Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 162 - 27. august 2005 ?????????? Maud Julianna Næs Hóskvøldið hoyrdist, at um veðurlíkindi vóru var farið til Dímunar. Kl. 5 morgunum eftir var útpurring, jú verðulíkindi vóru. Kl. 6 vóru allir menn møtt- ir og farið var við tveimum út- róðrarbátum "Biritu", hjá Signari Olsen og "Bodil ", hjá Pálli Poulsen og afturúr var oyggja- báturin sleipaður. Eitt náttúru- undur lýsir upp fyri okkum um- borð, meðan Vatndalsfossur dundrar í dýpið. Umleið 15 fólk eru á hvørjum báti. 3 konufólk eru við í dag. Ikki er vanligt at fleiri konurfólk eru við. Lítla Dímun er "mannfólkadomæne"... ein avbjóðing har dreingir gerast til menn, tá teir eru um ferm- ingaraldur, eitt yvirgangsritualið, ein manndómsroynd. Ov fáair av teimum royndastu monnunum, ið vanliga taka tung tøk, ið eru teir djarvastu oyggjar- menn, eru við í dag, og tað kemur eisini at vísa seg seinnri, sum dagurin líður. Fótbólstliðið Royn er á venjingarlegu í Íslandi, onkrir eru úti við trolara og aðrir landa norðanfjørs av teimum, ið vanliga reka í Dímun, og tað merkist seinnri á rættini. Upp á oynna Tá út er komið til Lítla Dímun, fara menn í oyggjabátin, sum tveir av teimum eldru nú rógva inn í Holið í Torvkletti. Ein frægur loypur fyrstur á land, síðani verður band lora út á bátin, soleiðis at lættari er at loypa aftaná. Jú, kyrt er í morg- un. Og so gongur leiðin upp. Gingið verður eftir Hellini upp í Álkufløttar. Fyrst koma vit upp á Gráða Klett, so upp ígjøgnum stigan upp Múlagøtu upp undir Hamaran á Múlanum, har øll setast at renna møðina og fáa sær ábit. Bratt er allastaðir í Lítla Ullaroyting í Lítla Dímun Fríggjadagin 21. juli vóru hvalbingar í Lítlu Dímun. Hesuferð var tað ullaroyting. Menn hava verið og eru eisini hesa tíðina úti í Dímun og fleyga lunda. Ein hugleiðing um eina náttúruperlu, ið hvalbingar eiga úti á fjørðinum har sólin rísur Kathrine Allan Jensen frammi í skuti á "Biritu". Oyggjabáturin, ið flytir fólkið inn á Helluna, sæst frammanfyri "Biritu" Absalon Eysturoy og danska unnusta hansara í brattlendi. Fest í bergið er ketan at styðja seg til. Hjá báðum er tað fyrsta ferðin í Dímun. Tað er gjøgnum Rasmus hjá Annu hjá Signevu, at tey koma við til Dímunar. Bæði roynast einastandandi væl henda fagra summardag. Rættin í Lítla Dímun