leygardagur 27. august 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
At gera skipanirnar
smidligari og geva skjóta
hjálp eru høvuðsmálini
frameftir. Og kravið er, at
almenn tilboð verða
samskipað, so borgarin og
ikki tilboðið verður í
miðdeplinum, segði Bill
Justinussen á Trappu-
tinginum mánakvøldið
TINGHELLAN
Bill Justinussen
»Elskaði mín! Eg vil, at tú í
øllum lutum hevur tað gott, og at
tú hevur heilsuna, eins og tað
veit sál tíni væl við.«
Hesa heilsan lesa vit í fyrsta
versi í 2. Jóhannusarbrævi í
Bíbliuni. Heilsanin hóskar væl
sum meginregla hjá øllum, sum
ynskja næstanum væl, og serliga
væl hóskar hon sum yvirskrift
yvir almennu umsorganina, sum
eitt framkomið land hevur fyri
sínum borgarum. Her síggja vit,
hvussu tey kristnu hugsaðu í
byrjanini, og hendan kristna
hugsanin - umsorganin fyri
hinum - hevur spjatt seg um
allan heim síðani tá. Samfeløg
hava bygt sínar lógir á megin-
tankarnar um, at borgarin skal
hava tað gott í øllum lutum, at
hann skal hava heilsuna og
trívast sálarliga. Tí hava vit bæði
almanna- og heilsuverk.
Forsorgarlógin, sum er
høvuðsevnið í Miðlahúsinum
hesa vikuna, sigur, hvørja skyldu
tað almenna hevur mótvegis
landsins borgarum og samstund-
is, hvørja skyldu borgararnir
hava mótvegis hvørjumøðrum og
tí almenna. Í §1 stendur: "Det
offentlige er forpligtet til at
komme enhver til hjælp, som
ikke er i stand til at skaffe sig og
sine det fornødne til livets
ophold". Hesin er høvuðstátturin,
og eftir hesi meginreglu verða
nakrar hundrað milliónir árliga
latnar teimum, sum vegna
heilsubrek, sálarligt brek,
menningartarn, arbeiðsloysi ella
annað ikki megna at uppihalda
sær og sínum.
Hóast forsorgarøkið og ser-
forsorgarøkið eru sera umfat-
andi, megnaði frálíki fundar-
stjórin Jóannis Hansen at halda
fast í einstøkum evnum, sum
høvdu støði í røðunum hjá
Jóannisi Dalsgarð og Svenningi
av Lofti. Tí vórðu mest orð skift
um støðuna hjá teimum sálar-
sjúku og teirra bústaðarviður-
skifti. Við Sinnisbata á odda í
stríðnum fyri korum teirra
sálarsjúku eru framstig gjørd
seinnu árini, hóast tað enn er
langt eftir á mál. Ein trupulleiki
er, at landsstýrismenn í ov stóran
mun halda, at allir spurningar
verða loystir við at gera álit, frá-
greiðingar, útgreiningar, tilmæli
og upprit, men so er ikki. Á
sálarsjúkuøkinum er alt sagt og
skrivað, sum er neyðugt fyri at
seta átrokandi politisku tiltøkini í
verk, og tí eigur landsstýris-
maðurin, eins og Svenning so
greitt vísti á, at arbeiða eftir tí
skrivliga tilfari, sum fyriliggur.
Her verður serliga hugsað um
"Álitið um Heildarpsykiatri",
sum fakfólk og avvarðandi í
góðum samstarvi hava gjørt. Eitt
dygdarverk. Álitið hevði neyvan
verið brúkiligt, um bert fakfólk
ella bert foreldur høvdu gjørt
tað, men júst felags niðurstøð-
urnar tryggja, at tilboðið verður
tað rætta.
Tíverri hoyrdu vit mána-
kvøldið um eitt annað álit um
alment tilboð, sum ikki er gjørt
eftir sama leisti. Álitið um stovn
til atferðartrupul børn. Her hava
tey avvarðandi ikki verið við í
arbeiðnum, og tí síggja vit
beinanvegin, at MPD/Damp
felagið ikki vil vita av tilboð-
num. Hví hevur landsstýris-
Smidligari skipanir og skjót
hjálp eru høvuðsmálini
Evnið á trapputinginum mána-
kvøldið var forsorg og serfor-
sorg. Tað fyrsta, ið rann mær til
hugs var, at tað er brúk fyri
okkum øllum. Summi eru góð til
okkurt, onnur til annað; summi
kunna nóg, meðan onnur kunna
minni. Men øll kunna okkurt,
men tað hyggja vit alt ov lítið
eftur.
Vit skulu ikki spyrja, "hvat
kannst tú ikki", vit skulu spyrja
"hvat kannst tú". Vit eiga at
hyggja meir eftir møguleikin,
heldur enn bara at hyggja eftir
trupuleikum.
Tað er brúk fyri øllum, eingin
ivi er um. Jú fleiri ið lyfta, jú
meira lyfta vit.
Kundar, ikki plágur
Í spurnarkanning um nøgdsemi
hjá teimum ið bera brek, var
spurningurin um pensión einasta
punktið við líkinda nøgdsemi.
Kann ikki kallast at skipanin
leitar eftir møguleikum. Ella sum
forðamaðurin í MBF hevur sagt,
"samfelagið elskar at skapa
fyritíðarpensionistar, vit ynskja
møguleikar"
Almenna skipanin treingir
broytingar.Vit hoyra alt ov ofta
orðaval sum, at renna frá Per til
Pól, at detta niður millum stólar,
fyri ikki at tosa um fólk mót-
vegis almenna stysteminum eru
plágur heldur enn kundar.
Fólk noyðast at brúka alt ov
nógvar kreftir til at renna frá
hurð til hurð fyri at finna
møguleikar fyri sær og sínum.
Fyri brúkaran ótolandi og
súgvandi fyri allar kreftir. Fyri
almennu skipanina alt ov stór
arbeiðsbyrða.
Vit hava brúk fyri øllum
Eitt av hugskotunm sum kom
fram á fundinum, er eitt sera gott
alternativ til verandi skipan. Lat
játtanina fylgja brúkarnum.
Brúkarin skal á eina hurð og
kann so sjálvur/sjálvi velja
millum tilboð sum eru at finna.
Privatið marknaðurin vil beinan-
vegin skapa tilboðini og møgu-
leikarnar. Kreftirnar hjá fólkið
vilja tá fara til møguleikar. Eitt
frálíkt hugskot.
Hví skulu fólk kallast ein
útreiðsla hjá samfelagnum.
Svarið er einfalt, tí almenna
skipanin hevur ikki havt hugflog
at hugsa ørvísi. Vit hava vilja
loyst trupuleikar heldur enn at
skapa møguleikar. Gongd er nú
komi á hetta seinna. Skipanin við
vardum størvum hevur seinastu
árini ment seg munandi, og alt
fleiri koma út á arbeiðsmarkn-
aðin. Somuleiðis er endurbúgv-
ing ment. Vit hava fatur á rætta
endanum.
Spurningurin kann ongantíð
verða, hvussu nógvan pening vit
nýta, men hvat vit fáa fyri
peningin.
Bústaðarframbrotið
Virðingin fyri hvørjum einstøk-
um eigur at setast í hásæti. Sam-
gongan er nú samd um ein bú-
staðarpakka. Hesin er størsta
frambrot innan økið nakrantíð.
Pakkin leggur upp til at øll skulu
hava sama møguleika at ognað
sær bústað uttan mun til hvat
slag.
Tað verður upp til hvønn
einstakan, hvussu stóran part av
– Við Sinnisbata á odda í stríðnum fyri korum teirra sálarsjúku eru
framstig gjørd seinnu árini, hóast tað enn er langt á mál. Ein trupulleiki er,
at landsstýrismenn í ov stóran mun halda, at allir spurningar verða loystir
at gera álit, frágreiðingar, útgreiningar, tilmæli og upprit, men so er ikki,
segði Bill Justinussen
Mynd: Álvur Haraldsen
Jørgen Niclasen:
Játtanin fylgja
brúkarunum
- Virðingin fyri hvørjum einstøkum
eigur at setast í hásæti. Samgongan
er nú samd um ein bústaðarpakka.
Hesin er størsta frambrot innan økið
nakrantíð. Pakkin leggur upp til, at
øll skulu hava sama møguleika at
ogna sær bústað uttan mun til hvat
slag, segði Jørgen Niclasen
Mynd: Álvur Haraldsen