Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 30. august 2005 9 Gera seg inn á "prestarnar" PRESTAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ikki gamansleikur at vera "prestur" í Vág- unum í hesum døgum. Løgreglan í Havn veit at siga, at tilsamans 103 prestar, sum skulu vísa bilførarum vegin millum Hotel Vágar og Miðvág, vórðu traðkaðir niður av fólki, sum helst hava ver- ið til gongu millum bygd- irnar í vikuskiftinum. Í samdøgur-frágreið- ingini hjá løgregluni stendur, at eingin hevur grunað um herverkið - og ei heldur er nakar sæddur at fremja tað. Hendingin í Vágunum er farin fram millum klokkan 02 og klokkan 8 náttina til leygardagin. Tá ið tað var greitt, at prestarnir vóru traðkaðir, boðaði løgreglan Lands- verki frá hesum. Í vikuskiftinum varð ein kvinna sligin av einum manni í miðbýnum í Havn. Tað var ein triði per- sónur, sum boðaði løg- regluni frá tilburðinum. Løgreglan sigur, at kvinnan, sum varð flutt á skaðastovuna, meldaði mannin fyri at hava sligið. Maðurin hevur verið til avhoyringar, men noktar seg sekan. Løgreglan sigur, at maðurin, sum er meldað- ur fyri tilburðin, er síðst í 20-unum og kvinnan er nakað yngri. -v. SVAV ÚTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sunnumorgunin fekk løg- reglan í Klaksvík boð um, at ein ungur maður lá úti á gøtuni og svav. Líkt var til, at hann hevði einki vit, og andadrátturin var óregluligur. Maðurin var illa fyri. Onkur, sum var komin fram við, hevði lagt ein jakka omanyvir mannin. - Vit fóru á staðið at kanna málið, tóku mannin upp og sendu boð eftir lækna, sum vit altíð gera í slíkum føri. Løgreglan í Klaksvík sigur, at teir onga løtu vóru í iva um, at maðurin mátti á sjúkrahús. - Maðurin var eftir øllum at døma ávirkaður og fallin í óvit, sigur løgreglan. Kvinna sligin í høvdið Svav úti á gøtuni Gingu uppi á tekjuni hjá Frants Restorff Heppin í óhappinum Eitt ferðsluóhapp inn- anfyri Skipanes um gott 9-tíðina leygar- morgunin kundi verið endað við eini van- lukku. Á myndini sæst, at bilurin hevur rent seg í ein stóran klett í veggrøvini FERÐSLA Vilmund Jacobsen Ein bilur við einum manni kemur koyrandi úteftir Skálafjørðinum. Tá ið hann nærkast Skipanesi, koyrir førarin niðan í øvuta síðu, fer niðan av vegnum og endar beint í einum stórum kletti, sum liggur við veg- grøvina. Bilurin stendur so nógv uppeftir enda, at vinstra afturhjólið hongur uppi. Løgreglan í Runavík fekk fráboðan um hending- ina klokkan 9.15 og fór beinanvegin á staðið saman við sjúkrabili og brandbili. Tosaði róliga - Tá ið vit komu á staðið, var bilførarin við fullum viti. Hann tosaði róliga og greiddi frá, at hann føldi sær okkurt í bringuni – og at beinini tóktust føst. Tí- betur var ikki líkt til, at hann hevði fingið nakað sjónligt mein. Løgreglan sigur, at neyð- ugt var at skera hurð og stólpa, soleiðis at maðurin kundi fáast úr bilinum. - Roykur var eingin, so vit hildu ikki, at vandi var fyri eldi. Tað tók brandmonnunum einar 15-20 minuttir at fáa mannin úr bilinum, sum síðan varð fluttur á Lands- sjúkrahúsið til kanningar. Av útróðri Sum skilst, kom maðurin, sum annars hevði verið á útróðri, væl frá hendingini, men hann var eymur í kroppinum eftir stoytin, hann hevði fingið. At bilurin er sterkur og úr góðum jarni, hevur ivaleyst havt sín týdning fyri bilføraran. - Býurin er eitt stórt sirkus í vikuskiftin- um, sigur løgreglan í Havn ÓLEVNAÐUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sunnunáttina fekk løgregl- an í Havn boð um, at nøkur ungfólk gingu uppi á tekjuni á bakarínum hjá Frants Restorff í Tórsgøtu. Løgreglan fór á staðið og rak ungu fólkini, sum tá vóru tvey í tali, burtur. Á løgreglustøðini í Havn siga tey, at einki herverk var framt á bygningin, og tí vórðu hesi ungu bara biðin um at halda seg burtur. Klokkan 9 sunnumorg- unin fekk løgreglan eisini fráboðan um, at nakrir fullir menn svumu uppi í Sandá á leiðini, har Eikin er. Tá ið løgreglan kom á staðið, vóru menninir komnir upp úr aftur ánni í øllum góðum. - Tað er ikki at taka munnin ov fullan at siga, at býurin er eitt stórt sirkus í vikuskiftinum, sigur vakt- havandi á løgreglustøðini í Havn. Sunnunáttina noyddist løgreglan í Havn at reka ungfólk niður av tekjuni hjá Frants Restorff í miðbýnum Mynd: Vilmund Jacobsen Hann var óheppin, tá ið hann fór niðan av vegnum og rendi seg beint í ein stóran klett. Tíbetur kom maðurin eftir umstøðunum væl frá tilburðinum Mynd: Vilmund Jacobsen