leygardagur 27. august 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 152 - 13. august 2005
Kjakið var lívligt og
kensluborið, tá
Sosialurin skipaði fyri
Trapputingi um forsorg
mánakvøldið. Fleiri av
fundarfólkunum nýttu
høvi at siga sína hugsan,
og sjálvur helt orðstýr-
arin, at hetta var fólka-
ræði, tá tað riggaði best.
Umframt fakfólk, hoyrd-
ist á kjakinum, at fleiri
avvarðandi vildu taka
lut í orðaskiftinum og
bera fram kritikk av
verandi skipanum og
mannagongdum á al-
manna- og heilsuøki-
num
TRAPPUTING
Theodor E. D. Olsen
Mánakvøldið skipaði Sosialurin
aftur fyri Trapputingi í Miðla-
húsinum í Vágsbotni. Hesaferð
vóru aftur alternativar løgmanna-
røður á skránni, og evnið hesa-
ferð var forsorg. Tað er Ting-
helluredaktiónin á Sosialin, sum
skipar fyri Trapputingum.
Í hesum sambandi vórðu
Jóanes N. Dalsgaard, sum
arbeiðir innan tað almenna á
serforgarøkinum, og Svenning av
Lofti, avvarðandi og fyrrverandi
formaður í Sinnisbata, bodnir at
koma við sínum boðum upp á,
hvussu ein løgmansrøða eftir
teirra tykki kundi ljóðað.
Harafturat vóru Jørgen Nicla-
sen úr Fólkaflokkinum og Bill
Justinussen úr Miðflokkinum
bodnir at umboða ta politisku
skipanina í kjakinum. Teir
umboðaðu ávikavist samgongu
og andstøðu umframt at báðir
sita í Trivnaðarnevndini í Løg-
tinginum, har Jørgen Niclasen
eisini er formaður.
Fitt av fólki hevði leitað sær
oman í Miðlahúsið mánakvøldið,
og fyrireikararnir høvdu úr at
gera við at finna fleiri stólar
fram til tey umleið 60 fundar-
fólkini.
Fundurin var eins og seinast
skipaður á tann hátt, at teir
alternativu løgmenninir sluppu at
leggja hvør sína løgmansrøðu
fram, og teir fingu 12 minuttir í
part at leggja sínar hugsanir fram
fyri almenningin. Síðani fingu
politikararnir 6 minuttir í part til
at gera viðmerkingar.
Eftir at Sosialurin hevði bjóð-
að fundarfólkinum ein kaffi-
munn í steðginum, var orðið
frítt, og tað vóru ikki so fá, ið
nýttu høvið til at siga sína
hugsan. Jóannes Hansen, ið var
fundarstjóri hetta kvøldið og
stýrdi kjakinum við at geva fólki
orðið og spyrja luttakararanr um
ymiskt, tey bóru fram.
Hvør borgari sín
sosialráðgeva
Í stuttum kann sigast, at Svenn-
ing av Lofti legði stóran dent á,
at hann nú helt tað vera nóg
mikið tosað og skrivað um
ymiskt viðvíkjandi forsorg. Álit
eru skrivað og mál eru viðgjørd,
men tað tyktiskt, sum at lyftini
fyri hvørt løgtingsval heldur
vóru valagn enn hjaratamál hjá
politikarunum, og tí var umráð-
andi at bróta upp um armar, og
fara í gongd við at raðfesta
menniskjað fram um tunlar, vegir
og aðrar deyðar lutir, segði
Svenning av Lofti m.a.
Somuleiðis nevndi hann stríðið,
sum foreldur hjá sjúkum og
brekaðum børnum hava upplivað,
tá tey hava noyðst at farið ígjøg-
num ta almennu skipanina, fyri at
veita børnunum sømilig kor.
Hin "løgmaðurin", Jóanes N.
Dalsgaaard, spurdi m.a. retoriskt,
hvat eitt gott samfelag er, og
svaraði, at ein mátistokkur, vit
kunnu brúka, er at hyggja eftir,
hvussu okkara veikastu hava tað
í samfelagnum. Hann nevndi, at
eins og øll sjúk í Føroyum hava
rætt til ókeypis læknahjálp, so
áttu øll tey við skerdum førleik-
um havt rætt til t.d. stovnspláss.
Hann skeyt eisini upp, at líka-
sum øll hava atgongd til egnan
kommunulækna, so áttu øll eisini
at havt sín egna sosialráðgeva,
sum kundi verið eitt slag av
advokati ella talsmanni hjá
borgaranum, tá tørvur varð á tí.
Jørgen Niclasen var positivur
fyri fleri av uppskotunum, sum
vóru løgd fram hetta kvøldið.
M.a. helt hann uppskotið um, at
allir borgarar skuldu hava hvør
sín sosialráðgevara, kundi vera
við til at lætta um hjá borgar-
unum og gera at fólk sluppu frá
at fara til hvønn Per og Pól í tí
almennu skipanini, og at hetta tí
kundi gera skipanina smidligari
og harvið bíligari.
Hinvegin segði Bill Justinus-
sen seg hava hoyrt frá einum av
teimum mongu fakfólkunum,
sum vóru komin hetta kvøldið, at
hetta kanska ikki var tann besta
loysnin at koma við.
Jørgen Niclasen legði dent á,
at samfelagið hevur brúk fyri
øllum, og at ein gongd leið kundi
vera hjálp til sjálvhjálp við t.d.
vardum størvum.
Bill Justinussen tosaði m.a. um
týdningan av skjótari hjálp, tí
sum er, helt hann avgreiðslutíð-
ina vera ov drúgva, og nevndi
fólk, sum høvdu mist húsini, av
tí at bíðitíðin eftir pensión o.ø.
hevði ført við sær, at tey ikki
megnaðu at gjalda rentur og
avdrøg.
Stórar játtanir
men eingir pengar
Sum nevnt vóru nógv fólk komin
saman í Miðlahúisnum, og fleiri
nýttu høvið at siga sína meining.
Ein fundarluttakari metti, at
játtaður peningur átti at fylgja
brúkaranum, tí eins og øll eiga
rættin til eitt pláss í fólkaskúl-
anum, so áttu øll eisini at fingið
eitt stovnspláss, ið høvdu tørv á
tí, tí sama átti at galda fyri
brekað og menningartarnað sum
fyri fólkaskúlanæmingar. Lut-
takarin metti eisini, at landið
eigur at yvirtaka tey sambýlini,
sum hoyra sjálvsognarstovnar og
eru niðurslitin.
Onkur eftirlýsti fleiri verkstøð,
og ein annar fýltist á, at fleiri
milliónir vórðu játtaðar, men
blivu ikki brúktar. Hetta kemst
av, at um játtaður peningur ikki
er brúktur í einum fíggjarári, so
fellur játtanin aftur til lands-
kassan, og er hetta galdandi fyri
allar játtanir á fíggjarlógini. Tá
er lagamanni at játta pening, tí
hann verður kortini ikki brúktur,
helt onkur fyri.
Ein kona á fundinum spurdi,
hvønn leiklut brúkarin ella
áhugafeløgini hjá sjúkum og
brekaðum hevur, tá avgerðir um
játtanir og skipanir verða tiknar,
og hon helt, at ikki bara fakfólk
skuldu hoyrast, tá slíkt var fyri.
Tvingað úr heimstaðnum
Umframt fakfólk, vóru sum
nevnt eisini fleiri avvarðandi til
staðar á Trapputinginum, og ein
mamma fýltist á, at t.d. sálarliga
sjúk havnarfólk, sum høvdu búð
alt sítt lív í høvuðsstaðnum,
blivu noydd av myndugleikunum
til at taka av einum plássi á
einum sambýli á bygd, tí annars
vórðu tey sanktionerað fíggjar-
liga.
- Hesi fólkini eru tvangsflutt,
segði hendan mamman hjá
einum sálarsjúkum manni.
Onkur vildi hava at vita, hvørj-
ar arbeiðsuppgávur Trivnaðar-
nevndin hjá Løgtinginum hevur,
meðan eitt annað fundarfólk
reisti seg og skeyt upp, at hækka
pensiónirnar og samstundis
skapa størri møguleikar fyri part-
tíðararbeiði.
Sum heild kann sigast, at
politikararnir fingu toyggið
viðhvørt, men tað var kanska
heldur ikki so løgið, tá hugsað
verður um, at hesir eru valdir at
býta ta samfelagsligu lagkøkuna
fyri okkum. Fleri av fundarfólk-
unum vóru jú avvarðandi hjá
sálarsjúkum og brekaðum, og
greiddu frá teirra baksi við at
stríðast við ta almennu skipanina
og bíðitíðina eftir stovnsplássum,
verkstøðum o.ø. Fleiri enn tann
eini av fundarluttakarunum
gjørdi vart við, at álit og tilmæli
vórðu skrivað, og nú var at bróta
upp um armar og fara í gongd,
men at tað krevst peningur til
slík endamál.
Alternativar løgmannarøður um
Nógv fólk og lívligt kjak var í Miðlahúsinum í Vágsbotni mánakvøldið, tá forsorgin varð umrødd á Trapputinginum