Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 30. august 2005 19 Gestir, Makrel og 200 eru ein leskilig menu fyri tónleikaáhugaðar føroyingar, men ein ókend samanbland- ing av eksotiskum rá- vørum fyri øll onnur. Tí bleiv Atlantic Music Event til eitt Føroyakvøld á Vega, har bert tey djarvastu lokalu hættaðu sær inn UMMÆLI Rúnar Reistrup Keypmannahavn: Plakat- in fyri Atlantic Music Event í Vega undraði meg nakað. Ikki tí at hon av- myndaði eitt hálvt seyðar- høvd - tað var á markinum til at vera genialt - men tí at heili tvey av teimum trim- um nøvnunum á plakatini gingu aftur frá júst sama tiltaki í fjør. Um tiltakið hevði til endamáls at hjálpa føroyskum bólkum út um føroyska pallkantin, so er tað eitt sindur løgið at blíva við at hjálpa teimum somu, hugsaði eg á veg inn í væl- kenda konserthúsið á Vest- erbro. Og tá Gestir trinu á pallin framman fyri umleið somu føroyskt domineraðu áhoyrarafjøldini, sum teir gjørdu um somu tíð fyri einum ári síðan, kendist tað ikki sørt sum eitt deja vu - uttan Deja Vu væl at merkja. Hví teir ikki vóru við, veit eg ikki og havi sum so heldur onga mein- ing um. Tað, sum undraði meira var, at eitt tiltak, sum ber sama heitið sum Prix final- an í vár, ikki hevði Prix vinnaran við á plakatini. Frágreiðingina fekk eg seinni. Tað var nevniliga ikki føroyski parturin av fyriskipanini, Norðurlanda- húsið, men umboð fyri Vega, sum valdu bólkarnar til konsertina út. Tað kann so kanska siga eitt og annað um tað gjøgnumkjakaða Prixið, at eingin av finalu- bólkunum var millum teir útvaldu, men lat tað nú liggja. Gestir í skiftistíð Eftir eina nokkso trilvandi byrjan, har tómligi salurin bar prógv um at føroysk uppmøting eisini er gald- andi fyri føroyingar í Dan- mark, komu Gestir rættiliga fyri seg miðskeiðis í fram- førsluni. Teir hava lagt á ein tyngri og harðari bógv tónlistarliga, síðan teir stóðu á hesum pallinum fyri einum ári síðan, og at teimum sjálvum dámar tað, sást týðuliga. Tíverri tykist tað sum at bólkurin við nýggju løgunum hevur vent sær eitt sindur frá tí, sum teir dugdu allarbest, nevni- liga at mála einfaldar melankolskar ljóðmyndir. Tað gera nýggju løgini ikki líka væl sum tey gomlu. Nýggi stílurin er uttan iva eitt tilvitað val, sum bólk- urin hevur gjørt, men tað ger Gestir minni eyðkendar enn teir plagdu at vera - í hvussu er nú í "skiftistíð- ini". Hæddarpunktið Meðan Gestir soleiðis eru tyngdir uppá tað seinasta, so eru Makrel hinvegin lætnaðir heilt nógv, síðan teir seinast stóðu í Vega. Og tað klæðir teimum væl! Somu menninir, sum um somu tíð í fjør fyri tað mesta spældu oyruni av mær uppá tann ringa mát- an, vóru nú farnir í floy- alshandskar og kelaðu inni- liga fyri hvørjum einstøk- um lagi, eisini tá tað gekk vilt fyri seg. Sangarin Ári presenteraði Wonderland sum teirra besta lag, men flestu av áhoyrarunum bíð- aðu meira spentir eftir prix- hittinum Forever and Bey- ond, og framførslan av hes- um lagnum gjørdist eisini hæddarpunktið á kvøldin- um fyri mítt viðkomandi. Skápspunkarin Í døgunum undan konsert- ini á Vega ljóðaði dúgliga ígjøgnum junglutrumm- urnar, at seinastu bólkurin á skránni hetta kvøldið, 200, hevði eina kanin í hattinum. Eftir trummuljóðunum at døma, skuldi Simon Kvam, forsangari í Nephew, koma á pallin, meðan 200 spældi. Forsangarin í 200, Niels Arge Galan, var gestur á pallinum, tá Nephew spældi á G! festivalinum, so tað ljóðaði ikki heilt ómøguligt. Men har kom eingin Simon Kvam á pall- in, ístaðin hálaðu 200 dreingirnir eina aðra kanin upp - skápspunkaran Teit Lassen - sum tók táttin upp frá G! festivalinum og aftur kom sær uppí propaganda- maskinuna, sum hetta kvøldið slapp at koyra fyri fullari skrúvu í Stauning salinum á Vega. Desertin manglaði Sæð í bakspeglinum bilti tað einki, at tveir av bólk- unum á Atlantic Music Event í Vega í fjør gingu aftur í ár. Bæði Gestir og Makrel hava flutt seg so mikið, at teir høvdu uppi- borið ein kjans afturat, og mítt boð er, at Makrel saktans kunnu hava impo- nerað onkran av donsku áhoyrarunum. Tíverri vóru nakað fáir av hesum at síggja. Atlantic Music Event gjørdist - aftur í ár - eitt Føroyakvøld. Spurningurin er tí, um tað ikki hevði verið betri at spent onkran av kendaru føroysku nøvnunum fyri vognin. Teitur megnar at fylla Vega við donskum áhoyrarum (tó ikki sum punkari), og hann kundi tí passandi staðið sum høv- uðsnavn á plakatini næsta ár saman við minni kendum føroyskum nøvnum. So kundi tiltakið lokkað við bæði seyðarhøvdi og onkrum leskiligum omaná til tey, sum ikki vita, um teimum dámar seyðarhøvd. Føroyakvøld á Vega Niels Arge Galan fekk saman vid hinum báðum limunum í 200 Vega í kók. Aftanfyri Niels sæst Teitur, sum enn einaferð legði kassaguitaran eftir seg og sprakk út sum skápspunkari Mynd: Michael Lund