Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 162 - 27. august 2005 39 m forsorg Mynd: Álvur Haraldsen Um 10 ár, skulu Føroyar vera ímillum bestu lond í heiminum at liva í. Hetta hevur landsstýrið sett sær fyri við Visión 2015. Og má vera eitt mál, sum allir føroyingar kunnu taka undir við. Men hvat er eitt gott samfelag at liva í, spyr Jóanes N. Dalsgaard í Tinghelluni í dag. Hann helt aðra »løgmansrøð- una« í Trapputinginum í Miðlahúsinum mána- kvøldið TINGHELLAN Jóanes N. Dalsgaard Eitt mát fyri vælferð kunnu vit fáa, við at hyggja at, hvussu tey ringast stillaðu í samfelagnum hava tað. Eitt samfelag, sum kann bjóða hesum borgarum eina trygga og mennandi tilveru, er eftir mínum tykki eitt gott sam- felag at liva í. Í Føroyum er tað soleiðis í dag, at fólk við skerdum førleika ikki hava rætt til viðger og um- sorgan, eins og t.d. fólk, sum eru sjúk hava tað. Allir borgarar í føroyska samfelagnum hava rætt til læknahjálp. Men tosa vit um pláss á ellis- og røktarheimum, pláss á stovnum fyri menningar- tarnað og sinnisveik, ella t.d. heimarøkt, so er talan um av- markaði tilboð. Hetta eiga vit at kunna gera betri. Og leggja vit doyðin á næstu 10 árini, kunnu vit koma langt. Fyrst av øllum mugu vit skipa soleiðis fyri, at markamóti ímill- um borgarar og sosialu myndug- leikarnar verður so einfalt sum gjørligt. Ístaðin fyri at skula renna frá Peri til Pól, skal borg- arin hava eina eins einfalda inn- gongd til almannaverkið, sum hann hevur til heilsuverkið. Tá ein borgari fer til sín kommunu- lækna, og hesin sendir borgaran víðari í heilsuverkinum, tá er kommunulæknin eitt slag av advokati hjá borgaranum. Á sama hátt skal inngongdin til almannaverkið vera umvegis ein ávísan persón, sum kann ráðgeva og vegleiða borgaran, og hjálpa honum at finna og fáa lut í teimum tilboðum, sum borgar- anum tørvar. Eins og hvør borgari í dag hevur sín komm- unulækna eigur hvør borgari í framtíðini eisini at hava sín sosialráðgeva. Eisini skal farast undir eina miðvísa samskipan av virksem- inum hjá ymisku myndugleik- unum innan almannaverkið. Henda samskipan skal hava til endamáls at tryggja, at tað altíð er tørvurin hjá borgaranum, sum kemur í miðdepilin. Ein sosialgranskingarstovnur eigur at vera settur á stovn í Føroyum. Hesin stovnur skal hava til endamáls, við miðvísari sosialgransking, at skapa fyri- treytir fyri, at allir føroyingar kunnu trívast og mennast, at samfelagið kann tryggja øllum sømulig lívskor, og at samfelagið kann veita trygd fyri, at øll fáa møguleikan til at menna sínar eginleikar til fulnar - bæði tey fullføru og tey førleikaskerdu. Í øllum førum eigur málið við tilboðum til førleikaskerd, at vera miðvís menning av teimum førleikum, sum borgarin hevur. Í dag hevur skipanin lyndi til at hyggja í so nógv at teimum førleikum, sum borgarin ikki hevur. Í staðin fyri hetta, skulu vit fara yvir til at menna og styrkja teir førleikar, sum borgarin hevur. "Hjálp til sjálvhjálp" eigur at vera ein aðalsetningur, so langt sum tað ber til. Fyritreytin fyri øllum tí, sum eg her havi sagt, er sjálvandi, at neyðugur peningur verður játtaður til endamálið. Tíðin eigur at vera farin frá, at livandi menniskju vera raðfest aftanfyri deyð monument. Viðurkenna vit hetta, so eru vit komin eitt stórt stig á leiðini ímóti meistara- deildini fyri vælferðarsamfeløg. Trapputingið – fólksins rødd Í mun til Trapputingið seinasta mánakvøld, tá evnini vóru mentan og gransking, ber til at siga, at kjakið hesaferð var munandi meira livandi og kanska eisini kensluborið viðhvørt. Sum nevnt nýttu fleiri møguleikan at gera viðmerkingar og spyrja um ymiskt viðurskifti, sum hava við almannasektorin at gera. Sjálvur helt orðstýrarin, Jóannes Hansen, fyri, tá fundurin var við at enda, at hetta var demokrati, tá tað riggaði eina best, tí hóast tveir tingmenn, Óli Breckmann og Finnur Helmsdal, vóru til staðar umframt teir báðar politikararnar við pallborðið, so tóku ella fingu teir ongantíð orðið. Fólkið átta fyrsta rætt til at fáa orðið. Fundurin endaði kortini við, at Óli Breckmann varð biðin um at syngja fyri, tá fólk vórðu biðin um at reisa seg og syngja fyrsta ørindi av tjóðsanginum, Tú alfagra land mítt. ∆ Leiðin í meistaradeildina fyri vælferðarsamfeløg – Fyrst av øllum mutgu vit skipa soleiðis fyri, at markamótini ímillum borgarar og sosialu myndugleikarnar verður so einfalt sum gjørligt, helt Jóanes J. Dalsgaard, sum helt aðrar løgmansrøðuna í Miðlahúsinum mánakvøldið Mynd: Álvur Haraldsen