týsdagur 30. august 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 163 - 30. august 2005
Búskaparráðið er komið við síni statusfrá-
greiðing og vekir henda frágreiðing sum altíð
stóran áhuga. Ikki óvæntað setir ráðið frágreið-
ingina í mun til Visión 2015 og leggur ráðið
dent á, at tøknilig menning er lykilin til hesa
visión. Útbúgving, gransking, opinleiki og
kapping eru lyklaorðini í frágreiðingini, sum
hevur fingið heitið »Tøknilig menning og
vælferð«.
Sum væntað verður mælt til at fremja ein-
skiljingar av almennum fyritøkum, eins og
mælt verður til at styrkja kappingarráðið. Tað
verður undirstrikað, at vit liva ikki bert av fiski
men av einum væl mentum førleika at innflyta
og at tillaga útlendskt uppfunna tøkni til brúks
í framleiðsluni í Føroyum. Nógv áhugavert er í
frágreiðingini, sum er sera saklig, um en
bersøgin. Tað er líkasum, at tónalagið í hesari
frágreiðingini er ikki so nógv merkt av hevjað-
um fremstafingrum, betrivitan og moralisering,
sum ofta hevur verið siðvenja hjá ráðnum
seinastu árini. Veikleikin er klárt, tað sum ein
ráðslimur vísir á, nevniliga at oljuprísirnir fara
tvísporandi upp í loft, uttan at ráðið nenvir
hetta.
Hinvegin er boðskapurin ikki til at misskilja:
haldast má fast um einskiljingarnar, tað má
satsast nógv meria upp á útbúgvingar, og vit
skulu ikki stýra teimum ungu inn á ávísar
útbúgvingar og útbúgvarlond. Hetta seinasta er
nýtt og sera áhugavert og skal helst skiljast sum
ein roynd til ikki at skerja kreativitetin hjá
teimum ungu. Vit eru bert á 20. plássi enn, so
her skal eitt ódnartak til, um vit skulu røkka
upp á støðið hjá okkara grannum. Frágreiðingin
hevur eisini radikal sjónarmið eitt nú, at ikki
kunnu røkka hesum málum við at verja tey
ófakærdu arbeiðsplássini. Hetta sjónarmið má
fáa fakfeløgini at ressast og at krevja eina klára
strategi fyri at sleppast kann undan vinnuloysi.
Her er frágreiðingini ikki nóg greið, men hevur
mest yvirskriftir og føgur orð um útbúgving,
gransking og ávaringar móti almennum
tiltøkum á vinnuøkinum. Vit venda aftur til
hesa áhugaverdu fragreiðing.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ráðgeving um framtíðina
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans D. Nielsen
Nú var hann aftur framvið,
við sínum fjákutu og ikki
minst lítisigandi viðmerk-
ingum um tað syndigu
verð, vit liva í. Ikki kann
sigast annað enn, at Ger-
hard Lognberg roynir at
føra seg fram sum aðrir
menn, um tað so er sam-
kynd ella brennivín talan er
um, so tykist Gerhard at
halda seg hava eina loysn
upp á, hvussu vit onnur
skulu liva og skikka okkum
í hesum landi.
Sandoyarfólk hava altíð
borið orð fyri at verið
skemtingarsom av lyndi, og
man tað tí eisini vera í
skemti, tey hava valt Ger-
hard inn á ting. Kanska
munnu tey halda, at ikki
nóg nógv býtt verður sagt
av tingsins røðarapalli og
vilja tí bøta um hettar við at
geva Gerhard møguleikan
at siga sítt fjákuta vrøvl utt-
an fyri Sandoynna eisini.
Havi ofta sitið framman
fyri sjónvarpinum og hugt
eftir orðaskiftinum á tingi
og má siga tað, at ein skal
leita longi eftir einum so
fjákutum og illa fyrireik-
aðum løgtingsmanni, sum
Gerhard Lognberg er. Hann
tykist ikki at hava ánilsi av,
hvat gongur fyri seg rundan
um hann, tosar upp í sama
og um hann stendur fastur,
sum ofta hendur, ja so hev-
ur hann tann fyrimunin, at
hann kann blanda várharra
uppí fyri at koma víðari.
Nú Gerhard fekk ilt í
afturpartin av, at nøkur
friðarlig samkynd hildu
ráðstevnu í Norðurlanda-
húsinum, so má sigast, at
ráðstevnan kom væl við hjá
honum kortini, tí har var
aftur ein møguleiki at
blanda várharra upp í
dagsins kjak.
Um Gerhard er so toll-
utur, at hann heldur, at bara
hann og ikki vit onnur vita,
hvat stendur í halgubók, so
má hann bara trúgva um-
aftur, tí er tað nakað, sum
vit øll hava fingið inn við
skei gjøgnum allan okkara
uppvøkstur, so er tað júst
tað andaliga, men tað er so
ikki tað sama sum Gerhard,
Jenis og aðrir hava fingið
burturúr tí heilagu skriftini.
Til seinast skal eg koma
við einari áheitan og veg-
leðing til Gerhard & Co um
heldur at brúka meira tíð
upp á at viðgera meira álv-
arslig mál sum standa á
dagsskránni í hesum døg-
um, har kann eg nevna sum
dømi avtøku av oljuav-
gjaldinum, so familjur í
hesum landi sleppa frá at
sita køld við glintandi
tonnum, men aftur fáa ráð
at fylla sær tangan og fáa
hita í kroppin, hettar kundi
eisini bøtt um støðuna hjá
teimum samkyndu, sum so
eisini høvdu sloppið frá at
ligið alt ov tætt saman und-
ir dýnuni og synda fyri at
halda varmanum.
Fjákalótir úr Skopun
Oddfríður Marni
Rasmussen
Í farnu viku hevur verið
ráðstevna í Norðurlanda-
húsinum fyri teimum sam-
kyndu. So skjótt sum út-
lendsku
gestirnir
vóru
lendir,
fingu
føroysku
krympireyvarnar alvorligt
gorlop. Bíbliusitatini hava
staðið í kø at rættvísgera
teirra niðurgerandi úttalilsi.
Vit hava talu- og skrivi-
frælsi í Føroyum, so sjálv-
andi kann ein og hvør siga
sína meining. Tað, sum
harmar meg mest og fær
øði í meg er, at ongin talar
ímóti hesum óvenjing-un-
um. At Gerhard Lognberg
og Jenis av Rana hava sínar
meiningar, vita flest øll.
Tað, sum er ósømiligt er, at
ein landsstýrismaður, og so
enntá í menta, kirkju- og
skúlamálum, alment ber
fram slík brot á mannarætt-
indi. Eg veit um næming í
fólkaskúlanum, sum er
vorðin hóttir, tí hann er
samkyndur. Tað, sum eg
kundi hugsað mær at vita
er, um landsstýrismaðurin
umboðar tann, sum hóttir
ella tann samkynda?
Prestarnir
í
hansara
kirkju eru í øllum førum so
mikið at sær komnir, at teir
halda sínar meiningar fyri
seg sjálvar. Teir siga ikki, tá
ið teir signa samkomuna:
Eg signi tykkum øll uttan
teg á aftasta bonki, sum er
samkyndur. Prestar hava
helst hvør sína meining um
hetta eyma mál, men teir
velja at tiga, tí teir tæna
fólkinum.
Ráðharrin
í
menta-, skúla- og kirkju-
málum velur ikki at tæna
fólkinum. Hann velur held-
ur at tæna sínari egnu sam-
komu, har tey flestu ikki
eru limir í fólkakirkjuni. At
ongin tinglimur, sum hevur
aðra meining enn hesir
tríggir, hevur mótmælt,
sigur mær so mikið, at teir
hava somu meining sum
hesir. Fyrsta røða løgmans
var fyri teimum samkyndu,
og tað einasta hann kann
siga er, at allir tinglimir í
hansara flokki mega hava
egnar meiningar um etisk
mál. Tað vil siga, at tá
hoyra teir ikki til Javn-
aðarflokkin, men skifta í
annan ham, annan flokk, ið
hevur somu politisk mál
sum teir.
Fyri gott og væl trimum
árum síðani var eg í Íslandi,
og var eg í Hallgrímskirkj-
uni, har ein svenskur sam-
kyndur prestur helt eina
sera
rámandi
prædiku.
Hann nam við, hvussu
ymiskir lærusveinarnir hjá
Jesusi vóru, og so endaði
hann við at siga, at um
Jesus livdi í dag, hevði
hann helst valt sær ein
lærusvein, sum var sam-
kyndur, tí hann livdi sítt lív
fyri at hjálpa teimum, sum
samfelagið ikki skoytti um.
Um Jógvan á Lakjuni hevði
arbeitt fyri øllum økinum,
sum hann umsitir, átti hann
ikki at slongt slíka fráboð-
an út alment, heldur átti
hann at viðurkent tey sam-
kyndu sum ein part av
samfelagnum, ið ikki hevur
somu sømdir sum onnur og
arbeitt fyri teimum. Tað
hevði verið nátúrligt um
landsstýrismaðurin í skúla-
, mentan- og kirkjumálum
setti
hesa
ráðstevnu.
Kirkju-, skúla- og menta-
málaráðarrin kallar ístaðin
tað at vera samkyndur fyri
ónátúrligt. Tað er so nógv,
sum er ónátúrligt. At senda
fólk upp á mánan er ónátúr-
ligt. At koyra í bili undir
sjónum er ónátúrligt, men
at vera samkyndur er nátúr-
ligt í einum framkomnum
samfelag, sum júst hevur
lagt eina visiónsætlan fram
til 2015. Tey hava eitt
kynslív, ið ikki altíð líkist tí
hjá okkum hinskyntu, men
er tað ein orsøk at nokta
teimum kærleika og rættin
til at skráseta seg í parlagi,
er tað ein grund til at spotta
tey, at reka tey av landin-
um? Alla aðrastaðnis í
heiminum hevði tað verið
ónátúrligt.
At senda fólk á mánan er ónátúrligt!