Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 30. august 2005 17 - Vit málaðu Hotel Tórshavn fyrstu ferð fríggjadagin og aðru ferð leygardagin. Vit vóru 9 mans, og alt gekk væl, sigur Uni Zachariasen, málara- meistari NÝMÁLAÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hotel Tórshavn hevur sum kunnugt fingið nýggjan eigara, og gamla sjómans- heimið hevur nú eisini fingið "nýggjan" lit. Og tó; liturin ikki so nýggjur kortini, tí sjómans- heimið hevur áður verið reytt. Tað er málarameistarin, Uni Zachariasen, sum stendur fyri málaraarbeiðn- um. - Vit málaðu allan bygn- ingin fyrstu ferð fríggja- dagin og aðru ferð leygar- dagin. Vit vóru níggju mans um hetta arbeiði, og alt gekk væl. Uni sigur, at teir hava sett stillads um allan bygning- in, og tí hevur sjálvt mál- araarbeiðið gingið bæði skjótt og væl í hond. - Á henda hátt er ikki neyðugt at flyta stilladsið, og hetta lættir nógv um – og sparir nógva tíð, tá ið slíkt arbeiði skal gerast. Hann sigur, at nú bygn- ingurin er liðugt málaður uttan, verður tekjan næsta stigið. - Vit skulu eisini mála tekjuna, og tað verður gjørt so skjótt, tað viðrar. Hann sigur, at ein partur av tekjuni er sink og ein annar partur stál. Uni Zachariasen sigur, at teir hava brúkt nakrar hundrað litrar av reyðari máling til bygningin. Spurdur, um hann kennir søguna aftanfyri, at bygn- ingurin nú aftur er reyður, sigur hann: - Vit hava sitið saman við leiðsluni og tosað um, hvussu vorðin bygningurin skuldi vera. Vit komu ásamt um, at reytt er ein hugnaligur og heitur litur, sigur Uni Zachariasen, málarameistari. Sjómansheimið er aftur vorðið reytt - Nakrir hundrað litrar av reyðari máling eru farnir upp á bygningin, sigur Uni Zachariasen, málarameistari Mynd: Jens Kr. Vang