín fót á føroyska jørð,
tí alt var honum fremmant. Fara
tey at taka ímóti mær? Hvat fara
tey at hugsa um mín myrka
húðarlit? Um mín samleika sum
afrikanari? Spurningarnir vóru
nógvir, tá kvinnan í hansara lívi,
Ruth Fjallsá úr Tórshavn, hevði
yvirtalað hann at geva Føroyum
ein møguleika.
Fremmandar Føroyar
Men síðani 1998 hevur hann
gjørt vinmenn sínar so dyggiliga
til skammar. Nú hevur hann
verið í sjey ár í tí landinum, sum
hann og vinmenn hansara ikki
funnu í atlasinum, tá Rabah
skuldi vísa teimum, hvagar leið
hansara gekk.
Og við konu og trimum børn-
um hevur hann í Kovalág í Havn
fingið sítt egna heim upp at
standa. Fyrstu trý árini var hann
á fyritøkuni El-Mek, og síðani
2001 hevur hann arbeitt sum
elektrikari hjá SEV.
Og hann er skjótur at fara upp
í kórið av teimum útlendingum,
sum Sosialurin seinastu seks
vikurnar hevur sett stevnu, og
slær fast, at hansara skeptisku
tankar yvirfyri nýggja og fjar-
skotna landinum skjótt vórðu
punkteraðir.
– Eg kom til Føroya við tí lyfti
frá Ruth, at vit kundu flyta aftur
til Belgia, um eg ella vit ikki
trivust í landinum. Alt var
fremmant, og eg visti ikki, hvat
eg fór í holt við. Eg eri franskt-
talandi og dugdi illa enskt, og
málið var tí eisini ein trupulleiki.
Men lyftið frá Ruth havi eg ikki
brúk fyri í dag, tí eg trívist í
Føroyum. Landið er trygt og gott
fyri míni børn at vaksa upp í. Eg
havi eitt arbeiði, sum mær dámar
sera væl, og sum heild njóti eg
lívið í Føroyum, slær 44 ára
gamli Rabah fast.
So tá alt kom til alt, var talan
als ikki um nakra fangaoyggj.
Borgarakríggj í
heimlandinum
Rabah Benbakoura er føddur í
1960, og hetta var sama árið,
sum Algeria fekk fullveldi eftir
hundrað ár sum franskt hjáland.
Eftir hart stríð og nógvar saman-
brestir vórðu fraklendingar riknir
úr landinum.
Tá fraklendingar vóru horvnir,
íkom samstundis eitt stórt tóm-
rúm. Viljin til vald varð so sterk-
ur millum ymsu bólkarnar í
Algeria, at borgarakríggj skjótt
herjaði. Kommunistarnir, víð-
gongdu muslimarnir, nationalist-
arnir, stuðlarnir hjá franskmonn-
um og demokratarnir royndu allir
sítt ítarsta at koma til valdið, og
mong fólk lótu lív í samanstoyt-
unum. Millum annað mammu-
beiggi Rabah, sum varð skotin av
víðgongdum muslimum.
– Pápi mín hevði eitt inniligt
ynski um eitt betri lív, og hann
tók avleiðingarnar av ófriðinum
og rýmdi úr Algeria. Vit kundu
ikki fara til Fraklands, tí eftir
drúgva stríðið millum Frakland
og Algeria vóru algerskir íbúgvar
ikki væl dámdir í Fraklandi. Vit
máttu so finna eitt annað franskt-
talandi land, sum so gjørdist
Belgia, greiðir Rabah frá.
Familjan kom til Belgia, og
foreldrini komu skjótt á arbeiðs-
marknaðin og vóru før fyri at
forsyrgja sínum børnum. Eftir
loknan fólkaskúla fekk Rabah
sær útbúgving sum múrari. Hann
arbeiddi sum múrari í nøkur ár,
áðrenn hann fór at lesa til arki-
tekt. Men eftir tvey ára lesnað
skifti hann kós og fullførdi í
staðin útbúgving sum elektrikari.
Og skjótt stovnaði hann egið
virki og gjørdist sjálvstøðugt
vinnurekandi elektrikari.
– Eg megnaði at skapa mær
eina góða tilveru í Belgia, men
eg arbeiddi sanniliga hart fyri
tað. Hesi árini vóru hørð og
strævin, minnist Rabah aftur.
Spurdur, um tað ávirkaði hansara
lív at vera tilflytari úr Afrika,
nikkar Rabah samtykkjandi.
– Sum tilflytari merkti eg altíð,
at eg skuldi avrika nakað eyka og
prógva mítt virði. Talan var ikki
um nakra ógvusliga rasismu,
men kortini eru tilflytarar í eini
støðu, sum ger, at teir fyrst mugu
bróta niður nakrar fordómar,
áðrenn teir kunnu kenna seg væl,
sigur Rabah.
Hann sigur, at hetta upplivdi
hann øll árini í Belgia, men hann
leggur afturat, at partvísi illviljin,
sum belgiarar høvdu móti út-
lendingum, var av teirri einfaldu
orsøk, at har vóru alt ov nógvir
tilflytarar.
– Eg var ein teirra, og eg skilji
væl, at fólk á ein ella annan hátt
gerast skeptiskt, tá fremmanda-
fólk floyma inn yvir teirra land,
sigur Rabah álvarsamur.
Rýmdi við Ruth
Lívið sum sjálvstøðugt vinnu-
rekandi gjørdist skjótt ov strævið
fyri Rabah. Hann sigur, at hann
hevði heilt einfalt ov nógv at
gera, og frítíðin var minimal. Tí
fann hann sær nýtt arbeiði á
einum hotelli í Bruxelles. Ein
tilvildarligan dag í 1996 hitti
hann eina føroyska kvinnu við
navninum Ruth, sum var og
vitjaði systir sína í belgiska
høvuðsstaðnum.
Og har var einki at fara skeiv-
ur av. Rabah hevði funnið sína
kvinnu, og eftir eitt ár saman í
Belgia fluttu tey til Føroya og
giftust eisini sama árið. Sum
áður nevnt var hann skeptiskur
um at flyta, men í dag er vent í
holuni.
– Tað fyrsta, eg varnaðist, vóru
mongu litirnir í tykkara landi.
Húsini vóru málað í alskyns
litum, og hetta var ein sjáldsom
sjón hjá einum menniskja, sum
bert er vant við gráa stórbýin. Eg
minnist, at eg í mínum stilla og
heldur óttafulla sinni vónaði, at
mongu litirnir reflekteraðu
tykkara lyndi, so tað eisini var
pláss fyri mær, sigur Rabah
Benbakoura.
Skjótt fann hann útav, at tað
eisini var pláss fyri honum. Hann
greiðir frá, at hann kallaði
nýggja land sítt fyri "The Rain-
bow Country" (Ælabogalandið),
og í sama viðfangi insisterar
hann uppá at senda eina heilsan
til sína verfamilju.
– Fyrstu tíðina var eg sjálvandi
mest saman við nýggju familju
míni, og verfamilja mín var
fantastisk. Tey tóku ímóti mær
við opnum ørmum, og tey fingu
- Tað fyrsta, eg varnaðist, vóru mongu
litirnir í tykkara landi. Eg vónaði í mínum
stilla og heldur óttafulla sinni, at mongu
litirnir reflekteraðu tykkara lyndi, so tað
eisini var pláss fyri mær. Tað sigur 44 ára
gamli Rabah Benbakoura úr Algeria, sum
hevur búð í Føroyum síðani 1998. Í
samrøðu við Sosialin greiðir hann m.a. frá,
hvussu hann upplivdi, at tað eisini var pláss
fyri honum í fremmanda landinum í
útnorði