týsdagur 30. august 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 163 - 30. august 2005
- Tað er hugvekjandi
fyri ein landsstýris-
mann í mentamálum
at síggja og uppliva,
at ein samkoma kann
fremja eitt slíkt ment-
unarligt verk og ein
slíkan bygning, uttan
eitt oyra í almennum
stuðli, segði Jógvan á
Lakjuni, tá fríkirkjan
Oasan varð vígd
leygardagin
SAMKOMUR
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Hoyvík: Nýggja fríkirkjan
Oasan slapp veruliga at
standa sína roynd, nú hon
varð vígd um vikuskiftið.
Fríggjakvøldið
varð
skipað fyri gospelkonsert,
har ein fullsett høll lurtaði
eftir trimum bólkum, sum
bóru fram sangir sínar.
Seinnapartin leygardagin
var so sjálv vígslan á
skránni, har høllin enn
einaferð var fullsett av
fólki, sum ynsktu at vera
við hesa løtuna, nú nýggja
kirkjan skuldi takast í
nýtslu.
Og henda kirkjan skal
verða brúkt, og er longu
nógv í brúki. Nærum hvønn
einasta dag er okkurt
andaligt tiltak á skránni í og
út frá samkomuni.
Til sjálva vígsluna hevði
samkoman
boðið
bæði
býráðs-
og
landspolitikkarum. Við til
vígsluna varð eisini boðin
landsstýrismanninum
í
mentamálum, Jógvan á
Lakjuni at halda talu.
Umframt hesar persónar
vóru í hópatali av fólkum
samankomin. Tey, ið ikki
høvdu møguleika at vera á
staðnum, kundu kortini fáa
alt við umvegis útvarps-
rásina Lindina, sum sendi
beinleiðis frá vígsluni.
Gróðrarblettur
Jógvan á Lakjuni fegnaðist
um nýggju kirkjuna og ikki
minst navnið "Oasan", sum
hann helt vera sera væl valt.
Hetta orðið er ikki til á
føroyskum og heldur ikki
finst nøkur oyðimørk her á
landi.
- Men orðið sjálvt merkir
ein gróðrarblettur í oyði-
mørkini, og tað er ein vøkur
lýsing av tí virkseminum,
sum tit standa í. Higar
kunnu nevniliga koma fólk
sum eru móð, troytt og tyst.
Og her kunnu tey eisini fáa
sløkt tann andaliga tostan.
- Her finst tað livandi
vatnið, og hvør tann sum
drekkur av hesum livandi
vatninum skal ikki tysta
aftur. Nú fáa tit so, í hesum
nýggja og stásiliga bygn-
inginum, loyvi til at peika á
høvuðskelduna – Jesus –
sum
heimsins
frelsara,
segði hann.
Visjón og eitt mál
Eftir at virksemið byrjaði í
húsinum í juni mánaði, var
løtan nú komin, har hesin
stásiligi bygningurin skuldi
vígast.
Frammanundan var gjørt
eitt stórt arbeiðið við at fáa
alt til vega í húsinum. Og tá
fólk komu í stóra møtisalin
henda leygardagin, var alt
klárt til ta hátíðarligu løt-
una, sum ein slík vígsla
altíð er.
Eini 500 fólk vórðu hesa
løtuna vitni til, at ein lutvíst
fáment samkoma hevur
fingið sær so góðar karmar
til virksemið sítt, og sum
nógv kanska bara droyma
um.
Hetta kundi fyristøðu-
maðurin, Jóni Johannesen
eisini fegnast um í talu síni.
Hann greiddi í stuttum frá,
tá hesi møtini byrjaðu í
1981 og fram til dagin í
dag, nú tey kundu taka sín
egna
kirkjubygning
í
nýtslu.
- Tað vóru tíðir, tá vónin
um at fáa eitt slíkt hús ikki
júst var tann størsta. Men tá
vit so fingu sett visjónirnar
og málini fyri eina slíka
kirkju, tá byrjaðu ting at
henda.
- Og nú hava vit so um-
siðir fingið ein stásiligan
bygning, beint við fótin av
størstu
útstykkingini
á
Føroya landi. Okkara vón er
tí, at vit kunnu gera eitt
andaligt arbeiði millum
fólkið her á staðnum, men
eisini út um alt landið og út
um landoddarnar, segði Jóni
Johannesen m.a. í talu síni.
Offurvilji og samstarv
Jógvan á Lakjuni vísti eis-
ini sína stóru virðing fyri tí
verki, sum henda samkom-
an longu hevur lagt fyri
dagin, og sum fer at ser-
merkja arbeiðið í fram-
tíðini.
- Henda fríkirkjan kostar
millum 8 og 9 mió. kr., og
uttan offurvilja, visjónir og
gott samstarv, var ein onga-
tíð komin á mál við bygg-
ingini.
- Endamálið við arbeið-
inum er at náa menniskju
við gleðiboðskapinum. Og
ynskið er tí eisini, at gera
hetta til eitt andaligt heim, -
eitt heim har bæði børn,
ung og vaksin kunnu koma
saman og kenna tað sum
sítt egna, segði Jógvan á
Lakjuni, sum sjálvur er
vaksin upp í eini fríkirkju í
Fuglafirði.
Hann legði dent á, at í
øllum samkomum – eisini
eini slíkari sum Oasuni -
finnast einstaklingar sum
gera eitt stórt og trúfast
andaligt arbeiði. Tey gera
ikki so nógv um seg, men
vit hava øll nógv at takka
teimum fyri.
- Nú ræður um hjá tykk-
um at halda dampinum
uppi. Tað er so skjótt at ein
kann falla í fátt.
- Men við tykkara visjón
og við at vera ein oasa - ein
gróðrarblettur - kunnu tit
vera tað staðið, har fólk
kann fáa sín andaliga tosta
sløktan og síðani vaksa
bæði andaliga og sálarliga,
segði Jógvan á Lakjuni í
talu síni.
Nýggj kirkja uttan eitt oyra
í almennum stuðli
Nærum hvønn dag í vikuni er okkurt á skránni í og út frá
Oasuni í Hoyvík:
Sunnudag: Gudstænasta kl. 11 ella evangeliskt møti kl.
18, og sunnudagsskúli kl. 14
Mánadag: Barnakór kl. 17:15 og bønarmøti kl. 20
Týsdag: Sellubólkar kl. 20
Mikudag: Bønarmøti kl. 7, dansibólkurin Saltið kl. 18 og
sellubólkar kl. 20
Hósdag: Ungdómsbólkurin kl. 20
Fríggjadag: After Eight kl. 20
Hetta hendir í Oasuni
Ofta er tað so at tað spon-
tana og tað undrunarverda
er tað, sum fólkinum dámar
best. Og tað var júst hetta
sum fólk upplivdu henda
seinnapartin í Oasuni.
Jógvan á Lakjuni var
boðin at tala til vígsluna, og
tað gjørdi hann bæði gott
og víst.
Hann tosaði um týdning-
in av eini oasu í eini oyði-
mørk, og dró her paralellir
við ta kelduna við Lívsins
Vatni, sum ongatíð verður
tóm og har tann, ið drekkur
av henni ongatíð verður
tystur aftur.
- Júst hetta kemur so væl
fram í sanginum "Við
krossin tín, o Jesus", sum
eg fari at lesa upp. Nei, eg
haldi bara, at eg syngi
hann!, segði Jógvan.
Aftanfyri
hann
stóð
klaverið klárt, og við síni
vøkru rødd sang hann øll
ørindini í hesum sanginum,
til miklan fagna frá fólk-
inum í salinum og teimum
sum lýddu á gjøgnum
útvarpsrásina Lindina.
Tað eru helst ikki mangir
aðrir mentamálaráðharrar,
ið gera honum henda
kunstin eftir!
Jógvan á Lakjuni hevði
frímóð og rødd til at syngja
ein góðan og vælkendan sang
undir vígsluni. Eitt frískligt
innslag, sum fólki eisini
dámdi sera væl
Mentamálaráðharrin
fór til klaverið
Umframt
talur og
sang, luttók
eisini
dansi-
bólkurin
Saltið við
eini
dansifram-
førslu, sum
hugtók tey
500 fólkini í
salinum
Høllin var nærum fullsett til vígsluna
leygardagin, bæði av politikkarum og
fólkum úr øllum samkomum í
Føroyum.