týsdagur 30. august 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 163 - 30. august 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sum tað fyrsta av
sínum slagi í
Føroyum ber nú til at
hoyra møtini hjá
samkomuni Lívdini í
Hoyvík sunnudagar
beinleiðis á
internetinum - við at
trýsta á eina leinkju á
heimasíðu teirra
Sunnudagin 21. august
2005 var fyrstu ferð at møt-
ini hjá samkomuni Lívdini í
Hoyvík, sum heldur til í
Hoyvíkar Skúla, kundu
hoyrast beinleiðis á heima-
síðuni: www.livdin.fo
Talan er um tvey møtir
sunnudag, tað fyrra byrjar
kl. 10.30 og tað seinna kl.
12.
Í tíðindaskrivi frá Lívdini
sigur Jógvan Zachariassen
»Ynski okkara við hesi
tænastu er, at menniskju
skulu fáa møguleika at
uppliva eitt møti beinleiðis
heima hjá sær sjálvum. Tað
eru mong, sum ikki kunnu
koma á staðið sunnumorg-
un. Vit hugsa um trúboðar-
ar, sum eru langt burtur; tey
gomlu, sum ikki orka út, og
menniskju, sum ikki koma
nakrastaðni á møti ella
kirkju. Bøn okkara er, at
Harrin skal náa inn í hjørt-
uni á øllum menniskjum
við
náði
og
kærleika
Sínum«.
Mánadagin 29. august verður Petur Midjord, Fuglafirði,
75 ár.
Petur er sonur Henrikku, f. Magnussen, og Gordon
Midjord. Hon av Heiðunum og hann úr Fuglafirði. Petur
er yngstur av fýra systkjum. Systrarnar eru Lydia, Helma
og Gay.
Petur er vinnulívsmaður og hevur í mong á verið stjóri í
P/f Sandgrevstur. Fyrst eitt sindur um P/f Sandgrevstur,
sum hevur verið ein so stórur partur av lívinum hjá Peturi.
P/f Sandgrevstur varð stovnað í 1949 av faðirinum
Gordon Midjord saman við øðrum.
Sama árið keypti felagið sandbátin »Ormen V« úr
Danmark, og var hann í vinnu til miðskeiðis í 70-unum.
Í 60-unum keypti felagið fiskiskipið »Gulldrang« og
seinni eisini »Mazeppu«, sum eitt nú fiskaðu sild norðan-
fyri Føroyar. Seinni varð »Fuglfirðingur« keyptur. Sum
eitt av fyrstu føroysku skipunum varð hann útgjørdur til
ídnaðarveiðu og fiskaði fyri tað mesta í Norðsjónum. Men
fiskiskipini vóru ikki eins drúgv í felagnum sum sandbát-
arnir, og tá »Fuglfirðingur« í 1984 varð seldur til Tvøroyr-
ar, var hesin parturin av reiðaravirkseminum fyribils av.
Samstundis gjørdist sand- og fraktflutningurin aftur ein
støðugt størri partur av virkseminum. Felagið hevur
gjøgnum árini átt fleiri skip og í dag rekur felagið teir
tríggjar sand- og fraktbátarnar: Sandfrakt, Vón og Vitan.
Hesi 56 árini felagið hevur virkað, eru tíðirnar broyttar
ómetaliga nógv og uppgávurnar somuleiðis. Tað hava ver-
ið góðar tíðir, og onkuntíð hevur verið harður andróður.
Men felagið hevur altíð duga at fóta sær, funnið nýggjar
leiðir og átikið sær nýggjar uppgávur. Og í dag er størri
parturin av virkseminum hjá P/f Sandgrevstri uttan fyri
landoddarnar.
Petur er sum sagt yngstur av systkjunum. Pápin var
nógv til skips so serliga mamman og tær tríggjar systr-
arnar mundu gera sítt til, at evnagóði og ágrítni drongurin
fekk tryggar karmar at mennast og vaksa upp í. Longu
sum 15 ára gamal fór Petur til skips og hevur hann øll árini
síðani havt við sjógvin og sjóvinnu at gera – so ella so. Í
1954 tók Petur skiparaprógv.
Petur kom inn felagið P/f Sandgrevstur í 1950 og hetta
árið byrjaði hann at sigla við Orminum.
Petur er ikki bangin fyri at taka á seg mest krevjandi
uppgávurnar og traðka til, har mest ástendur – onkuntíð
sum maður og bilførari, aðrar tíðir sum skipari og maskin-
maður og aftur aðrar tíðir sum smiður og mekanikari.
Hetta hevur verið søgan til dagin í dag, hóast Petur hevur
verið stjóri og eigari av felagnum seinastu mongu árini.
Petur hevur altíð verið sera arbeiðssamur og fjølbroyttur,
og hann er hegnismaður sum fáur. Frá barni av hevur alt
sum hevur við motorar og mekanik at gera havt hansara
stóra áhuga. Hann hevur altíð havt gott áraði, og longu
sum stórur smádrongur – hann rakk nóg illa upp til rútin –
plagdi hann at »manøvrera« Almu, postbátin hjá pápa-
beiggjanum Poul Rustin, til kai. Og ikki meira enn 19 ára
gamal gjørdist hann 2. meistari á trolaranum Vitanum.
Petur hevur siglt nógv millum oyggjarnar og hevur vitja
flestu pláss við sandbátunum. Mangan varð lagt nógv fyri,
ikki minst tá farið varð til útoyggjarnar. Her kravdist góð-
ur sjómansskapur, og neyðugt var at hava gott skil á
streymi og siglingarmøguleikum. Her vísti Petur seg altíð
sum tann góða sjómannin – djarvur, men skilagóður.
Petur er undangongumaður. Ikki ein sum ger so nógv
burtur úr sær sjálvum, men hann er sera miðvísur og
arbeiðssamur. Hann krevur nógv av teimum, hann
samstarvar við, men mest av øllum setur hann sær sjálvum
stór krøv. At manningar og arbeiðsfólk støðast leingi í
virkinum boðar frá, at tey trívast væl og kenna á sær, at tað
arbeiði, tey gera, verður virðismett.
Hevur P/f Sandgrevstur havt stóra ávirkan á lívsleiðina
hjá Peturi, so hevur Ása, kona Petur, ikki havt tað minni.
Ása hevur staðið honum við lið øll hesi árini, og saman
hava tey á ein náttúrligan og sjálvsagdan hátt virkað sum
eitt nýmótans leiðslu-toymi, har góðu og ymisku evnini
hjá teimum hava virkað saman og staðið á odda fyri einum
sera vælriknum felagi.
Longu sum heilt ung gjørdust Ása og Petur góð. Avgjørt
eitt par, sum varð lagt merki til tá. Ása og Petur giftust 21.
juni í 1958 og fluttu í nýbygdu húsini Norðuri í Gerði 7 í
Fuglafirði sama dag. Tey eiga børnini Ann, sum er gift
Poul Jákup Mohr úr Fuglafirði, Birgith, sum er gift
Krisjan Christiansen úr Tórshavn og Gordon Martin, sum
er giftur Davis, f. Joensen, úr Klaksvík. Barnabørnini eru
7 í tali.
Heimið hjá Ásu og Peturi andar av hugna og røkt. Alt
tað, tey takast við, verður gjørt av einslistum, ikki bara
onkursvegna. Tú kennir teg altíð hjartaliga vælkomnan í
heimið og blíðskapurin er óførur. Og mangur er, sum á
ymsan hátt hevur notið gott av umsorgan og gávumildni
teirra.
Petur ber seg sera væl, og eyðkenda fatta gongulagnum
bilar onki. Og hóast tey 75 árini leggur hann framvegis
nógv fyri og er sera virkin í felagnum.
Føðingardagurin verður hildin saman við børnunum.
Petur! Hjartaliga til lukku við 75 ára degnum.
Vinir
Petur Midjord 75 ár
Lívdin beinleiðis á netinum
Kistan við Tummas Johannesen, Glyvrar, kemur
í Glyvra kirkju mánadagin umleið klokkan 16.
Jarðarferðin verður týsdagin klokkan 14.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
30. august. Benjamin. Dagsins navn sipar til yngsta
son Jákups við Rakul, (1. Mós. 35,18).
Navnið merkir eydnusonur.