leygardagur 27. august 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 162 - 27. august 2005
41
Svenning av Lofti var
annar teirra, ið helt »løg-
mansrøðu« í Trapputing-
inum í Miðlahúsinum
mánakvøldið
TINGHELLAN
Svenning av Lofti
Harra formaður!
Nóg leingi hevur verið talað og
skrivað um tørv teirra veiku,
teirra sum úr móðurlívi vóru við
skerdan lut og teirra, sum í ung-
dómsárum og manndómsárum
gjørdust avlamin og óarbeiðsfør
og vóru noydd til meiri enn aðrir
lívsfelagar at styðja seg at
øðrum, ið vóru betur fyri.
Nógv álit hava verið skrivað av
nevndum, ið hava verið saman-
tvinnaðar av fakfólki og áhuga-
fólki, avvarandi og av teimum, ið
kenna trupulleikarnar á sínum
egna kroppi.
Nóg mikið av pappíri er farið
ígjøgnum margfaldingartólini,
pappír, ið umrøða hvussu vit
kunnu loysa vandamál teirra
brekaðu.
Nóg mikið av valgreinum eru
skrivaðar av valevnum undan
øllum løgtingsvalunum seinastu
15 árini, greinir við gyltum
lyftum til teirra, ið bera brek og
til teirra avvarandi um at nú
vandamál teirra skulu loysast.
Nú er stundin komin til
miðvísar ætlanir, raðfestingar og
loysnir.
Gyltu lyftini og føgru
orðini skjótt gloymd
Men aloftast er tað so, at tá ið
løgtingsval eru farin og vanligi
gerandisdagurin er byrjaður aftur
- tá eru og ikki verd tað pappír
tey eru skrivað á.
Hví var tað so? Kanska tí at
veruligur vilji ongantíð var har,
ella at kanska tí at kor teirra
brekaðu og minni mentu ongan-
tíð vóru verulig hjartamál, men
heldur valagn fyri egnum vinn-
ing og persónligum áhugamál-
um.
Men harra formaður! Har skal
og má vend koma í - og tað skal
vera nú. Tí havi eg boðað lands-
stýrismanninum í almanna- og
heilsumálum frá, at hann skal
biðja embætisfólk síni fara undir
eitt miðvíst arbeiði, ið skal vera
liðugt áðrenn innan hálvt ára
tíðarfreist.
Skuffurnar í alamannastýrin-
um tømast og gloymd álit fáast
undan kavi
Verkevni er einfalt og greitt
hetta: At tøma allar skuffurnar
og skjalgoymslurnar í almenna-
og heilsumálastýrinum og leita
fram øll tey brøv, skriv, áheitanir,
umbønir, áheitanir og neyðarróp,
ið einstaklingar og feløg teirra
brekaðu og Meginfelag teirra
brekaðu hava sent almanna- og
heilsumálaráðharrum seinastu 15
árini.
Harumframt havi eg álagt
almannaráðharranum at hann í
sama leitingarumfari skal finna
fram øll tey tilmæli og álit, sum
eg sipaði til íáðni, ið eru handað
almanna- og heilsumálastýrinum
seinastu 15 árini, soleiðis at vit
kunnu síggja hvat av hesum er
framt og hvat ikki er framt.
Tá ið hetta leitingarararbeiði
eftir burturmistum og burtur-
goymdum álitum og tilmælum er
gjørt, er hetta uppruddingarstigi
bert fyrsta stigið á leiðini.
Næsta stigið: Raðfesting
Næsta stigið, ið eg síðani havi í
huga er, at bjóða hvørjum ein-
støkum av brekaðfeløgunum til
fundar, har tey væl fyrireikaði
kunnu leggja fram skrivligt tilfar,
aftrat teimum álitum og til-
mælum, ið longu er til taks, sum
vit kunnu nýta í fremjanini av
betri viðurskiftum fyri tey
brekaðu.
Triðja stigið í hesi ætlan løg-
mans er - at ein væl skikkaður
persónur verður settur burturav
og sum fær alla neyðuga hjálp
frá landsumsitingini - sum tekur
sær av at greina út í æsir allan
tørv teirra brekaðu - innan ásett
tíðarskeið.
Tá ið hetta arbeiði, er gjørt,
tvs. allur tørvur nágreiniliga
lýstur, fari eg at skipa so fyri, at
fjórða stigið á leiðini verður
tikið, sum er raðfesting.
RAÐFESTING er eitt orð, ið
vit hava nýtt nógv seinastu árini.
Serstakliga hava vit nýtt hetta
orðið í samband við berghols-
gerðir. Men latið okkum eisini
nýta orðið raðfesting á hesum
øki - øki teirra veiku.
10 ára íløguætlan
Tí eg eri ræddur fyri - av beisk-
um royndum - at um vit ikki fara
undir eina miðvísa og ófrávíki-
liga raðfesting av loysnum á øki
teirra brekaðu, so fara vit at
standa í sama staði í ár 2015 og
at glæsiliga sjón okkara av ein-
um lítlum føroyskum paradisi
royndist ein hvøvisjón saman við
øllum gyltum lyftum.Tí mugu vit
gera eina 10 ára íløguætlan á
brekaðøkinum.
Ein stórur tørvur á hesum
nevnda øki er, at tá ið eini hjún,
eitt heim, kemur fyri tí lagnu, at
eitt barn, ið øðrvísi, er brekað, tá
mugu foreldrini sjálvi alla tíðina
taka neyðugu stigini til lækna-
hjálp, almannahjálp, umlætting,
viðgerð og mangt annað.
Somuleiðis mugu sjálvi tey
seta seg í samband við allar
møguligar stovnar og støð at vita
um hjálp er til taks til ymiskar
tørvir. Hetta hevur slitið mong
foreldur niður, samstundis sum
tey skulu gera sítt dagliga arbeiði
og taka sær av hinum børnunum.
Nýggja skipan: Eitt sjálv-
virkandi alment trygdarnet
Tí havi eg ætlanir um at seta eina
skipan í verk, ið ber við sær, at
so skjótt sum staðfest er, at eitt
barn hevur serstakan tørv, so
gerst eitt sjálvvirkandi alment
trygdarnet virkið.
Hetta skal kollvelta núverandi
støðu, ið ger, at tað eru foreldr-
ini, ið alla tíðina eru noydd at
taka stig og seta seg í samband
við Per og Pól.
Henda nýggja skipanin ber í
sær, at ein alment settur persón-
ur, t.d. sosialráðgevi ella onkur
við hóskandi útbúgving, skal
hava alt tað um hendi, ið foreldur
í dag vanliga taka sær av - sjálv-
andi í samráð við foreldrini.
Hetta hevði verið ein kollvelt-
andi skipan.
Eg eri ikki vitnandi um at slík
skipan virkar á nøkrum øki, men
hon virkar í hvussu so er ikki á tí
øki, ið eg eri best kendur við:
Øki teirra sálarsjúku. Um for-
eldur ikki stríðast og baksast við
myndugleikar og stovnar, hendir
lítið. Men her skal vend koma í -
og tað skal vera nú.
Tí havi eg sett mær fyri, at vit
skulu ikki einans raðfesta við-
víkjandi deyðum lutum, ið
nevndir eru, men eisini raðfesta á
tí menniskjaliga økinum, rað-
festa í lívslagnum og mann-
sømiligum korum fyri tey veiku.
Tey veiku skulu ikki einans
vera politiskt valagn
Tey skulu ikki einans vera ein
politisk kastibløka og valagn,
men vird sum persónar, sum
menniskju, sum vit øll, skapt í
Guds mynd. Sum politikkarar
eru vit sett til at vera Guds armar
her á fold. Skulu vit gera okkum
nakra vón at savna saman aftur
pettini av einum mistum paradisi
í 2015, so skal byrjast nú.
Harra formaður! Eg ynski ikki
at fara í søguna, sum løgmaður
einans fyri bergholsgerðir og
drotningavitjanir og ovurdýr
løgtingshús. Men eg havi sett
mær fyri at fara í søguna, sum
løgmaðurin, ið ikki bara gav
lyfti, men sum gjørdi munin og
framdi í verki tey lyfti, ið onnur
hava givið, men ongantíð framt.
Hitt mista paradísið
Fyri at henda stórbæra og
neyðuga ætlan skal eydnast, fari
eg - gjøgnum tygum - at bjóða
bæði samgongu og andstøðu til
fundar, har vit kunnu rætta hvør
øðrum hondina og taka neyðugu
tøkini saman tvørtur um politisk
floksmørk og samgongu og
andstøðumørk til fram fyri
virðilig kor fyri henda tørvandi
partin av landsmonnum okkara
Tí fari eg at taka stig og seta í
gongd miðvísar raðfestingar og
eina 10 ára íløguætlan til fremjan
av av betri lívsvirði fyri tey
brekaðu viðvíkjandi bústaðar-
viðurskiftum, úbúgvarviður-
skiftum, arbeiðs- og ítrivsviður-
skiftum og øllum øðrum, ið
hevur við hesi viðurskifti at gera,
soleiðis at vit ár 2015 hava
finnið aftur hitt mista paradis
teirra teirra sálarsjúku,
menningartarnaðu og øllum
hinum, ið bera brek.
maðurin verið so óumhugsin?
Í mong ár hevur verið varpað
ljós á truplu umstøðurnar, sum
foreldur at børnum við serligum
tørvi hava, tá tey skulu finna
fram í frumskógini av
almennum tilboðum og
rættindum. Framvegis fer stóri
parturin av foreldranna orku til
at ringja, skriva og bíða. Alt ov
lítið er hent fyri at koma hesum
trupulleikum til lívs. Á
fundnium vístu bæði Jóanis N.
Dalsgarð og undirritaði á, at
neyðugt er at útvega teimum sín
egna kontaktpersón, sum í
øllum samskifti við tað
almenna kann vera teirra
umboð. Høvuðstrupulleikin við
almennu tilboðunum er, at
hjálpin í flestu førum kemur alt
ov seint, og mangan er hon ikki
tann rætta, tá avtornar.
At gera skipanirnar
smidligari og geva skjóta hjálp
eru høvuðsmálini frameftir. Og
kravið er, at almenn tilboð
verða samskipað, so borgarin
og ikki tilboðið verður í
miðdeplinum.
∆
síni inntøku, viðkomandi ynskir
at nýta til bústað. Eins egnað
avgerð, um ein ynskir egið
sethús ella eina lutaíbúð ella
um kostnaðurin skal niður við
at búgva saman við øðrum.
Rentustuðul og MVG-frítøka
verður galdandi fyri øll, ið
byggja sær egnan bústað.
Partafelag við 100 mió. kr.
fær til uppgávu at fíggja
búðstaðir til fólk við serligum
tørvi.
Nýggj forsorgarlóg
Landsstýrið arbeiðir við
nýggjari forsorgarlóg. Hendan
eigur nú at koma til breiðari
orðaskifti. Vit skulu øll hava
møguleikan at koma við okkara
íkasti til forsorgarøkið.
Virkisætlan fyri brekupolitikk
er eisini ávegis og verður við-
gjørt í heyst.
Lat okkum seta virðið av tí
einstaka í hásæti. Vit hava brúk
fyri øllum.
∆
Verður hitt mista paradís
teirra veiku ein veruleiki
í 2015?
Nóg leingi hevur verið talað
Nóg nógv álit eru skrivað
Nóg mikið av pappíri er farið gjøgnum margfaldingartólini
Nóg mikið av av valgreinum eru skrivaðar
Stundin komin til miðvísar ætlanir, raðfestingar og loysnir.
_ Raðfesting er eitt orð, ið vit hava
nýtt nógv seinastu árini. Serstakliga
hava vit nýtt hetta orðið í sambandi
við bergholsgerðir. Men latið okkum
eisini nýta orðið raðfesting á hesum
øki - øki teirra veiku, segði Svenning
av Lofti m. a. í síni løgmansørðu í
Miðlahúsinum mánakvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen