Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 30. august 2005 5 Náttina til fríggja- dagin gjørdu nakrir tjóvar um seg í Vestmanna, har teir brutu inn í bæði Føroya Banka og NB-handilin INNBROT Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er ikki frítt, at vest- menningar hava havt vitjan av nøkrum tjóvum í farnu viku. Tvey innbrot vóru framd, og sambært løgregl- uni bendir alt á, at talan var um innbrot, ið vóru væl fyrireikað. Fóru miðvíst til verka Fyrst vóru tjóvarnir á vitjan í NB-handilinum ella hjá Brogaard, sum vestmenn- ingar rópa handilin. Har hava tjóvarnir fyrst brotið eitt gamalt penga- skáp upp, men til fánýtis, tí tað pengaskápið var ikki longur í nýtslu, og har var tí einki at fara eftir. Síðani fóru teir í holt við eitt annað pengaskáp. Tjóv- arnir høvdu tikið ein vink- ulslípara við sær, og hann nýttu teir í royndunum at bróta pengaskápið upp, men tað eydnaðist teimum ikki. Miseydnaðu royndirnar við pengaskápunum góvu sostatt einki úrslit, og tjóv- arnir løgdu síðani eftir ein- um sigarettskápi. Tá gekk betur, og teir fingu tikið nakað av sigarettum við sær, áðrenn teir rýmdu úr handilinum. Á kriminaldeildini á politistøðini í Havn verður sagt, at tjóvarnir vóru farnir ógvuliga miðvíst til verka í handilinum, og teir høvdu annars ongan skaða gjørt í handlinum. Sambært løg- regluni bendir alt á, at talan var um eitt væl fyrireikað innbrot, tí tjóvarnir høvdu tikið ymisk amboð við sær, ið teir skuldu nýta í stremb- anini eftir tjóvagóðsi. Alarmur stygdi tjóvarnar Tjóvar hava eisini roynt at brotið inn í Føroya Banka í Vestmanna fríggjanáttina, og løgreglan ivast ikki í, at talan er um somu persónar, sum brutu inn í NB- handilin. Fyrst hava tjóvarnir brot- ið ein rút í vindfanginum í bankanum, men tá ið teir eru farnir úr vindfanginum og víðari innar í bankan, var ein alarmur settur í gongd, og tað hevur iva- leyst stygt tjóvarnar burtur, verður sagt á kriminal- deildini á politistøðini. Kriminaldeildin arbeiðir við málunum, men sagt verður, at í løtuni hevur løgreglan ongar slóðir í málunum. Sunnukvøldið stongdi løgreglan eitt tivoli, sum var sett upp á Óðinshædd við Hoyvíksvegin í Havn TIVOLI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fríggjadagin bleiv eitt tivoli sett upp á Óðinshædd beint við gamla Ide-húsið. Talan er um eitt enskt tivoli, sum steðgar á í Før- oyum í nakrar dagar, áðr- enn leiðin gongur víðari til Íslands. Longu fríggja- kvøldið var latið upp, men sunnukvøldið stongdi løg- reglan tivoliið. Ikki neyðug loyvi Løgreglan fekk sunnu- kvøldið fráboðan frá fólki, sum stúrdu fyri trygdini í tivolinum, tí vindurin var so nógvur. Hóast nógva vindin koyrdu framvegis karrusellir og annað í tivolinum, og fólk stúrdu fyri, at partar av tivolinum kundi fara um koll í nógva vindinum. Løgreglan fór á staðið, og tá ið tey høvdu tosað við starvsfólkini í tivolinum, fingu tey illgruna um, at alt ikki ruggaði rætt. Tað vísti seg nevnliga, at starvsfólk- ini í enska tivolinum vóru polakkar, og tivoliið hevði als ikki fingið loyvi til at hava opið her í Føroyum, og starvsfólkini høvdu heldur ikki fingið loyvi til at arbeiða her í Føroyum. Tí gjørdi løgreglan ikki mætari enn at stongja tivoliið, og tað letur ikki upp aftur, meðan steðgað verður her í Føroyum, verður upplýst av politi- støðini. Sum áðurnevnt skal tivoliið víðari til Ís- lands, og væntandi verður farið avstað seinni í hesi vikuni. Durðavørður fangaði tjóv Sunnunáttina tók ein maður eina fløsku av brennivíni inni á Man- hattan í miðbýnum í Havn, men hann var fangaður av einum durðavørði. Tysti maðurin var gestur inni á Manhatt- an, tá ið hann bráddliga stjól eina fløsku av brennivíni í barrini og rann avstað. Durða- vørðurin, ið var til ar- beiðis á Manhattan, rann eftir manninum, og hann fekk fatur á honum aftur beint við Káta Hornið. Løgreglan varð boð- send, men maðurin slapp sær til rýmingar, áðrenn løgreglan kom á staðið. Manhattan fekk tó fløskuna aftur, og á politistøðini verður sagt, at tey hava ill- gruna um, hvør maður- in er, og hann verður tí tikin inn á støðina til avhoyringar fyrsta dagin. tn Skal inn at sita Um døgurðatíð fríggja- dagin tók løgreglan í høvuðsstaðnum ein mann, sum koyrdi bil, hóast koyrikortið er tikið frá honum. Av tí at maðurin koyrdi bil í »frakendel- sesperioden«, sum tað eitur á politimáli, kann hann vænta at skula inn at sita, tí tað er vanligt í sambandi við slík lógarbrot. tn Vinnudagurin verður 23. september Aftur í ár skipar Vinnu- húsið fyri vinnudegn- um. Vinnudagurin verður í ár 23. sep- tember, og í sambandi við dagin verður ein føroysk fyritøka kosin ársins virki. Vinnudagurin í ár er tann sjeyndi av sínum slag, og aftur í ár fer dagurin at bjóða upp á eina røð av fyrilestrum um vinnuviðurskiftir og framtíðina, skrivar Vinnuhúsið á heima- síðu sínari. tn Tjóvar herjaðu í Vestmanna Løgreglan stongdi tivoli Mánamorgunin var ikki nóg lív at síggja í tivolinum á Óðinshædd, sum løgreglan stongdi sunnukvøldið Mynd: Terji Nielsen Náttina til fríggjadagin gjørdu tjóvar um seg í Vestmanna, har teir brutu inn í bæði Føroya Banka og NB-handilin. savnsmynd