Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 30. august 2005 7 3500 undirskriftir fyri barnarættindi Tinganes: Hósdagin í farnu viku fekk innlend- ismálaráðharrin, Jógvan við keldu handaðar 3500 undirskriftir frá felags- skapinum "Børn uttan rættindi". Við hesum undirskrif- tunum vildi felagsskap- urin vísa á at rættindini og rættarstøðan hjá børn- unum ikki verða nóg væl vird í okkara samfelagi. - Endamálið var at vísa á, at børn skulu hava ein lógarfestan rætt til bæði foreldrini, og at børnini skulu hava foreldrarættin, meðan foreldrini skulu hava eina foreldraskyldu! - Við hesum 3500 und- irskriftunum kunnu vit vísa á, at tað í øllum før- um eru 3500 føroyingar sum kenna til trupulleik- arnar hjá hesum børnun- um. Og tað er sigur ikki so lítið, sigur nevndin í felagnum. Henda áheitanin var handað landsstýrismann- inum, sum segði seg vera samdan við felagnum í hesum rætti. Hann nevndi, at vilji er í sam- gonguni at gera nakað við málið, og at eitt uppskot um hetta verður lagt fram eftir nýggjár. Og gongur sum ætlað, kann so lógin koma í gildi um eitt ár ella so. Hinvegin so krevur hetta eitt stórt fyrireik- ingararbeiði, tí júst hesin parturin er partur av eini støddi lógarheild. Og skal hann setast í gildi, so má ein taka hetta burtur úr hesum. Felagið er nøgt við ú- talilsini frá landsstýris- manninum, men ætlar sær kortini at fylgja væl við gongdini. Tí er avtalaðu ein nýggjur fundur við Jógvan við Keldu um hálvan oktober. sb. Neyðhjálp: Tað kem- ur alla tíðina pen- ingur inn til neyð- hjálpararbeiðið í hungursrakta afrik- anska landinum, Niger. Reyði Krossur í Føroyum – og kring allan heimin – stendur í løtuni fyri eini innsavning av peningi, sum skal koma teim veikastu til hjálpar. Suni Vinther, formaður í Reyða Krossi upplýsir, at tey higartil hava fingið 12.100 kr. inn á konto’- irnar hjá felagsskapinum. - Hetta vilja vit fegin takka fyri, og vit vóna eis- ini, at enn fleiri vilja geva smærri og størri peninga- gávur til hesa hjálpina, sigur hann. Eftir teim upplýsingum, sum hann hevur fingið, so røkkur sjálvt ein lítil peningaupphædd rættiliga langt í hesum landinum. - Fyri minni enn 3 kr. kann ein veita mat til eitt hungrandi fólk í eina dag. Og fyri ein 100 kr. seðil kann ein veita mat til eitt fólk í meiri enn ein mán- að, upplýsir Reyði Kross- ur. sb. 12.100 kr. til Niger-hjálpina Nú skulu rættindini hjá børnum staðfestast (tilvildarlig mynd) Í gjár byrjaði ein stór norðurlendsk ráð- stevna á Hotel Føroy- um undir heitinum: "Språket, - børns em- otionelle og intel- lektuelle udvikling gennem språk". Á ráðstevnuni eru 170 luttakarar, harav 60 teirra eru úr Føroyum TEKNMÁL Snorri Brend - Hvussu verður barnið ment kensluliga og intell- ektuelt gjøgnum málið? Hetta er eitt av evnunum, sum skal viðgerast á hesi stevnuni, sum verður hildin á Hotel Føroyum. Orsøkin til hetta er, at henda ráðstevnan júst verð- ur skipað sum ein partur av tí samstarvinum, sum longu er millum Norður- lond á hesum øki. Ein líknandi ráðstevna sum henda varð hildin fyri tveimum árum síðani í Noregi, og er nú túrurin komin til Føroyar. Ætlanin er at skipa hesa ráðstevn- una annaðhvørt ár. Næstu ferð verður hon eftir ætlan í Svøríki Framtíðin hjá teknmáli Ráðstevnan varð sett fyrra- partin í gjár av Jóannes Eidesgaard, løgmanni. Inn- gangsorð hansara vóru: Gev mær eitt mál. Gev mær eina framtíð! Hann segði seg vera sera ernan av, at føroyingar kundu standa á odda fyri slíkari ráðstevnu. Og hann fegnaðist eisini um hetta spennandi samstarvið mill- um Føroyar, Noreg og Svøríki á hesum økinum. - Hetta er eitt sera ótra- disjonelt samstarv millum hesi trý londini. Og vit vóna, at hetta samstarvið fer at verða til gagns fyri mong menniskju í fram- tíðini, segði hann. Løgmaður vísti á týdning- in av at eiga eitt mál, soleiðis at ein kann samskifta við onnur í gerandisdegnum. - Uttan eitt mál, so hevur ein sera avmarkaða at- gongd til samfelagið. Fyri okkum sum hoyra er hetta ein sjálvfylgja, men tað er tað altso ikki fyri øll. - Við okkara máli kunnu vit hoyrandi tí luttaka í samskiftinum í samfel- agnum. Og tað er einki sum bendir á, at krøvini til hetta gerast minni í framtíðini, vísti hann á. Tað var tí, eftir hansara meting sera týdningarmik- ið, at ein framvegis gransk- ar og finnur fram til allan bata fyri henda bólkin. Og ein slík ráðstevna sum henda er eisini eitt hent høvi at stinga út í kortið. - Eg vóni tí, at tit sjálvi fáa nýggja inspiratión til hetta arbeiðið, og at vit fara at síggja mong konstruktiv úrslit í framtíðini, segði Jóannes Eidesgaard, áðrenn hann setti stevnuna. CI Á ráðstevnuni í ár fáa lut- takararnir atongd til nógvar áhugaverdar fyrilestrar, eins og góð høvi eru til prát og kjak um felags áhuga- mál millum luttakararnar. Evnið á ráðstevnuni er Cochlear Implantat og teknmál, eins og greitt varð frá her í blaðnum leygar- dagin, í samrøðuni við ta 11 ára gomlu Bjørt. Tann yvirskipaði spurn- ingurin á ráðstevnuni er, hvussu framtíðin verður hjá teknmáli, so hvørt sum fleiri og fleiri deyv fáa CI. Tað vísir seg, at alt fleiri og fleiri fáa sær hetta tólið ísett, og ein hoyrir allar tær góðu sólskinssøgurnar frá fólki við hesum tólinum. - Men hvussu er støðan hjá teimum, sum ikki kunnu fáa hetta tólið ísett ella har tað ikki virkar sum tað eigur? Hvør framtíð stend- ur teimum í boði?, eru nakrir viðkomandi spurn- ingar í hesum sambandi. Pallborð Seinnapartin í dag verður pallborðsfundur, har júst hetta evnið verður tikið fram av tí politiska mynd- ugleikanum. Spurningurin sum pallborðið skal tosa um er júst um støðuna hjá teknmálinum í framtíðini. Við pallborðið fara at sita Britt Hildeng úr norska stórtinginum, Bente Dahl úr danska fólkatinginum og Heidi Petersen úr føroyska løgtinginum. Umframt hesi fer Jógvan á Lakjuni somu- leiðis at sita við pallborðið. Tilsamans eru umleið 170 luttakarar úr øllum Norður- londum á ráðstevnuni. Úr Føroyum eru umleið 60. Luttakarnir umboða m.a. foreldur, læknar, sálarfrøð- ingar, lærarar, námsfrøð- ingar granskarar. Eingin sjálvfylgja at hava eitt mál - Gev mær eitt mál. Geva mær eina framtíð, segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, tá hann setti stevnuna fyrrapartin í gjár Mynd: Jens Kr. Vang 170 luttakarar eru á ráðstevnuni, harav 60 teirra eru úr Føroyum. Fremst á myndini síggjast nøkur av almennu føroysku umboðunum við áhuga lurta eftir tí, sum verður sagt Mynd: Jens Kr. Vang