Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 163 - 30. august 2005 Av og á fáa fólk tilboð á alnetinum, sum eru ov góð til at vera sonn – og tað eru tey eisini SCAM Jústinus Leivsson Eidesgaard Hesa vikuna havi eg vunnið tvær ferðir 182.000 pund í bretska lottarínum National Lottery í Bretlandi. Hetta er slett ikki so galið, hetta svarar til 3,6 milliónir krón- ur og tær koma á eitt turt stað. Gleðiligu boðini lógu í meylboksini á telduni, tá ið eg lat hana upp um morg- unin. Eg varð útvaldur mill- um milliónir av internetadr- essum, og hetta virkaði ógvuliga trúligt og enntá tvær ferðir. »Eri eg endiliga vorðin ein vinnari, ha?« Næsta stigið var, at eg skuldi seta meg i samband við ein, sum nevnist Willi- am, og hann skuldu gera tað neyðuga, soleiðis at eg kundi fáa pengarnar. Vit samskiftu nakrar ferðir, og so kom rokningin. Bretsku myndugleikarnir skulu geva loyvi til at flyta slíkar upphæddir av landinum og eitt slíkt loyvi kostar pen- ing. Tað er júst her snýtaríið liggur. Tú skal senda eina upphædd til ein fremmand- an á internetinum fyri at kunna móttaka eina stóra upphædd, sum tú antin hev- ur vunnið, ella tí tú er vorð- in ein partur av einum handli við millióna upp- hæddum. Scam Hesin svindul verður úti í heimi kallaður fyri »scam«, og í USA verða fólk árliga snýtt fyri yvir 300 milliónir dollarar, av fólki, sum lokka við at fólk vilja ger- ast rík, sum tey samstarva. Í hesum døgum fáa nógv fólk meyl frá National Lottery í Bretlandi, har tey fáa at vita at tey tilvildar- liga eru vald út til at vinna yvir 180.000 pund. Tey skulu bara rinda eitt umsit- ingargjald, so fáa tey vinn- ingin. Fólk fáa ongar pengar, og tá ið tey hava rindað tað, sum útbjóðarin leggur á, so verður sambandið slitið. Oftast verður ein Yahoo mail adressa nýtt, og tá fólk hava goldið teirra part, so er hendan adressa horvin. Gomul vinna Scam vinnan er gomul vinna. Í áttati- og nítiárun- um var vanligt, at fólk fingu bræv, har tey lættliga kundu gerast rík. Brøvini komu úr Afrika, oftast úr Nigeria, og undirritaði skrivaði um hendan svindul við brævi tiðliga í nítiárun- um. Teksturin var ymiskur, men hevði eitt felags evni. Ofta var talan um eina einkju eftir onkran høgt standandi embætismann, ella ráðharra, sum sat einsamøll og stinkandi rík eftir við eini stórari upp- hædd, sum maður hennara mátti hava stolið í hesum blóðfátøku londum. Mað- urin og øll hennara børn vóru myrd og pettaði sund- ur og einkjan bað um hjálp. Tú skuldi upprætta eina konto, har hon kundi flyta peningin, og vanliga so skuldi tú fáa ein triðing fyri ómakin. Talan var um sera stórar upphæddir, millum 100 og 200 milliónir dollar- ar, og fyri ámakin skuldi tú fáa millum 10 prosent og ein triðing. Hetta var alt ógvuliga lokkandi. Fyri at peningur- in skuldi gjaldast út, so máttu nøkur pappír fáast til vega í Nigeria, og hesi pappír kostaðu pening í umsiting og mutri. Upp- hæddirnar lógu millum 20- 80.000 krónur, sum tann, ið skuldi móttaka peningin skuldu leggja út í fyrstu atløgu. Tað var júst her, at fólk vóru snýtt. Tá ið fólk høvdu goldið, so vóru hesir gávu- ríku afrikanarar horvnir. Internertið Seinastu árini hava scamm- ararnir nýtt internetið, og fólk fáa javnan tilboð um at gerast rík. Undirritaði royndi sum journalistur at fylgja einum tilboði heilt fram til eg skuldi gjalda. Hetta hendi í 2002. Manna- gongdin er tann sama. Í fyrstu atløgu snýr tað seg um at fáa eitt prát við tann sum skal snýtast. Scamm- ararnir eru ógvuliga dugna- ligir at práta. Tá álit er mill- um partarnar og ikki fyrr, so kemur rokningin. Hetta samskifti kann vara í vikur. So fær scammarin knapp- liga skund. Knappliga so skal alt ganga so skjótt fyri seg. Nú snýr tað seg um at fáa neyðugu skjølini til vega, soleiðis at peningurin kann flytast. Nú er tað tú, sum skal rinda pening til sokallað »admissionsfee« ella umsitingarfæ. Tað er her at fólk, í hvussu er í Danmark og kanska eisini í Føroyum eru snýtt. Kanna á netinum Tað verður sagt á heimasíð- unum sum berjast móti scam, at um nakað er ov gott at vera satt, so er tað vanliga ov gott at vera satt. Fáa fólk tílíkar lokkandi meylar, har tey kunnu ger- ast ovurrík við at rinda eina minni upphædd og sam- starva, so er skilagott at kanna meylin. Taka vit dømi um Natio- nal Lottery í Bretlandi, sum seinastu vikuna hevur ríkað undirritaða við 3,6 millión- um donskum krónum, so ber til at fara inn á www.google.com ella onkra aðra leitisíðu og kanna hetta. Skriva tit í leiti rútin: »National Lottery scam« so kemur beinanvegin fram, at júst hesin lokkandi meylur verður ávarað í móti. Tað veruliga National Lottery í Bretlandi hevur eisini eina heimasíðu og hendan ávar- ar staðiliga móti hesum følsku meylum, sum siga fólki, at tey tilvildarliga eru vald út sum vinnarar, og at tey kunnu móttaka pening- in, við at gjalda eitt umsit- ingargjald. Um avsendarin bert hev- ur eina yahoo adressu ella onkra tí slagnum, sum ein og hvør kann upprætta ókeypis, so eiga fólk at ansa sær, tí millliónir verða ikki handlaðar á slíkum adressum, sum ikki kunnu rættarfylgjast á nakran hátt. Løgreglan veit, at eisini føroyingar lata seg lumpa av falsarum á alnetinum SCAM Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eisini føroyingar lata seg viðhvørt lumpa av falsarum á alnetinum. Tað veit løgreglan í Før- oyum. Bergleif Brimvík á kriminaldeildini hjá løg- regluni í Føroyum sigur, at har kenna teir væl til hetta slagið av brotsverkum, har alnetið verður brúkt at lumpað pengar burturúr fólki við. – Vit vita um fólk, sum hava latið seg lokkað til at betala tí tey hava latið seg freistað av einum góðum tilboði á alnetinum, sigur hann. Tað, sum fólk hava gold- ið, er alt frá nøkrum fáum túsund krónum til yvir 100.000 krónur. Hann sigur kortini, at enn hava ongi fólk beinleiðis meldað hetta slagið av brotsverkum fyri løgregl- uni í Føroyum. Bergleif Brimvík heldur, at ein orsøk til at fólk halda seg afturvið at melda, er, at tey halda kanska at tað er ov pínligt, at tey skulu hava latið seg lokkað so lætt og tí dylja tey tað, heldur enn at melda. Men hóast løgreglan í Føroyum ikki arbeiðir við nøkrum beinleiðis máli av hesum slagi, hevur hon to eitt vakið eyga við hesum slagi av brotsverkum. – Hvørja ferð okkurt nýtt stingur seg upp á hesum øki, boðað vit deildini fyri fíggjarligan kriminalitet hjá donsku løgregluni frá. Løgreglan hevur fleiri ferðir ávarað fólk um at svara teldubrøvum, har teimum verður lovað stórar vinningar. Og tað ávaringina hevur hann onki ímóti at endu- rtaka. – Øll slík teldubrøv skulu beinast burt, tí tann, sum fær slík brøv, kann vera púra vísur í, at talan er um svik og tann lovaði vinn- ingurin kemur aldrin, sama, hvussu føgur lyftini eru. Tað endar altíð við, at fólk verða biðin um at upplýsa kontonummar ella at gjalda okkurt slag av avgjaldi og summi verða enntá biðin um at gjalda fleiri ferðir, líka til tey varnast, at okk- urt er galið, men tá er ov seint, sigur Bergleif Brim- vík. Ávaring: Vinn á alnetinum og betal Eitt gott tilboð Soleiðis kann eitt teldubræv síggja út, sum hevur til endamáls at lumpa pengar frá fólki ****** Forwarded Message Follows ******* The National Lottery UP OF Box 1010 Liverpool, L70 NLG UNITED KINGDOM (Customer Services) Ref: UK/9420X2/68 Batch: 074/05/ZY369 15-08-05 THE NATIONAL LOTTERY We happily announce to you the draw (#996) of the UK NATIONAL LOTTERY, online Sweepstakes International program held on Saturday July 9th 2005. Your e-mail address attached to ticket number: 56475600545 188 with Serial number 5368/02 drew the lucky numbers: 07-20-22-23-34-37 (bonus no38.), which subsequently won you the lottery in the 2nd category I.e match 5 plus bonus. You have therefore been approved to claim a total sum of £184,515 in cash credited to file CUT/9023118308/03. (18) lucky winners in this category I.em Match 5 plus bonus. All participants for the online version were selected randomly from World Wide Web sites through computer draw system and extracted from over 100,000 unions, associations, and corporate bodies that are listed online. This promotion takes place weekly. Please note that your lucky winning number falls within our European booklet representative office in Europe as indicated in your play coupon. In view of this, your £184,515 would be released to you by any of our payment offices in Europe. Our European agent will immediately commence the process to facilitate the release of your funds as soon as you contact him. For security reasons, you are advised to keep your winning information confidential till your claims is processed and your money remitted to you in whatever manner you deem fit to claim your prize. unwarranted abuse of this program. Please be warned. To file for your claim, please contact our fiduciary agent: Mr Donald Anderson . Email:fudiciaryanderson@gocomp.net Good from me and members of staff of the UK NATIONAL LOTTERY. Yours faithfully, Sir Richard Lloyd Online coordinator Hava lumpað nógvan pening frá føroyingum