leygardagur 27. august 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2005
37
Dímun og á ávísum støðum eru
sum nevnt stigar og kongar
høgdir í bergið, eisini ketur og
reip so komandi skal verða upp.
Upp koma øll við taskum, fjall-
stavum o.ø.
Formaðurin skipar
reksturin
Eliesar Poulsen er formaður í
Lítlu Dímun, og hevur nú nógv
ár á baki í hesum nevndarsessi.
Á Múlanum skipar formaðurin
fyri rekstrinum og hvar hvør skal
vera. Plássið hjá Maluni, abba-
dóttur Olivur við Bakkhús og
mær, Fuglastíggj, var plássið hjá
Símuni í Nesi, sum Stein Næs, ið
ikki var við hendan dagin, hevur
arvað. Upp Fuglastíggj fara 12
manns, sum skulu reka Røkurnar
og Kollin. Mín uppgáva var, at
ongin seyður slapp upp nú
reksturin var byrjaður. Hini eru
ymsa staðni. Teir, ið byrja fara
norður móti Stóra Dímun og á
Halan, har reksturin byrjar og
endar aftur. Tað vil siga at rikið
verður runt oynna.
Rættin á Hellurókini
Seyðurin verður rikin á Hellu-
rókina, men allur seyðurin er
ikki komin i eitt fylgi og nakað
væl gongur úti. Tó, sigur Eliesar
Poulsen, at onkutíð hevur hilnast
verri enn hesuferð. Áðrenn farið
var undir ullaroytingina, so er
ábit. Á Hellirókini er komið eitt
gott hús, Jákupsastova, har 40
manns kunnu yvirnátta. Í dag
sita øll úti, tí sólin skínur so
fagurliga.
Rættin liggur norðanfyri og er,
sum hon altíð hevur verið lagað
úr gróti og gird í tríggar partar,
so lættari skal verða at fáa fatur
á ærnum og lombunum. Arbeiðið
á rættini er býtt soleiðis, at nakrir
taka ærnar og sleppa teimum í
ytstu rættina har ullaroytiningin
fer fram. Seyðurin stendur, með-
an klippingin fer fram og tað eru
2 - 3 til hvønn seyðin, so tað
gekk bæði skjótt og væl og virði-
liga fyri seg. Nógvar vóru so
snøgt og kreativt kliptar...at tær
høvdu ikki smæðst burtur á G-
festivalinum.
Lombini verða lyft úr rættini,
har nakrir menn hava til uppgávu
at marka tey og geva teimum
heilivág, o.a. Ærnar, sum onki
mark hava, fáa mark, hvør ár-
gangur hevur felagsmark, og
árgangin sær tann seyðakøni á
tonnunum. Lombini eru ójøvn, tí
hvalbingar hava sett nýtt við og
tann seyðurin, teir hava sett við,
er størri enn tann gamli. Lættari
er at handfara gamla lamba-
slagið, tá neyðugt er at lyfta og
bera frá rættini.
Stuttligt er at síggja, at øll
hava sína uppgávu at røkja og
hóast tað er tungt arbeiðið, er
stemningurin lættur og skemtil-
igur. Mín uppgáva var løtt og gav
eitt gott yvirlit yvir alt sum gekk
fyri seg á rættini. Eg sat á einum
stórun steini við eina rættarportr-
ið og skuldi halda tal á seyðin-
um, ið fór út av rættini, so hvørt
teir vóru lidnir við at royta og
kilppa. Og - vakrar vóru tær á at
líta, nýfriseraðar, spákandi so
hábarsligar út í grøna síða gras-
inum, sólini og frælsið. Jú, seyð-
urin í Dímun sá gott út og hevur
nærum ongin lús.
Ókyrt
Vanliga fara menn í bátarnar
aftur á Tanganum, stutt norðan
fyri rættina. Men ókyrt var, so
vit sluppu ikki niður á Tangan.
Mátti tí fara niður í Nevi, tað tók
1/2 til 1 tíma at ganga frá Hellu-
rókini. Har bleiv eisini ókyrt, so
neyðugt var, at tey síðstu 4 máttu
loypa av Sundinum, teirra mill-
um undirritaða.
Óløgið, ið gjørdi tað ómøgu-
ligt at koma av Nevinum, ið fylti
helluna, ið vit høvdu staðið á við
bládýpi og tók lambið, ið guðs-
sonurin hevði borðið heilt av
rættini, skelkaðu okkum í tann
mun, at alt vit høvdu skemta
allan dagin fall burtur og tøgnin
og tann mátturin, ið fæst úr erva,
legði seg yvir okkum, meðan vit
gingu eftir hellini yvir á Sundi.
Nú fór offurlambi, hevði ein
eldri maður á bátinum sagt.
Tá vit komu í Sundi, sá onki
serligt út. Onkur av okkum helt
at betur var at ganga aftur til
húsið í Álkufløttum, ið liggur
við síðuna av gamla Hellinum.
Húsið eitur nú Dímunarhúsið, og
er so ótrúliga snøgt við gluggum,
koyggjum, beinkjum, gassplátum
og alt so snotuligt timburarbeiði.
So varð ikki, tí bønirnar
innanifrá hoyrdist... og so slatn-
aði sjógvurin framman fyri
Sundi, hóast tað breyt báðu
meðna helluna. Menninir í bát-
inum róðu heilt inn at Sundinum,
og ikki er tað vandaleyst.
Frammi í gron stóðu menn klárir
at taka ímóti, um lopið miseydn-
ast og har liggja skúmgummi-
madrassir, soleiðis at ongin skal
koma illa fyri. Tá fólki er komið
í oyggjabátin, rógva teir tveir
eldstu menninir okkum til
"Biritu" og "Bodil" sleipar síðan
oyggjabátin við róðursmonnun-
um heim aftur í bygdina.
Ringrásin
Sigast kann, at uppgávurnar hjá
teimum 13 -14 ára gomlu í Dím-
un og teimum um pensiónsaldur
líkjast. Dreingirnir byrja við
teimum lættari uppgávunum.
Plássið í Dímun og uppgávan hjá
ungdóminum, ið mennist til
mann, veksur alt eftir, hvussu
maðurin roynist, og tá aldur-
dómurin spakuliga setur seg,
broytast uppgávurnar samsvar-
andi, til mennirnir síggja og
uppliva, at hetta er síðsti ferð
uppi í Dímun. Tað heldur uppat
av sær sjálvum, tí tá tú ikki sær
væl meir ella ikki orkar at loypa
ella koma upp oynna - er liðugt.
Tað vísur seg at ringt er at sleppa
endanum, tí teir ið ikki koma
upp oynna meira, teir halda seg
til, og eri so teir, ið eri í bátun-
um, har neyðugt eisini er at vera.
Teir uppliva stemningin og
spenningin, tá øll skulu umborð
aftur, og teir uppliva mangan
tvey ættarlið undan sær í oynni
og minnast fleiri ættarlið frá tí
tíð, tá teir voru dreingir og pápi
og abbi og ætt teirra vóru í
velmakt.
Túrurin inn í fagrastu sól.
Havið, ið var grønblátt inni undir
Dímun, er nú allskyns fagurt
blátt og fjøll, heiðar, líður ball-
aðar inn í grønar litir, ið skapa so
stóra fragd fyri eyga, sál og
likam ... at ongi orð ið til eru, til
fulnar kunnu lýsa slíkar løtur.
Eg hevði á orði, at tað var
merkilig, at onki var gjørt fyri at
fáa eina frægari lending á oynna.
Tá hildu menn, at so var ongin
sportur í hesum meira, og rætt er
nokk tað. Lítla Dímun er ein
sonn avbjóðing fyri mannfólk,
og gevur teimum frið at verða í tí
elementi, teirra náttúra hevur
brúk fyri. Har er tað rástyrkið og
dirvið tað snýr seg um, alt tað
sum gjøgnum 1000 av árum var
málistokkurin fyri rættir menn.
Framtíðar ævintýra perla
48 eigarar eri í Lítla Dímun.
Allir eiga ?? gyllum. Ofta
verða gyllirnar í somu slekt, ætt
eftir ætt, heilt frá 1850, tá Hval-
bingar keyptu oynna á uppboðið
fyri 4820 rl. Til stuttleika kann
eg nevna, at húsið hjá Johannusi
á Hamri, oldurabba mínum átti 1
gyllum og hesin hevur verið í
ættini síðan, og soleiðis er tað
hjá so mongum av teimum, ið
eiga í Lítla Dímun. Tað eru 20 ár
síðani eg vitjaði oynna síðst og
tíðuligt er, at framburðarmenn
eiga oynna nú. Hellið er søga og
Dímunarhúsið kann sammetast
við eina og hvørja luksushyttu í
Sweiss, so come on...hugarokið
var óført um møguleikar, og hvør
veit um ikki nakað av øllum
verður veruleiki, um viljið er.
Tey konguligu vitjaðu í summ-
ar. Skilji ikki nú prins Fredrik, ið
sigst skal hava so stórt manns-
mót og tørv fyri avbjóðingum,
ikki fekk ein dag í Lítla Dímun,
har hann kundi roynt seg.
Møguliga eitt hugskot framyvir
til tey, ið skipa fyri konguligu
vitjanunum í Føroyum. Bjóða
báðum til Lítla Dímunar, næstu
ferð tey vitja, so fáa tey nakað,
ið ikki kann sammetast við
nakað av øllum tí, tey kunnu
keypa ella materiella ríkidømi
tey eru umgyrd av.
Marni Hjalnafoss umboðandi
Greengate Incoming og Edvard í
Skorini umboðandi ferðavinnuna
í Vágunum, úttalaðu seg í "Dag-
ur og Viku" 26/7, um náttúrligar
avbjóðingar til ferðafólk, ið er
frálíkur hugburður.
Hvalbingar eiga eitt paradís úti
í fjørðinum, sum fólk hevði
goldið nógv fyri at uppliva um
høvi beyðst. Tað at Lítla Dímun
er ein avbjóðing bæði viðvíkj-
andi dirvi og styrki, er nakað øll
ævintýraáhugað verða lokkaði
av. Vinningurin er, at uppliva
oynna og tað undurfagra útsýnið
í Lítla Dímun ... sum um tú er,
eins og Lílta Dímun ... mitt í
Verðini og allur Heimurin lýsir
upp fyri tær.
Martin Eið, royndur Dímunarmaður, hevur sett seg væl fyri
Dímunarhúsið,var bygt fyri fáum árum síðani og
stendur nær gamla Hellinum. Í Hellinum hava
hvalbingar mangan ligið og krokað veðurfastir.
Menninir á myndini eru Rasmus og Absalon
Eysturoy. Rasmus hevur longu í fleiri ár
fleygað lunda í Dímun, eisini okkurt
árið sett met og fingið størsta fongin.
Absalon eigur frálíku myndirnar
frá hesum góða degi.