týsdagur 30. august 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 163 - 30. august 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Myndin er av
studentum í 3m á
Føroya Studentaskúla
í Hoydølum í 1980.
Tríggir flokkar tóku
prógv hetta árið. Vit
hava áður havt
myndir av 3a og 3b.
Fyri 25 árum síðan:
Studentar í Hoydølum í 1980
3.m Marjun Biskupstøð,
Jákup Bærentsen, Leina
Christiansen, Margreta
Dalsgaard, Elsa Durhuus,
Sunnuva Guttesen, Finnur
Hansen, Marjun Holm, Kári
Jacobsen, Jógvan Martin
Jóanesarson, Heini Joensen,
Maibritt Johansen, Mary
Johansen, Claus Olsen,
Beinta Poulsen, Poul Pouls-
en, Gudmundur Setberg,
Erlendur Simonsen, Andras
Strøm, Jógvan Thomsen,
Eyðun Rubeksen, Hans Einar
Guttesen, Michael R.
Pedersen, Annfinn Danielsen
og Páll Súni Joensen
(raðfylgjan er tilvildarlig)
Kelda:
Myndaárbókin – árið ið fór 1980
PENSJONISTA-
FELAG
Nú ið felagið hevur hildið
frí í juni, juli og august fara
vit at taka fundirnar upp
aftur fyrst í september. Tað
hevur kanska áhuga millum
fólk at vita eitt sindur um
hetta felag.
Felagið varð stovnað 20.
mai
1976.
Felagið
er
ópolitiskt og átrúnaðarliga
óheft. Tað var Thomas
Pauli Christiansen, sum í
síni tíð tók stig til at fáa
hetta felag stovnað. Á ferð-
um í ørindum kring um í
hinum Norðanlondunum
hevði hann eisini haft lík-
indi at kanna virksemið hjá
slíkum feløgum, og helt
hann, at gott hevði verið at
sett slíkt felag á stovn her í
okkara býi. Okkurt felag av
hesum
slag
var
helst
framman undan í Føroyum.
Endamál felagsins er at
aktivera limirnar við fund-
um og øðrum, har ymist
ítriv og tíðarstytting kann
fara fram. Limir í felagnum
kunnu øll gerast, sum hava
fylt 60 ár og harumframt
persónar, við avlamispens-
ión, tá teir hava fylt 55 ár.
Limatalið er í løtuni o.u.
120. Persónar, ið ynskja at
gerast limir, kunna ringja
annaðhvørt til formannin,
Suna Joensen, tlf. 313409,
ella kassameistaran, Hans
Samuelsen, tlf. 311640 ella
210640. Felagið hevur sítt
fundarvirksemi í Losjuni
(kjallaranum), Tinghúsveg-
ur 18. Byrjað verður aftur
tann 7. september kl. 19.00.
Fyrst, ið felagið fór til
verka, varð - ið samráð við
aðrar felagsskapir - roynt at
leggja virksemið soleisðis
til rættis, at hetta ikki kom
at nerva fundir og virksemi,
sum framman undan var í
býnum.
Fundirnir hjá Pension-
istafelagnum verða hildnir
hvørt mikukvøld uttan -
sum longu nevnt - í juni,
juli og august. Roynt hevur
verið at fáa fundirnar so
fjøllbroyttar, sum tað nú
einaferð kann lata seg gera.
Eitt nú hava vit roynt at fáa
fólk at halda fyrilestrar,
vísa filmar og ljósmyndir,
lesa upp og hvørt av sínum.
Vit hava bingo eina ferð
hvønn mánað. Tá kunnu
limirnir taka gest við.
Onkuntíð verður farið upp
á gólv. Og so eru tað fundir,
sum vit hugna okkum hvør
í sínum lagi. Tá koma
kortini fram. Tað kunnu
ganga eini 3-4 kortspøl.
Stokkarnir koma fram.
(Ynskiligt hevði verið, um
mannfólkið hevði havt ull
við at nappa ella karða). Og
onkur sæst sita við hekli-
nálini og skapa okkurt,
bæði prýðislutir og pløgg.
Og ein drekkamunnur við
einum góðum bita aftur við
er altíð á skránni.
Um summarið plagar at
verða skipað fyri útferðum.
Felagið verður stýrt av
eini 5-mannanevnd. Alt
arbeiði er sjálvboðið. Tað
man mangan vera so við
felagsskapum, at størsti
parturin av tí fyrireikandi
arbeiðinum
hongur
á
nevndini, men í okkara
felag plagar ikki tróta
arbeiðsviljin, tá heitt verður
á limirnar um at taka eina
hond í við onkrum, sum
gerast skal.
Tey, sum fáast við at stíla
fyri í slíkum felag, vita av
royndum, at torført kann
vera at fáa tilfar, sum
hvørja viku »hvørja ferð er
nýtt« og eggjar limunum at
møta. Men limirnir munnu
fata hetta.
Hugsa vit um alt tað, sum
stendur fólki í boði at fara
til, so kunnu vit ikki klaga
um, at limirnir møta illa
upp, sigur nevndin, sum í
tíðindaskrivi ynskir fólki
vælkomnum sum limir í
felagið.
Pensionistafelagið í Havn aftur til verka
Tíðindaskriv
Møðgurnar
Malan
og
Ragnhild sýna fram í
Ribarhúsi í Fuglafirði fram
til týsdagin tann 6. septem-
ber. Opið er: mánadag –
fríggjadag frá
kl.
15.00-
17.30 og leyg-
ardag frá kl.
11.00 - 13.00.
Gallarí Ribarhús:
Sýna fram til
týsdagin
Lesið
-so eru tit við!