týsdagur 30. august 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 30. august 2005
11
Góðu Jenis, Gerhard
og Jógvan
Dimma týskvøldið 23.
august
Heri Kragesteen
leiðandi sálarfrøðingur á
psykiatriska deplinum
Í Dimmu verður, í viðtaluni
við umboðini fyri MBD/
DAMP felagið m.a. sagt, at
alt ov lítið verður gjørt við
og fyri tey børn, ið hava
trupulleikar av tí slagnum,
ið verða nevndir MBD/
DAMP (sipar til m.a. ólag í
evnunum at samla seg, og
ovurvirkni/hyperaktivitet),
og sum í diagnosulistunum,
ið flestu psykiatrisku deild-
ir í norðanlondum arbeiða
eftir, ICD-10, verður nevnt
hyperkinetiskt ólag og sum
í USA verður kalla ADHD
(attention deficit, hyper-
activity dysfunction).
Í hesi grein verða við-
merkingar gjørdar til sumt
av tí, ið nevnt er í greinini,
meðan annað, serliga tað,
ið hevur við viðgerðartil-
boð at gera innihaldsliga
kemur í aðrari grein seinni í
vikuni. Harumframt verður
tá eisini nomið við, hvat tað
merkir, at tosa um atferðar-
trupulleikar.
Sagt verður í viðtaluni í
Dimmu t. 23.8. beinleiðis:
"Førleikin at sjúkugreina
og viðgera børn við MBD/
DAMP finst snøgt sagt ikki
í Føroyum, og tað er neyð-
ugt at hava." Tað og ymiskt
annað verður nevnt í grein-
ini, ið, sum heild, ber prógv
um væntandi vitan um tað
arbeiðið, ið serútbúgvin
fólk: sálarlæknar, sálar-
frøðingar, pedagogar, lær-
arar og onnur dagliga gera
av diagnostiskum (sjúku-
greinandi) slagi umframt
viðgerð.
Eg
eri
ikki
ósamdir í, at umstøðurnar
langt frá eru nøktandi í
øllum førum, tá talan er um
at greina og viðgera trupul-
leikar hjá børnum og ung-
um. Men at siga at einki er,
og einki verður gjørt, er at
taka munnin ov fullan. Og
loyvi eg mær tí at taka fram
nakað av tí, ið verður gjørt
her í landinum, eisini tá
talan er um teir trupul-
leikar, ið áhugafelagið hjá
Báru Johansen og Mariu
Jacobsen umboðar.
Vit, á Psykiatriska depl-
inum á Landsjúkrahúsin-
um, arbeiða dagliga við
trupulleikum, ið børn og
ung stríðast við, sum partur
av tí tænastu, ið Psykiatr-
iski depilin veitur. Talan er
ikki um eina deild burturav
til børn og ung. Vit hava tí,
til dømis, bert í avmarkað-
an mun møguleika at leggja
inn børn og ung, og er tað
tá á vaksnamannadeildun-
um. Og tað gera vit bert, tá
einki annað er til at taka.
Men vit hava eina barna- og
ungdómspsykiatriska tæn-
astu, ið, eftir umstøðum og
játtanum, virkar væl, og
samstarva vit við sálar-
lækna og serfrøðing í sálar-
frøði á Bispebjerg børne-
og
ungdómspsyki-atrisk
afdeling, ið vitja hendan
vegin tvær vikur um árið,
og við barna- og ungdóms-
psykiatara, ið er her 5 vikur
um árið. Harumframt hava
vit tætt og gott samstarv við
Sernámsdepilin, Almanna-
stovuna, barnaverndirnar
runt um í landinum og
sosialu deild hjá Tórs-
havnar kommunu.
Talan er um eina tænastu,
ið er í landinum og virkar
hvønn dag, og sum kann
brúka
serfrøðingarnar
uttanlanda til mál, ið vit
halda, vit hava fyri neyðuni
at samstarva um. Og eisini
ber til, í ávísan mun, at
skipa fyri kanningum og
innlegging í DK, um heilt
illa stendur til, og um
loysnin ikki er møgulig í
Føroyum. Skipanin við
barna- og ungdómspsyki-
atrisku tænastuni er nógv
útbygd seinastu tvey árini,
m.a. tí at normeringarnar á
Psykiatriska deplinum í
dag gera tað møguligt, at
fjølbroyta psykiatrisku tæn-
astuna. Áðrenn hetta, var
tað bert sernámsdepilin,
við sínari (út um alt mark)
avmarkaðu sálarfrøðiligu
tænastu, ið tók sær av at
kanna, diagnostisera og
viðgera børn og ung við
trupulleikum av psyki-
atriskum slagi, í samstarvi
við konsulentar, ið vitjaðu
hendan vegin 3 vikur um
árið. So at siga, at kvali-
fiserað
diagnostisering
ikke finst í Føroyum, er
ikki rætt, heldur ikki tá við
tosa um MBD/DAMP.
Børn við umfatandi at-
ferðartrupulleikum, m.a.
orsakað av viðfødda hyper-
kinetiska ólagnum ella
brekinum, har dagstovnur
ella skúli ikki fáa veitt
neyðugu hjálpina, hava, frá
8/9 ára aldri, havt møgu-
leika at fingið viðgerð á
døgnstovninum Rókini. Og
frá 13 til 18 ára aldur á tils-
varandi døgn-stovni, ið
eitur Slóðin. Nýggi (dag)-
stovnurin, ið nevndur er í
greinini, hevur m.a. børn
undir 7 ár við umfatandi
atferðartrupulleikum sum
málbólk, og hesin stovnur
ger, at tað samanumtikið er
møguligt at geva viðgerð-
artilboð til børn í øllum
aldri, við umfatandi at-
ferðartrupulleikum, í Før-
oyum.
Men harumframt eigur at
verða nevnt, at nógvir
stuðulsfólkatímar
verða
veittir, bæði í og uttanfyri
dagstovn og skúla, til børn
og ung, eisini, og kanska
serliga, til tey við MBD/
DAMP trupulleikum. Og
hesi
hava
harumframt
møguleika fyri at fáa medi-
sinska viðgerð á Psyki-
atriska
deplinum
(t.d.
ritalin) eftir sjúkuútgreinan
av starvsfólki á deplinum
við ordinatión frá serlækna
í psykiatri. So nakað verður
gjørt frá almennari síðu
saman við kønum og
dugnaligum starvsfólkum.
Men sjálvandi skulu vit
megna meira enn vit gera
nú, og ætlanir, m.a. um eina
veruliga barna- og ung-
dómspsykiatriska deild, eru
lagdar fyri almanna- og
heilsumálaráðið, so til ber í
størri mun at sleppa undan
innlegging og viðgerð utt-
anlanda av børnum og ung-
um, ið bæði er kostnaðar-
mikil og strongjandi fyri
tey børn og ungu, ið send
verða av landinum.
Serfrøðingavitanina hava
vit í rímuligan mun longu
nú í Føroyum, og tann
parturin kann bara gerast
betri og størri við einari
barna- og ungdómspsyki-
atriskari deild, ið eisini er
ætlað at veita tænastur til
m.a. nýggja dagsstovnin
fyri børn við umfatandi
atferðartrupulleikum.
Eg haldi tað vera í lagi og
umráðandi at koma við
atfinningum, og uppgávan
hjá áhugabólkum er at verji
síni. Men eg haldi, at tað
átti at verið sjálvsagt, held-
ur at spælt saman við okk-
um, ið arbeiða við at skapa
góðar umstøður fyri øll
børn og ung við trupul-
leikum, enn at gera tað, ið
virkar, til einkis.
VIÐMERKINGAR
Viðmerkingar til viðtalu við umboð
fyri MBD/DAMPfelagið
Kim Hansen
Tað er ótrúligt, hvat man
kann fáa seg sjálvan til at
siga um sexuellu orien-
teringina hjá fólki og so
siga, at mann onki hevur
í móti teimum. Tit eru
vemmiligir!!
Lat meg gera tykkum
tað púra greitt. Eg havi
onki ímóti tykkum sum
fanatiskum religiónsfor-
stýraðum individum, eri
bert
ímóti
tykkara
vemmiligu tulking av
eini annars góðari bók.
Henrik út og hvat so
Frank Davidsen
Sum oftast er Finnur
Helmsdal sera skilagóður
tá hann gevur sítt íkast
innan ítrótt í fjølmiðlun-
um.
Hesaferð taki eg tó fult
undir við Jóanis J. sum í
Degi og viku mælti til
eina »føroyska loysn«.
Og tá Jógvan Arge á
heimasíðu síni sigur, at
vit hava bara ein stjørnu-
venjara, so rakar hann
seymin á høvdið, tí tað
sum Jóhan Nielsen hevur
megnað tey árini, ið hann
hevur verið venjari, tað
er trupult at finna orð
fyri.
Fara vit at telja øll tey
meistaraheitir í pilta-,
dreingja-, unglinga- og
vaksnamannadeildini við
Jóhan sum venjara, so
ivist eg onga løtu í, at
hann hevur eitt greitt
heimsmet, sum neyvan
verður tikið í bræði.
Eitt tað feskasta dømi
er liðið hjá Skála, ið
Jóhan er venjari hjá. Fyri
tveimum árum síðani var
Skála um at flyta niður í
2. deild, í dag liggur
Skála á odda í fyrstu
deild.
Frá ungum og óroynd-
um leikarum hevur Jóhan
megna at givið teimum
ein førleika har teir bæði
tekniskt og í skjótleika
liggja frammanfyri teirra
kappingarneytar. At lið-
ini ið Skála kappast við,
fíggjarliga eru nógv bet-
ur fyri, ger avriki hjá
Skála ikki minni undrun-
arvert.
Spurningurin er so, um
Jóhan er áhugaður í at
gerast landsliðsvenjari.
Hinvegin um FSF nú
ásannar, at ein føroyingur
skal gerast venjari, so
eigur Jóhan Nielsen við
sínum royndum og óvan-
liga góðu úrslitum at vera
fyrsta val, tá ið FSF í
næstum skal kjósa sær
venjara til landsliðið.
Michael Müller
Dersom, det former sig
således, at De Herrer, á
Lakjuni og Lognberg, kann
styre det vi dødelige kalder
morale, på disse øer, så vil
jeg sgu da også være med!
Omend de ere næve-
nyttige, må være til enhver
at bedømme – men føj hvor
der lugter i nabolaget, efter
deres hænde-vaskeri. Slige
pjokk-riddre, møder man
åbenbart, kun iblandt disse
stormomsuste fjelde. Af
hvilke fjogede flødeskums-
hallelujafraktioner de ned-
stammer fra, er for så vidt
hamrende ligegyldigt, når
man ser på det håndgribe-
lige i deres åndelige statur,
der her kommer til syne.
Nogen har til tidsfordriv,
om natten i radioen, at bede
for dem, der har det for-
nødent. Al Respekt! De gør
det uden tvivl med et varmt
hjerte, og til stor fortrøst-
ning for dem, der har det
behov.
Men hvem af os, har det
behov, at læse eller høre på
disse to’s slibrige og sjofle
anmærkninger, om hvordan
vi eferlever Bibelen?
Min morale, hvad jeres
hyggesludder end går ud
på, er: Husk på, at alt hvad
andre siger og gør imod
dig, er kun er projection af
deres egen virkelighed!
Derfor: Vend
bøssen
imod jer selv, og se så hvad
der kan komme ud af det!
Velbekomme.
Á lakjuni og Lognberg
Vor Herre bevare os
n
Lesið
-so eru tit við!