týsdagur 30. august 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 163 - 30. august 2005
Væl av fólki var sam-
ankomið í miðbýnum
seinnapartin leygar-
dagin at lýða á talur,
sang og tónleik, tá ið
ANSO skipaði fyri
almennum tiltaki
TILTAK
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinnapartin leygardagin
skipaði
felagsskapurin,
ANSO, fyri tiltaki niðan
fyri Tinghúsið í Havn, har
talur vórðu hildnar, Havn-
arkórið sang og tónleik-
ararnir, Jens Marni Hansen
og Hanus Johansen, sungu
og spældu.
Skipað varð eisini fyri
skrúgongu gjøgnum býin.
Talarar á tiltakinum vóru
Sonja Jógvansdóttir, sum
umboðaði Friðarbogan og
síðan
løgtingsmenninir,
John Johannesen og Finnur
Helmsdal.
Væl av fólki var saman-
komið í miðbýnum fyri at
lýða á talur, sang og tón-
leik.
Fyrsti parturin av tiltak-
inum, sum byrjaði klokkan
14, varð hildin í góðum
veðri, men sum løtan leið,
fór at smáregna.
Sum skilst, hevði Havn-
arkórið boðið sær at taka
lut í tiltakinum hjá ANSO,
sum stendur fyri Assosia-
tion of Nordic Lesbian,
Gay, Bisexual and Trans-
gendered Student Orga-
nisation.
Í farnu viku skipaði
ANSO fyri stórari ráð-
stevnu fyri samkynd í
Norðurlandahúsinum.
Á hesum báðum síðunum
prenta vit røðurnar, sum
løgtingsmenninir,
John
Johannesen
og
Finnur
Helmsdal hildu í samband
við tiltakið.
Røður, sangur
og tónleikur
Finnur Helmsdal
Eg ætli mær ikki at sleingja
um meg við skriftstøðum í
røðu míni ídag, tí eg haldi
tað ikki vera viðkomandi,
og so kenni eg meg heldur
ikki føran fyri tí.
Eg ætli mær heldur ikki
at vassa út í djúpar grund-
gevingar fyri, at rættvísgera
tað, at samkynd eiga at
hava somu rættindi, sum
aðrir føroyingar. Hetta tí, eg
haldi ikki tað vera neyðugt
at grundgeva fyri nøkrum,
sum er so sjálvsagt.
Eg standi heldur ikki á
hesum røðarapalli ídag, tí
eg haldi samkyntleika ella
homoseksualitet vera so
øgiliga spennandi og ser-
stakan. Eg haldi heldur
ikki, at tey samkyntu eru
serliga spennandi og ser-
støk. Tey munnu vera sum
fólk flest. Við sínum styrkj-
um og veikleikum, við sín-
ari sjarmu og lyndi annars.
Tey eru fólk sum eta, ar-
beiða og sova. Tey hava hug
at vera saman við øðrum,
hava hava hug at fara í song
við øðrum o.s.fr.
Orsøkin til, at eg allíka
væl standi her og tosi í dag,
er støðan hjá teimum sam-
kyntu í Føroyum. Støðan,
tey samkyntu eru í, er
nevniliga sera áhugaverd
og serstøk. Ja, kanska
kunnu vit leggja afturat, at
hon er ikki rættiliga sum
hjá øðrum føroyingum. Um
nakar hevur verið í iva, um
hvør støðan er hjá sam-
kyndum føroyingum, so
hava hesi í ríkiligan mun
fingið staðfest seinastu
dagarnar, at tað finnast
føroyingar, enn tá innan
okkara politisku skipan,
sum síggja samkynt sum
rættsleysar
annan-
ella
triðjarangsborgarar. Hesum
fari eg staðiliga at taka
fjarstøðu frá, og eg fari at
loyva mær at átala teir
politisku starvsfelagarnar,
sum hava gjørt okkum øll-
um so dyggiliga til skamm-
ar seinastu dagarnar.
Tað, sum eg ætli at siga
nakað um í dag er, hvussu
eg sjálvur síggi tey sam-
kyndu, og hvussu eg haldi
støða teirra eigur at verða í
samfelagi okkara. Í sam-
band við, at flokkurin varð
biðin um at flyta røðu á
Vaglinum ídag, tosaði eg
við umboð fyri Bogan, fe-
lagsskapur teirra samkyntu
lesandi. Viðkomandi segði,
at vit kundu tosa um tað, vit
sjálvi hildu vera viðkom-
andi, men ynskti, at vit
eisini tosaðu um støðuna
hjá ungum lesandi føroy-
ingum, sum eru samkyntir.
Og hon helt fram: Vit halda
okkum hava nakað at geva
føroyska samfelagnum, av
fakligum og menniskjas-
ligum virðum. Hetta vilja
vit sleppa at geva. Vit vilja
sleppa at liva í Føroyum, vit
vilja sleppa at liva soleiðis,
sum vit vilja. Nevniliga liva
kærleikan fult út, vera glað
og lukkulig, uppliva allar
lívsins lutir saman við
teimum, sum eru okkum
kær. Vit vilja, at ung sam-
kynd kunnu vera verandi í
Føroyum. Vit vilja, at tey
skulu kunna koma heim
aftur eftir loknan lestur.
Tá ein hugsar seg um, ja,
so er hetta ikki annað enn
tað, ein hvør annar føroy-
ingur ynskir sær. Hetta er
ikki annað enn tað, ein hvør
annar føroyingur sær sum
sjálvfylgju og sum minsta
mark fyri einum liviligum
lívi. Ella sagt á annan hátt,
tey menniskju, sum ikki fáa
nevndu ynski uppfylt, ja,
tey hava ikki lut í grund-
leggjandi mannarættindum.
Tey eru statsleys, tey mugu
liva sítt lív fult út aðra-
staðni. Tey mugu søkja sær
eydnuríka lívið aðrastaðni.
Tey eru noydd til at geva
øðrum londum tað, sum tey
so fegin vildu givið Føroy-
um og føroyingum. Treytin
fyri at tey skulu liva í
Føroyum er, at tey leggja
seksuellu trongdina undir
vaðingina, ella fremja hana
í verki í skýmaskotum, ella
at tey bara fara í song við
sær sjálvum.
Hví gera vit so stórt
hóvasták burturúr, at ein so
lítil partur av okkara fólki
ikki sleppur at liva sum
onnur. Er tað alt stríðið og
keglið vert, at býta tjóðina
sundur millum tey, sum
vilja geva teimum sam-
kyndu sjálvsøgd rættindi,
og so tey, sum halda at tað
skulu vit ikki gera? Sjálvur
haldi eg, tað er stríðið og
keglið vert.. Vit eiga ikki at
góðtaka, at ávís fólk, sum
so ella so kenna seg hava
ognarrætt til og kenna upp-
skriftina upp á tað góða
lívið, tann rætta moralin,
skulu sleppa at reka onnur
av landinum. Vit liva í
2005, og skal tað vera ein
sjálvfylgja, at Føroyska
samfelagið er fyri øll. Øll
eiga,
óansæð
húðalit,
átrúnað, seksualitet o.a.
óskerdan rætt til øll sam-
felagsins tilboð, til øll sam-
felagsins rættindi og sjálv-
andi eisini til allar sam-
felagsins skyldur. Vit siga
okkum vera humanistar,
men tað eru vit ikki, um vit
ikki hava pláss fyri øllum
upp á somu treytir. Vit
hoyra mangan, at føroying-
ar eru tollyntir, men tað eru
vit ikki, um vit ikki góð-
taka, at fólk eru øðrvísi.
Tað kann ikki vera rætt,
at vit eina løtu siga, at vit
halda tað er ílagi, at fólk
eru samkynd. Tú hoyrir so
mangan fólk siga, at tey
blanda seg ikki uppí, hvør
liggur undir dýnuni hjá
hvørjum. Men tá tað so
kemur til at geva somu
fólkum full samfelagslig
rættindi, tá er hugburðurin
brádliga broyttur. Er tað
rætt, og kunnu vit loyva
okkum, at siga, at nakrir
føroyingar skulu hava full
rættindi, meðan onnur bert
skulu hava hálv ella tríkvart
rættindi?
Eg segði at byrja við, at
eg helt ikki homoseksu-
alitet í sær sjálvum vera so
serstakt, og ein kann spyrja
hví so gera tað so serstakt
við at røða á Vaglinum og á
annan hátt. Ein kann spyrja,
hví ikki bara geva evninum
frið, hví ikki tiga tað burtur.
Svarið til hetta er, at tað
helst er neyðugt at viðgera
homoseksualitetin
sum
nakað serstakt, inntil hann
ikki er serstakur longur. Inn
til eingin føroyingur, ella
teir fægstu, yvir høvur geva
tí gætur, at nøkur okkara
millum eru samkynt. Inn til
vit als ikki tosa um fólk ella
bólkar sum samkynd ella
nakað annað, men bara
kalla fólk við teirra kristna
navni.
Tað er lætt hjá mær og
øðrum at standa á Vaglin-
um og siga okkum vera tol-
lyntar humanistar, sum ikki
kenna minsta vet av trega,
tá tað um rættindi til sam-
kynd og onnur ræður. Eg
standi her sum politikari,
men eg standi sanniliga
eisini her sum menniskja
og føroyskur borgari. Skal
ein skilja ímillum, hvat ein
sigur sum politikari, og
hvat ein sigur sum menn-
iskja. So ella so mugu orð-
ini umboða báðar partar.
Tað ber ikki til, at eg sigi
nakað sum politikari, men
ikki meini tað sum menn-
iskja. Í so máta eru krøvini
til mín júst tey somu, sum
til onnur, sum eg sigi skulu
sýna tollynta humanismu.
Og eg skal opið og erliga
siga, at eg havi havt lætt við
at taka undir við flestu
ynskjunum frá teimum
samkyndu, meðan onnur
ynski hava staðið sína
roynd bæði í høvdinum á
mær, í sál míni og búkinum
eisini. Tað snýr seg um
etisk mørk, um hvussu eg
vanliga hugsi og um hvat
dirvi, eg veruliga havi. Men
eg komi altíð til ta niður-
støðu, at samfelagið er fyri
øll. Og tað merkir, at øll
skulu liva eitt liviligt lív,
við møguleikum fyri at liva
saman við sínum, sum ein
verulig familja, við børn-
um, arbeiði, húsi, bili og so
framvegis. Og tað merkir,
tá skalið er flust av banan-
ini, at vit ikki kunnu loyva
okkum at standa og sen-
surera, tá tað eru samkynt,
sum biðja um sjálvsøgd
rættindi.
Hvat er so, sum forðar
samkyndum føroyingum at
liva eitt gott lív her á landi?
Jú, tað eru ávísar týdning-
armiklar
løgfrøðisligar
forðingar, og so er tað hug-
burðurin hjá tær og mær.
Taka vit løgfrøðisligu
forðingarnar fyrst, so eru
tað møguleikarnir fyri skrá-
settum parlagi, sum hevur
fingið mestu umrøðuna. At
tveir samkyndir persónar
ganga í skrásett parlag
merkir einfalt, at teir kunnu
giftast upp á sama máta,
sum onnur. Her verður ikki
hugsað um, hvar ein verður
giftur men um, hvat tað
merkir løgfrøðisliga at tveir
samkyntir persónar verða
giftir. Nú kunnu samkynt
als ikki giftast her á landi,
og kunnu tey tí heldur ikki
ganga saman í skrásett
parlag. Hetta merkir, at at
samkynt ikki hava somu
rættindi, hvat viðvíkur arvi
ella á annan hátt, um tey
velja at fara hvør til sítt.
Nú tosi eg ikki vegna ein
samlaðan flokk, men sjálv-
ur eri eg ikki eina løtu í iva
um, at vit eiga at geva sam-
kyndum lógartryggjaðan
rætt at ganga saman í skrá-
sett parlag her á landi. Tað
kann ikki vera rætt, at vit
reka fólk til onnur lond at
Politikarar eiga at slóða fyri