Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 163 - 30. august 2005 MARKNAÐARRÁK Prísurin á Brentolju helt sær oman fyri 65 dollarar fyri tunnuna tað mesta av farnu viku. Sum ofta nevnt, er stórt trýst á framleiðsl- uni, sum illa megnar at nøkta tann stóra eftirspurn- ingin. Hetta trýstið ger, at hvør lítil avmarking av framleiðsluni, til dømis or- sakað av verkfalli, illveðri ella tílíkum, minkar um samlaða útboðið av olju á marknaðinum. Oljukeypar- ar eru tí sera bangnir fyri tí- líkum avbrotum, so hvørja ferð tað bert frættist um vanda fyri til dømis ill- veðri, hækkar oljuprísurin. Tað er júst illveður, sum heldur oljuprísinum tætt við 70 dollarar fyri tunnuna í løtuni. Hesuferð ódnin Katrina, sum steðgaði pørt- um av oljuframleiðsluni í meksikanska flógvanum. Lánsbrævarentur einki greitt rák enn Í farnu viku lækkaði danska 10-ára rentan frá 3,18% til 3,13%. Hækkandi oljuprísurin hevur sín part av ábyrgdini. Annars er marknaðurin enn merktur av summarfrítíðarhýri, og lánsbrøvini hava verið uttan eitt greitt rák síðan juni (sí mynd). Partabrøv lækkað av oljuprísinum Heimsins partabræva- marknaðir eru eisini raktir av høga oljuprísinum, tí íleggjarar í løtuni eru bangir fyri, at oljuprísurin kann ávirka búskaparvøkst- urin. Onnur orsøk til lækk- andi partabrøv sást fríggja- dagin, tá heldur vánalig lyklatøl úr USA og ein nakað neilig røða frá Greenspan vóru kunngjørd. Partabrøv hava staðið seg væl í seinastuni. Tí er tað ikki so løgið, at hesi eru lækkaði, nú rentan er lækk- að nakað aftur. Trýst kann tó lættliga koma á rentuna, so hon aftur fer at hækka. Hetta kann skjótt føra við sær keypsáhuga á parta- brævamarknaðunum. Hesa vikuna Í Evropa hendir lítið hesa vikuna. Tað verður tí USA, sum setir dagsskránna. Haðani koma álitistøl um- framt arbeiðsmarknaðarfrá- greiðingina fríggjadagin, sum væntandi fer at vísa ein sunnan arbeiðsmarkn- að. Tølini í hesi frágreið- ingini hava tó lyndi til at sveiggja nógv, og tí kann røring koma í fíggjar- marknaðirnar orsakað av henni. Ódn trýstir oljuprísin upp Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 605,70 1,0% Lánsbrøv í DKK 104,56 0,7% JPY 5,53 0,8% Evru Lánsbrøv 174,53 0,0% GBP 1.094,04 0,5% Norrøn Partabrøv 96,99 -2,7% NOK 94,17 -0,2% Altjóða Vøkstur 66,45 -0,2% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar 3,0% 3,2% 3,4% 29/05 29/06 30/07 880 920 960 29/05 29/06 30/07 Vika 35, 2005 www.kaupthing.fo Tað viðraði ikki ser- liga væl hjá Norrönu at koma til lands gjáramorgunin. Nógvur vindur var fyrst á morgni, og tí tók skiparin eingi óráð inni í havna- lagnum. Skipað var tí seinkað nakrar tímar FERÐAVINNA Snorri Brend Umborð á Norrönu bíðaðu mong ferðafólk eftir at sleppa í land, men á landi bíðaði eisini hópurin av fólki sum skuldi umborð á flaggskip okkara. Smyril Line hevði nevni- liga lýst við einum harmon- iku-túri aftur og fram til Bergens. Og líkt var til, at fólk veruliga hava sæð fram til henda túrin. Út ímóti 800 fólkum høvdu nevniliga bílagt sær ferðaseðil til henda serstaka túrin. Men í gjáramorgunin skikkaði veðrið sær so- leiðis, at Norröna fyrst kom at landi um 9-tíðina, tá ein lítil skái var. Men Smyril Line lat ikki fólkini vera eftir svong og heimleys. Ístaðin fyri fekk felagið skipað soleiðis fyri, at ein partur ferðafólkunum vórðu flutt við bussum aðrarstaðir, - eini 300 niðan á Hotel Føroyar og eini 80 á Sjómansheimið, har morg- unmatur stóð fyri teimum. Hetta kom helst væl við hjá mongum, tí fleiri teirra komu av bygd og vóru farin árla frá húsum fyri at vera í nóg góðari tíð í Havn. Men øll henda seinkingin mundi kortini vera gloymd, tá Norröna um 11:30-tíðina legði frá landi til Bergens. Bíða eftir Norrönu Tey bíða við tolni eftir at bussurin skal føra tey umborð á Norrönu, har harmonikutónleikur bíðar teimum Mynd: Álvur Haraldsen