leygardagur 27. august 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2005
35
itfagra landið
meg at kenna meg væl. Hetta fari
eg ongantíð at gloyma, slær
Rabah fast.
Skjótt vórðu børn sett í verð-
ina, og í dag eru tey trý í tali.
Vrakaði Islam
Orsakað av at familjan flutti úr
Algeria, longu tá Rabah var tvey
ára gamal, hevur hann í dag av-
markað samband við sítt heim-
land. Hann kennir seg eins nógv
sum belgiara, men foreldur
hansara syrgdu fyri, at hann fekk
algersku mentanina inn við
móðurmjólkini. Rabah kemur frá
eini muslimskari familju, men
hesin parturin av bakgrund
hansara hevur hann vent bakið.
– Eg vendi Islam bakið á
ungum árum. Eg tók ikki undir
við teimum mongu reglunum,
sum eru í islamsku siðvenjuni.
Eg var og eri serliga ímóti, at
kvinnan ikki hevur hægri status í
islamsku mentanini, sigur Rabah.
Í staðin konverteraði hann sum
ungur til protestantiskan kristin-
dóm. Hann greiðir frá, at hann
longu sum 12 ára gamal valdi
protestantiskan kristindóm sum
skúlafak, hóast honum stóð í
boði at fáa undirvísing í bæði
katolisismu og Islam. Hann var
serliga hugtikin av, at trúgvin er
alfa og omega í kristnu trúnni. At
tað ikki snýr seg um reglar og
fleiri reglar, men um eina innaru
sannføring.
– Tað hevur altíð búð ein lítil
uppreistrarmaður í mær, og eg
vendi mær tíðliga í mínum lívi
ímóti trúnni hjá mínum foreldr-
um. Men hetta góvu tey mær
eisini loyvi til, minnist Rabah
aftur.
Afrikanska vónloysið
Gjøgnum sítt lív hevur hann lisið
alt tað, hann hevur fingið fatur á
um Algeria. Og tað er við sorg,
at hann eygleiðir sítt heimland.
– Algeria er eins og restin av
Afrika. Kriminalitetur, korrup-
tión, ófriður og fátækradømi
herjar, og tað er ikki vorðið betri,
síðani landið gjørdist sjálv-
støðugt í 1960, greiðir Rabah frá.
Sum upprunaligur borgari úr
triðja heiminum er Rabah áhug-
aður í viðurskiftunum í Afrika.
Hann fylgir væl við, hvat fer
fram í hansara heimlandi og á
afrikanska kontinentinum, og
hann hevur eisini sínar mein-
ingar um, hvørjir trupulleikarnir
eru.
– Útbúgving, útbúgving og
aftur útbúgving. Hetta er tað,
sum triði heimurin skríggjar
eftir. Trupulleikarnir verða ikki
loystir, so leingi fólkið ikki
hevur atgongd til útbúgving, slær
Rabah fast.
Men er hetta ikki ein spurn-
ingur um pening? Eru manglandi
útbúgvingarmøguleikarnir í
triðja heiminum ikki orsakað av,
at eingin peningur er at fíggja
eitt útbúgvingarverk?
– Tað er partvís ein myta, at
afrikansku londini ikki hava ráð.
Algeria situr á einum eldorado
av náttúrutilfeingi og útflytir eina
rúgvu av olju og gassi, sum er
høvuðsídnaðurin í landinum.
Hesar milliardirnar kundu sakt-
ans verðið nýttar at byggja skúlar
kring alt landið, so nýggja
ættarliðið fekk eina útbúgving.
Trupulleikin er ikki vantandi
peningur. Trupulleikin er, hvussu
peningurin verður nýttur, sigur
Rabah Benbakoura.
Hann metir, at vit skilja ikki
trupulleikan, um vit ikki skilja,
at fleiri afrikanskar stjórnir als
ikki hava áhugan í at menna sítt
land og fólk. Tvørturímóti er
fólkið teirra fíggindi, tí fólkið er
einasta hóttanin móti teirra valdi
og ríkidømi. Tí gera valdsharr-
arnir alt fyri at varðveita sítt
vald, og tí endar allur peningurin
í lummunum á teimum fáu.
Fólkið skal í staðin avvápnast og
haldast í leinkjum.
– Eg eri dapurskygdur, tá eg
skal spáa um framtíðina hjá afri-
kanska fólkinum. Neyðhjálpin úr
vesturheiminum loysir ikki
kreppuna, tí at høvuðstrupul-
leikin er ikki fíggjarligur, sum so
mangir vesturevropearar halda.
Trupulleikin er býtið av fíggjar-
liga tilfeinginum, sigur norður-
afrikanski maðurin við eini rødd,
sum avdúkar, at hetta evnið
liggur honum tungt á hjarta.
Seinasta ferðin, at Rabah
vitjaði sítt heimland, var í 1985.
Á veg út úr landinum var hann
steðgaður av nøkrum vaktar-
monnum, sum søgdu, at hann
manglaði nøkur pappír. Hann var
tí noyddur at vera verandi í
Algeria næstu tíðina, áðrenn
hann gjørdi tað, sum altíð loysir
seg: Hann gav røttu persónunum
tann peningin, teir vildu hava, og
so slapp hann umborð á flog-
farið, sum førdi hann heim aftur
til Belgia.
Og síðani 1985 hevur hann
ikki vitjað sítt heimland.
Vitan er vald
Eftir at hava hugleitt um heim-
londini Algeria og Belgia er
Rabah Benbakoura ikki í iva um
sítt svar, tá hann verður spurdur,
hvat hann kundi hugsað sær øðr-
vísi við føroyska samfelagnum.
Hvat hann onkursvegna kann
finnast at við sínum "ælaboga-
landi".
– Tit skulu leggja størri dent á
útbúgving. Hóast tit hava eitt
útbúgvingarverk, sum fevnir um
tey flestu, eiga tit at satsa meiri
uppá útbúgving, vitan og gransk-
ing. Bíðilistarnir eru ov langir til
fleiri útbúgvingar í Føroyum,
møguleikarnir at granska eru ov
avmarkaðir, og tykkara universi-
tet skuldi verið nógv størri við
fleiri tilboðum, slær Rabah fast.
Tað sæst á øllum brøgdum, at
Rabah er sera upptikin av út-
búgvingarpolitikki. Hann sigur,
at eitt av fremstu idealum hans-
ara er, at eitt og hvørt menniskja
skal hava rætt til at nema sær
kunnleika. At útbúgving - eisini
hægri útbúgvingar - er ein
mannarættur, sum skal virðast. Tí
skuldu møguleikarnir og tilboð-
ini í Føroyum sambært honum
verið bæði fleiri og fjølbroyttari.
Og meðan prátið snýr seg um
útbúgving, nevnir Rabah eitt
eyðkenni við føroyingum, sum
ikki hevur verið nógv at hoyrt til
fyrr.
– Eitt tað fyrsta, eg legði til
merkis í Føroyum, var, at før-
oyingar fylgja ser væl við, hvat
fer fram úti í stóru verð. Í Belgia
upplivdi eg, at hvør hevði nóg
mikið við sínum, men í Føroyum
fái eg eyga á ein nógv breiðari
og víðari áhuga fyri tí, sum
hendir uttan fyri landoddarnar.
Eg haldi orsøkina vera, at av tí at
tit liva á eini isoleraðari oyggj,
verða tit noydd at fylgja við
gongdini uttanfyri Føroyar og
gerast við hesum meiri global
enn borgararnir á evropeiska
meginlandinum, sigur Rabah.
Og tí metir hann, at føroysku
myndugleikarnir skuldu gagnnýtt
globalu tilvitskuna í størri mun.
M.a. við at kombinera globalu
tilvitskuna við fakliga vitan, so
føroyingar kunnu standa seg
betri í kappingini við útheimin.
– Lívið snýr seg jú í stuttum
um at fáa vitan og innlit í ta
tilveru, vit eru partur av. Vitan er
vegurin fram, bæði persónliga og
samfelagsliga, og hetta er
fremsta uppgávan hjá eini og
hvørjari tjóð at veita sínum borg-
arum, endar Rabah Benbakoura
úr Algeria.
- Eg kom til Føroya við tí lyfti frá konu míni, at vit
kundu flyta aftur til Belgia, um eg ella vit ikki
trivust í landinum. Alt var fremmant, og eg visti
ikki, hvat eg fór í holt við. Men lyftið frá Ruth havi
eg ikki brúk fyri í dag, tí eg trívist í Føroyum.
Landið er trygt og gott fyri míni børn at vaksa upp
í. Eg havi eitt arbeiði, sum mær dámar sera væl, og
sum heild njóti eg lívið í Føroyum, slær 44 ára
gamli Rabah Benbakoura úr Algeria fast
Mynd: Álvur Haraldsen