Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-27, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 162 - 27. august 2005 UTTAN ÚR HEIMI Fundur um fuglakrím Djóralæknar úr øllum heiminum vóru fyrradagin á fundi í Bruxelles, har teir umrøddu vandan fyri, at fuglakrím kann spjaða seg til Evropa. Fyrst breiddi sjúkan seg úr Eysturasia til Kasakhstan, og nú er hon eisini komin til Russlands. Tann stóri spurningurin er, um flytifuglar, sum ferðast ímillum Sibir og Evropa, kunnu bera sjúkuna við sær til okkara heimspart. Higartil hevur fuglakrím kravt fleiri tíggjutals mannalív í Asia. Øll vórðui smittað av flogfenaði, men fleiri óttast fyri, at sjúkan fer at broyta seg, so hon eisini smittar ímillum fólk. Hendir tað, kann fugla- krímið gerast ein líka álvarssom sjúka sum spanska sjúka, ið kravdi 40 milliónir mannalív í 1918. Í Niðurlondum hava myndugleikarnir longu givið boð um, at allur flogfenaður úr útlondum skal haldast innandura, men onnur lond fara neyvan at taka sama stig, skrivar AP. 50 milliónir í Onglandi Fyri fyrstu ferð er fólkatalið í Onglandi farið upp um 50 milliónir, og nú búgva meiri enn 60 milliónir fólk í Bretlandi. Tey seinastu bretsku fólkatølini eru frá juni í fjør, og tey vísa, at tá búðu 50,1 milliónir fólk í Onglandi. Tað merkir, at onglendingar gjørdust 240.000 fleiri í tali eftir einum ári. Í Bretlandi t.v.s. Onglandi, Skotlandi, Wales og Norðurírlandi vaks fólkatalið eisini. Fyri einum ári síðani búðu 59,8 milliónir fólk í Bretlandi, og bretska fólkayvirlitið heldur tað vera rættiliga vist, at talið er farið upp um 60 milliónir nú. Sagt verður, at er talið ikki oman fyri tær 60 milliónirnar nú, hendir tað seinni í hesum árinum. Óynsktur í Finnlandi Amerikanski sjónvarpstrúboðarin Pat Robertson skuldi verða við í einari sending hjá andaligu finsku sjón- varpsrásini TV7, men nú hevur leiðslan gjørt av at taka sendingina av skránni. Orsøkin er, at Pat Robertson í síðstu viku mælti am- erikonsku myndugleikunum til at beina fyri tí vinstrasinnaða forsetanum í Venesuela, Hugo Chavez. Chavez hevur fleiri ferðir funnist at politikkinum hjá Bush-stjórnini, og hann hevur mælt teimum latínamer- ikonsku londunum til at avmarka ávirkanina, sum USA altíð hevur havt á tann partin av heiminum. Pat Robert- son helt, at tað er bíligari hjá USA at beina fyri venesu- elska forsetanum enn at fara í kríggj við land hansara. Orðini fingu leiðsluna í finska TV7 at taka send- ingina við amerikanska trúboðaranum av skránni. Martij Ojares, stjóri, sigur við finsku tíðindastovuna, at tað er harmiligt, at ein leiðandi kristin persónur skal siga slíkt, sum Pat Robertson hevur sagt. - Tað er ikki sambæriligt við finska mentan at tvinna politikk og kristna trúgv saman, sigur Martti Ojares, sjónvarpsstjóri. Amerikanarar ov feitir Amerikanarar gerast feitari og feitari, og tað hevur ongantíð verið so ringt sum nú, sigur stovnurin Trust for American Health. Stovnurin sigur, at fiti er ein altsamt størri trupulleiki í 48 av teimum amerikonsku statunum, og at nú eru umleið 119 milliónir amerikanarar ella 64,5 prosent av fólkatalinum ov feitir.Verður einki munagott gjørt, fer støðan at versna, og um trý ár verða 73 prosent av am- erikanarunum ov feitir. Ringast stendur til í Mississippi, men støðan er lítið mætari í Alabama og West Virginia, sigur Trust for American Health. Stovnurin sigur, at støðan er so álvarssom, at teir amerikonsku politikararnir eiga at staðfesta, at heilsupolitikkurin er miseydnaður, og at tað er neyðugt at leggja á annan bógv. Nógv bendir á, at Jens Stoltenberg verður forsætisráðharri aft- an á norska stórtings- valið NOREG Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað gongur strúkandi hjá norska Arbeiðaraflokkin- um í løtuni, og heldur gongdin fram, er lítið at ivast í, at Noreg fær eina reyð-grøna stjórn aftan á stórtingsvalið. Tann seinasta veljara- kanningin, sum varð al- mannakunngjørd í gjár, gav Arbeiðaraflokkinum 34,6 prosent av atkvøðunum, og so stóra undirtøku hevur flokkurin ikki havt í meiri enn fimm ár. Tað merkir eisini, at flokkurin hevur ongantíð havt so stóra undirtøku, síðani Jens Stoltenberg gjørdist for- maður fyri trimum árum síðani. Politiskir eygleiðarar siga, at nógv fólk, sum ikki vóru á vali seinast, ætla sær at atkvøða fyri Arbeiðara- flokkinum hesaferð, men kanningin vísir eisini, at flokkurin hevur tikið at- kvøður frá samstarvsflokk- inum Sosialistiska Vinstra- flokkinum. Jens Stoltenberg segði við Aftenposten í gjár, at flokkurin hevur fingið velj- arar, tí hann hevur lagt stór- an dent á at bøta um viður- skiftini hjá teimum gomlu og skúlaverkið, og tí hann ætlar at bøta um skattaskip- anina. Kortini helt hann, at tað er ov tíðliga at fegnast enn, tí tað avgerandi er, hvat fólk siga sjálvan valdagin. Harafturímóti hevur sit- andi forsætisráðharrin, Kjell Magne Bondevik, lít- ið at fegnast um. Tann sein- asta veljarakanningin gevur flokki hansara, Kristiliga Fólkaflokkinum, 6,9 pro- sent av atkvøðunum, men í øðrum kanningum hevur flokkurin kortini fingið heldur frægari úrslit. Heldur tann seinasta kanningin, fáa teir borgar- ligu flokkarnir 74 stór- tingsumboð, meðan tann reyð-grøna samgongan hjá Arbeiðaraflokkinum, Sosialistiska Vinstraflokk- inum og Miðflokkinum fær 94 umboð. Afrikanskir innflytar- ar í París búgva ofta á vánaligum húsum. Fyri aðru ferð í fýra mánaðir hevur eldur verið í einum av leiguhúsunum ELDSBRUNI Árni Joensen fartekst@mail.dk Gjáranáttina varð sløkkilið- ið í París boðsent at koma til eitt av íbúðarhúsunum á horninum ímillum Boule- vard Vincent og Rue Ed- mond-Flamand. Tá teir umleið hundrað sløkkiliðs- menninir høvdu fingið tamarhald á eldinum, høvdu 17 fólk latið lív, og 21 onnur vóru endað á sjúkrahúsi. Umleið helm- ingurin av teimum deyðu vóru børn. - Fólk vóru ræðslusligin, og fleiri ætlaðu sær at leypa út ígjøgnum vindeyguni. Vit vóru heppin, men grannar okkara mistu børn- ini, segði ein av teimum bjargaðu kvinnunum við tíðindastovuna AFP. Løgreglan í París sigur, at eldurin kyknaði á triðju hædd. Hann breiddi seg sera skjótt, so tá sløkkiliðið kom á staðið, var eldur í øllum teimum sjey hædd- unum. Fronsku fjølmiðlarnir søgdu í gjár, at húsini, sum brunnu, vóru bygd í 1920- árunum og í sera vánalig- um standi. Sambært løgregluni búðu umleið 130 fólk í húsunum, og av teimum vóru næstan 100 børn. Øll vóru úr afrik- onskum londum, tey flestu úr Mali og Senegal. Fyri fýra mánaðum síð- ani var eldur í einum øðr- um húsum í París, sum afrikanskir innflytarar búðu í. Ta ferðina doyðu 21 fólk, tey flestu vóru børn. Eisini tá skrivaðu franskir fjøl- miðlar, at húsini vóru í sera vánaligum standi. Norski Arbeiðaraflokkurin stóra framgongd Fleiri børn doyðu í eldi Hendan gentan var heppin at sleppa út á lívi