Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

John Johannessen Góðu fyriskiparar, góðu áhoyrarar! »Í einum samfelag, har tey veikastu hava tað gott, hava øll tað gott«. Hetta slagorðið frá fe- lagskapinum Javna er dagliga at síggja í smáum lýsingum í dagbløðunum. Tey eru eitt afturvendandi herróp í stríðnum fyri at vinna menningartarnaðum betri sømdir. Og stríðið hevur eydnast væl, hóast enn ikki er rokkið á mál. Fara vit hundrað ár aftur í tíðina - ella kanska bara nøkur ár tíggju - so var hes- in minnilutabólkurin rokn- aður sum útskot í samfe- lagnum. Tey kundu ikki brúkast til nógv meira enn at halda fyri spott og fáa bíligan látur burtur úr. Hvør kennir ikki dømini úr skaldskapinum um ser- skøltin í bygdini, hann við tí løgna atburðinum og løgnu útsjóndini. Síðani komu fimti og seksti árini, har vit sendu tey av landinum á stovn í Danmark við teirri vón, at nú fóru tey at gerast frísk. Avleiðingin var, at børnini gjørdust fremmand í teirra egnu familjum, og at menn- ingartarnað als ikki vóru sjónlig í føroyska samfe- lagnum. Harvið visti van- ligi borgarin so at siga onki um fólk við menningartarni og støðuna hjá hesum fólk- um. Í dag er tíbetur øðrvísi. Í dag góðtaka vit, at tey eru ørðvísi, taka tey til okkum og royna at geva teimum eitt so vanligt lív sum gjør- ligt við felagslívi, arbeiði, bústaði og so framvegis. Og soleiðis eigur tað sjálv- sagt at vera. Orsøkin til framburðin er uttan iva eitt áhaldandi upplýsingararbeiði. Eitt upplýsingararbeiði, sum hevur ført til, at vit politik- arar og samfelagið annars hava fingið størri innlit, vitan og forstáilsi fyri hes- um fólkum. Veikir minnilutabólkar eru bert veikir, so leingi vit gera teir veikar! Føroyar fyri øll Hjá mær sum politikara og sum javnaðarmanni er tað eitt aðalmál - ella rættari ein skylda at arbeiða fyri einum samfelag, har tað er pláss fyri øllum. Einum samfelag, har tað er pláss fyri tær, óansæð sosialan status, húðarlit ella kyns- ligan samleika. Einum samfelag, har frælsi, javn- aður og brøðrarlag eru í hásæti. Frælsi staðfestir rættin hjá fólki at vera til, at liva og virka og vera ørðvísi. Frælsi at vera. Frælsi at taka egnar avgerðir. Javnaður er ásannanin um, at øll menniskju hava sama virði. Hetta júst tí, at hvør einstakur er eitt ser- stakt menniskja, ið ikki kann endurskapast. Gjøgnum brøðralagið skapa vit møguleikan fyri frælsi og javnaði fyri øll. Tað er brøðralagið, ið tryggjar, at vit hava um- sorgan fyri hvørjum øðrum og verja virðingina og tað sertaka hjá tí einstaka. Menniskju skulu hava frælsi at skapa sær eitt gott lív út frá egnum fortreytum og evnum. Men frælsið er bert veruligt, um tað er fyri øll. Tí hava vit skyldu at tryggja frælsi fyri øll gjøg- num brøðralagið. Øll eiga rættin til eitt gott lív í felags- skapinum. Ikki bert nøkur fá, ikki bert meirilutin, men øll. Onki minni enn øll. Tað er ymiskleikin - tað serstaka við tí einstaka - ið skapar eitt samfelag. Tí eiga vit at virða ymiskleik- an og verja hann. Vitan skapar virðing Góðu áhoyrarar! "Í einum samfelag, har tey veikastu hava tað gott, hava øll tað gott". Tá eg byrjaði røðu mína við at vísa á korini hjá teimum menningartarnaðu, var tað ikki tí, at eg vildi sammeta samkynd og menningartarnað. Heldur var hetta ein roynd at vísa á, hvussu upplýsing og harvið innlit kunnu skapa forstáilsi og virðing. Haldi heldur ikki, at sam- kynd eru veikari menniskju enn onnur. Men sum bólkur eru samkynd veik í okkara samfelag. Hetta ivaleyst or- sakað av vantandi upplýs- ing og harvið vantandi innliti og forstáilsi. Tit hava nú í eina viku hildið ráðstevnu, ið lýsir viðurskiftini hjá samkynd- um í Føroyum og í granna- londunum. Talan er um dirvi, nú tit fyri fyrstu ferð skipa fyri slíkum tiltaki í Føroyum. Tað er gott við slíkari upplýsing. Tíðin er búgvin, at almenningurin fær størri sakligt innlit í hetta evnið, sum áður hevur verið tagt burtur - hevur verið tabu. Opinleiki og vitan fara við tíðini at taka alt tað mystiska frá hugtakinum samkynd ella samkyndur. Tey samkyndu hava sjálv- andi somu menniskjasligu og samfelagsligu dygdir, sum tey hinkyndu. Tá talan er um politikk og samfelag, so eigur Før- oya land at rúma øllum føroyingum og fara væl við fólki, ið vitja landið. Tað er ikki rætt, at ávísir minni- lutar noyðast at flyta av landinum vegna lívs- áskoðan ella kynsliga kós. Í einum framkomnum sam- felag eiga vit at kunna liva saman í sátt og semju. "Veikir minnilutabólkar eru bert veikir, so leingi vit gera teir veikar." Takk fyri, at tit hesa vikuna hava lært okkum, at samkynd eru vanlig hampafólk við somu dygdum sum øll onnur. Takk fyri, at tit hava lært okkum, at samkynd eins væl og onnur eru virkin innan trúðarlív. Takk fyri, at tit hava upplýst okkum um sálarstøðuna hjá samkyndum í smáum samfeløgum. Takk fyri, at tit hava lært okkum at vísa størri tol- semi! ∆ Føroyar fyri øll – eisini samkynd Røður, sangur og tónleikur var á skránni, tá ið felagsskapurin, ANSO, skipaði fyri tiltaki í miðbýnum leygardagin Mynd: Vilmund Jacobsen giftast. Tað kann heldur ikki vera rætt, at vit sýta fólki at ganga saman í hjúnalag orsakað av teirra seksualiteti. Tað er ein mannarættur, at fólk kunnu siga, at tey í einum og øll- um eru eitt við hjúnafelag- an. Ein onnur løgfrøðislig forðing fyri, at samkynt kunnu liva sum hini er, at tey ikki hava rætt til at ætt- leiða. Tað kunnu samkynt heldur ikki gera í Skandi- naviu. Tó haldi eg, hetta er loyvt í Íslandi. Orsøkin til, at man ikki er so liberalur á hesum økinum man helst vera tann, at ein ættleiðing dregur aðrar persónar inn í myndina. Nevniliga børn- ini. Og eg skal vera ærligur, at hetta við samkyntum og børnum er ein av teimum spurningunum, sum eru rættiliga truplir at taka støðu til. Men hugsa vit um eina fullfíggjaða familju, so mugu vit hugsa um børnini eisini. Nógv eru tey sum siga, at lata vit børn liva saman við foreldrum av sama kyni, so eru hesi børn í vanda fyri at gerast samkynd. Eitt svar upp á hetta er, at børn, sum eru uppald av heteroseksuellum for- eldrum, tey blíva ikki altíð heteroseksuell. Annars eru tað so nógvir mátar at um- farast lógina soleiðis, at samkynd pør allíkavæl kunnu hava børn hjá sær. Einlig kunnu ættleiða, og eru tað fleiri, sum bíða við at giftast, til aftan á at ætt- leiðingin er komin upp á pláss. Tað ber til at lata kvinnum sáð o.s.fr. So um vit vilja tað ella ikki, so eru tað í dag ein rúgva av sam- kyndum pørum í londunum kring okkum, sum hava børn. Støðan hjá nógvum børnum í flestu londunum er tann, at børn mest sum bert verða uppald av kvinn- um. Mamman er kanska einlig, mest sum bara kvinnur starvast á dag- stovnunum, flestu lærarar eru kvinnur o.s.fr. Um man heldur, at umhvørvið skap- ar seksualitetin, so ... Nógv hevur eisini verið tosað um, hvørji foreldur eru skikkað, og hvørji ikki. Og hvørjum viðurskiftum nógv børn í Føroyum og aðrastaðni liva undir. Er tað betur at upp- liva støðugt kegl og harð- skap, brennivín og seksu- ella misnýtslu. Vandin fyri, at barnið verður álvarsliga skatt og seinni veksur seg til ein, sum eisini fer at oyðileggja síni børn lúrir allastaðni. Eg haldi ikki, vit skulu seta kikaran fyri blinda eyga. Men kanska størsta forð- ingin fyri, at samkynt vága sær at búleikast í Føroyum er hugburðurin hjá føroy- ingum. Her verður hugsað um tol, tollyndi og eina almenna og væl meinta góðkenning av teimum samkyndu sum vanlig menniskju. Tey ynskja ikki serstøðu, ikki at vit skulu við gera tey, sum nakað serligt, men bert, at vit góðtaka, at tey eru, sum tey eru. Hóast nógv flestu av okkum gera tað, so loyva vit smáum bólkum at laga alt soleiðis, at tað allíkavæl ikki er liviligt hjá samkynd- um í Føroyum. Uppgáva okkara er tí at fara í herna í móti hesum diskriminer- andi smábólkunum soleið- is, at vit stutt og greitt til einkis gera teirra atgerðir. Standa vit saman mótvegis teimum, sum hava so óbún- að hugsan um tey sam- kyndu, so taka vit fullkomi- liga broddin av atgerðum teirra. Og besta vápnið í so máta er uttan iva, at vit hugsa og tosa opið og nátúrliga um øll hesi viðurskifti. At vit tosa og hugsa um homoseksualitet sum putusukur og potta- plantur. Um homoseksuali- tetur ikki er nakað ónatúr- ligt í høvdi okkara, so hava tey fáu óbúnu ongum at fara eftir. Vit politikarar eiga at slóða fyri soleiðis, at vit rudda løgfrøðisligu dis- krimineringa burtur, tí tað fer aftur at broyta hugburð- in manna millum rætta veg- in. Ein, sum eg tosaði við í gjár segði, at hann vónaði ikki, at fólk fóru at fáa ilt í reyvina av tí, sum eg fór at siga á Vaglinum. Hetta varð sjálvsagt sagt í skemti, og tað skal eisini vera okkum loyvt at skemta um hesi viðurskifti, sum um øll onnur. Men eg vóni ikki, at fólk bara fáa ilt í afturpartin av orðum mínum. Nei, eg vóni nógv meira, at fleiri fáa ilt í hjartað, í sál og búk. ∆ Nr. 163 - 30. august 2005 15