Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 163 - 30. august 2005 Svínoyingar: Vælsignaðir við tvøsti og spiki Jógvan Joensen sigur, at hvalirnir, sum svumu inn á Svínoy- arvík í leygardagin, vóru rættiliga spakir – ja, so spakir, at tú næstan kundi hildið, at teir vóru tamir GRIND Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er langt ímillum, at grind leggur beinini í Svínoy. Fólk í Svínoy, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tey vita bert um ein hval, sum áður hevur lagt beinini í Svínoy í "nýggj- ari" tíð. Tað hendi nevniliga fyri eini 30 árum síðan, at ein einstakur hvalur – av sær sjálvum – gjørdi land- gongd. Men leygardagin hendi tað so aftur. Tilsamans fimm hvalir løgdu beinini í Svínoy. Hesir vóru millum 4 og 6 skinn hvør. Grindin varð býtt millum drápsfólkið og bygdarfólkið annars. Kemur væl við Úr Svínoy verður sagt, at grindin kemur væl við, og tá ið so lítil fólk býr í oynni, hevur hvørt húskið fingið nógva grind í part. Tá ið Sosialurin sunnu- kvøldið ringdi til eitt til- vildarligt telefonnummar í Svínoy fyri at fregnast, fingu vit júst fatur á mann- inum, sum í sínari tíð skar hvalin á háls, sum svam upp á land. Maðurin er Jógvan Joen- sen, sum í dag er 81 ára gamalur. - Ja, tað var eg, sum á sinni skar hvalin á háls, men eg haldi, at øll húskini í bygdini mundu fáa burtur av grindini. Hvalurin var eini 4-5 skinn, so tað var ikki so lítið av grind og spiki á honum. Aftur í gjár var Jógvan Joensen við í drápinum. Góð grind - Eg havi kókað av grindini í dag, og hetta er ógvuliga góð grind, sigur hann. Jógvan vísir á, at hvalir- nir, sum svumu inn á Svín- oyarvík í leygardagin, vóru rættiliga spakir – ja, so spakir, at tú næstan kundi hildið, at teir vóru tamir. - Vit høvdu bert ein sókn- arongul, og tað vísti seg, sum um hvalirnir bíðaðu hvør eftir øðrum at vera tiknir, sigur Jógvan Joen- sen. Tað eru eini 30 ár síðan, at ein hvalur legði beinini í Svínoy. Annars vita svínoyingar einki at siga um, at grind áður er deyð í oynni. Men leygardagin hendi tað so aftur, og nú eru svinoyingar væl forsýnaðir við góðum tvøsti – og góðum spiki Norðmenn vænta sær fram úr gott laksaár Í Noregi vænta tey, at alivinnan fer at hava eitt yvirskot í ár, sum fer at liggja millum 2 og 3 miljardir krónur LAKSUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Prísirnir á laksi eru hækk- aðir nógv síðani kreppuna í 2002 og 2003. Teir liggja í løtuni ímillum 25 og 30 krónur fyri kilo - alt eftir stødd. Hendan prísøking kann koma at geva norsk- um alarum millum 5 og 6 krónur í yvirskoti fyri hvørt kilo, sum framleitt verður. Ivar Holmefjord, granskari í Akvaforsk, vil vera við, at vøksturin í framleiðslu av laksi fer at taka dyk á seg í 2007- 2008, og hann væntar, at prísirnir fara halda sær út á heysti í 2007. Marknaðurin fyri laks veksur alla tíðini, og um útboðið ikki veksur sam- svarandi, fara prísirnir at hækka. Smoltútsetingin í 2004 var bert 5% hægri enn í 2003, og eingin vøkstur var í útsetingini frá 2004 til 2005. Hetta viðførir, siga norðmenn, at laksur vantar á marknaðinum - og prís- urin hækkar. Heldur ikki eru fleiri rogn løgd inn í ár, og so- statt verður útsetingin næsta vár ikki størri enn í ár. Við hesum kann væntast, at framleiðslan hækkar ikki fyrr enn móti ársenda í 2007 ella við ársbyrjan í 2008. Tað, sum kann broyta hesa myndina, er hitin í sjónum, sum kann ávirka vøksturin og sjúka, sum kann minka um og broyta útboðið. Ein vandi er tó fyri, at alt smoltið verður sett á sjógv, tí prísirnir eru so góðir. Eisini tað vánaliga smoltið, sum ikki eigur at setast út. Hetta fer at hava ávirkan á útboðið og vøksturin og harvið úr- slitið hjá alivinnuni. Norðmenn høvdu 12 miljónir fiskar færri í sjónum í vár enn sama tíð- arskeið í fjør. Orsøkin til munin er, at prísirnir eru høgir í løtuni, og tí er nógvur fiskur tikin. Spurningurin er so, um henda stóra tøkan hjá norðmonnum fer at ávirka prísin í heyst og í vetur, so prísurin lækkar aftur. Um so verður, kann prísvøksturin gerast ein stokkut gleði kortini, vita norskar keldur at siga. Nær er tað nú, at tunnilin steingir - og er hann opin í viku- skiftinum? TUNNILIN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hetta hevur verið tann afturvendandi spurningurin hjá fólki, sum ferðast millum Eysturoynna og Streymoynna, nú Norð- skálatunnilin í longri tíð hevur verið stongdur um næturnar fyri vanligari ferðslu. Arbeitt verður við at leggja streymkaðal og dren í tunnilin, og tí er hann stongdur vanligar dagar millum klokkan 20.30 á kvøldi og 06 á morgni. Sunnudag er hann stongdur millum klokkan 24 og 06, men frá leygar- degi til sunnudag er hann opin. Tung ferðsla sleppur ígjøgnum tunnilin hvønn heilan tíma, meðan hann annars er stongdur fyri vanligari bilaferðslu. Mong eru tey, sum ikki hava heft seg við hesar tíð- ir, og tí noyðast nógvir bil- førarar longu leiðina um Eiðisskarð, tá ið líður út á kvøldið. Kaðalarbeiði og dren Mong hava verið noydd longu leiðina um Eiðisskarð, tí tey ikki gáaðu eftir, nær Norðskála- tunnilin er stongdur Mynd: Vilmund Jacobsen