týsdagur 30. august 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í dag verður gjørt
av, um tveir av
teimum, sum sein-
astu tíðina hava
verið fastir menn á
liðnum, skulu við
til Fraklands
LANDSLIÐIÐ
Jóannes Hansen
Í morgin fer landsliðið
undir størstu avbjóðing-
ina í hesi HM undan-
kappingini. Tá fer lands-
liðshópurin úr Vágum og
umvegis
Keypmanna-
havn og til Fraklands, har
dysturin verður leygar-
dagin.
At
fronsku
heims-
stjørnurnar eru væl fyri
varð undirstrikað í viku-
skiftinum. Zidan hevur
bjóðað seg í tænastu aft-
ur
fyri
føðilandið.
Sunnukvøldið var spældi
Real Madrid í fyrsta um-
farinum á útivølli móti
Cadiz. Zidan var væl
upplagdur á miðvøllin-
um, og tað var hann, sum
við genialari fríspæling
var upphavið til fyrra
Real Madrid málið. Eftir
bragdliga byrjan og 1-0
málið,
sum
Ronaldo
skoraði, fall Real Madrid
í fátt, og teir vóru hepnir
at fáa sigursmálið.
Eitt sindur av iva er
um, hvørjir skulu við før-
oyska ferðalagnum til
Fraklands. Ivin er serliga
um Claus Bech Jørgen-
sen og Jón Róa Jacobsen.
Felags fyri teir báðar er,
at teir seinastu tíðina
hava verið fastir menn á
landsliðnum, og at teir
ikki spældu í vikuskift-
inum.
Claus Bech Jørgensen
er fyri fyrstu ferð nakran-
tíð plágaður av vødda-
skaða. Tað bar við sær, at
hann ikki var førur fyri at
spæla, tá ið Coventry
leygardagin tapti 2-1 á
útivølli móti Sheffied
United. Í gjár skuldi
eykaliðið hjá Coventry
spæla. Um Claus Bech
Jørgensen ikki varð førur
fyri at vera partur av
liðnum, so varð í gjár tað
roknað torført at ímynda
sær, at hann fór at verða
partur av føroyska ferða-
lagnum í Fraklandi.
Eftir ein tíma noyddist
Jón Rói Jacobsen av
vøllinum mikukvøldið,
tá ið Frem vann 2-1 í
steypakappingini
móti
Vejle. Sunnudagin hittust
hesi bæði feløgini aftur í
landskappingini. Úrslitið
var 1-1, og Jón Rói var
ikki á Frem liðnum.
Fótliðsskaðin
plágaði
framvegis, men Jón Rói
Jacobsen hevur gott mót:
- Nú er pínan burtur.
Eg fái viðgerð hvønn
dag, og eg vóni og rokni
við, at eg verði førur fyri
at spæla leygardagn,
segði Jón Rói Jacobsen
fyrrapartin í gjár. Hann
og
landsliðsvenjarin
skuldu tosa saman í
gjárkvøldið, og tá varð
roknað við, at endalig
støða skuldi takast til, um
miðverjin verður førur
fyri at luttaka í Fraklands
ferðini ella ikki.
Hjá fleiri øðrum úti-
setum var spælitíðin ikki
serliga long. Atli Daniel-
sen hugdi at, tá ið Sogn-
dal legði rygg til 4-0 tap
á heimavølli. Teir mistu
málverjan,
sum
fekk
reytt kort, tá ið eitt korter
var farið.
Súni Olsen spældi sjey
minuttir hesa ferð. Fyri
viku síðani var hann á
vøllinum í eitt korter.
Todi Jónsson var í ein
tíma, áðrenn hann varð
skiftur út, í einsamallari
og harvið vónleysari
álopsódn, tá ið Start í 4-
5-1 uppstilling tapti 2-0 á
útivølli.
Harafturímóti spældi
Rógvi Jacosben hesa ferð
allar 90 minuttirnar, tá ið
KR fekk trý stig. Andrew
av Fløtum var á vøllinum
í 81 minuttir, tá ið Frem-
ad Amager á heimavølli
spældi 2-2 móti Køge.
Saman við Jón Róa
Jacobsen er Claus Bech
Jørgensen nú eisini komin
á listan yvir spælarar, sum
eru ivasamir til stórdystin
móti Fraklandi
Viðhaldsfólkini
krevja, at venjarin
verður koyrdur frá,
eftir laku úrslitini í
seinastuni. Nevndin í
felagnum sigur seg
onga viðmerking
hava
HB-VENJARIN
Jákup Mørk
Tað er nógv, sum bendir á,
at 4-0 tapið á Eiði var sein-
astu dysturin, har venjarin í
HB framvegis æt Heine
Fernandez.
Ónøgd millum viðhalds-
fólk er ikkii nakað ókent
fyribrigdi, tá úrslitini ikki
laga seg eftir vild. Og tó at
HB støðugt hevur hildið
seg frammi í oddinum hetta
kappingarárið, so hevur
ónøgdin støðugt verið til
staðar um taktisku støðu-
takanirnar hjá venjaranum
hetta kappingarárið. Ikki
minst hevur nógv av tosin-
um snarað um støðugu
broytingarnar av liðnum.
Broytingar, sum kanska
partvíst hava verið avleidd-
ar av skaðum og leikbann-
um, men sum eisini hava
gjørt tað trupult hjá liðnum
at finna nakra veruliga
rútmu í spælinum.
Seinastu vikurnar hevur
annars loyala heimasíðan
hjá felagnum eisini gjørt
vart við hesa ónøgd. Bæði
eftir reyða kortið, sum
venjarin fekk í grannaupp-
gerðini móti B36, og sum
helst kostaði tvey stig tann
dagin. Men eisini um takt-
isku dispositiónirnar hjá
venjaranum til dystirnar
móti ávíkavist NSÍ og EB/
Streymi.
Rætta løtan
Tá
vit
mámamorgunin
høvdu orðið á HB-for-
manninum, Birgir Eng-
hamar, segði hann, at
nevndin í løtuni ikki hevði
nakra sum helst viðmerk-
ing til málið.
Og tað í sjálvum sær ber
helst eisini boð um, at
broytingar eru ávegis. Her
hevur felagið í eina tíð
arbeitt við nøkrum bygnað-
arbroytingum, har verandi
hjálparvenjarin,
Albert
Ellefsen, skal fáa ein størri
leiklut, og tí kundi tað verið
upplagt, at tað verður heitt
á hann um at standa fyri
liðnum seinastu umførini.
Møguliga saman við øðrum
monnum, har eitt nú Kári
Nielsen kundi verið ein
upplagdur møguleiki. Júst
Kári var saman við Jóannes
Jakobsen maðurin, sum tók
við leiðsluni av liðnum
seinasta partin av kapping-
arárinum 2002. Eitt kapp-
ingarár, sum endaði við
fyrsta av teimum higartil
trimum
gullmerkjunum,
sum HB hevur vunnið á
rað.
Og skal tosast um timing,
so er lítið at ivast í, at løtan
til hetta er tann rætta júst
nú. Enn eru seks dystir eftir
at spæla í árinum, so heilt
burtur er FM-møguleikin á
ongan hátt. Megnar HB at
endurtaka endaspurtin frá
2002 - tá teir framdu venj-
araskifti í úrtíð! - so er tað á
ongan hátt ósannlíkt, at
felagið fjórða árið á rað
kann fáa gullmerkini um
hálsin.
Samstundis er talan júst
nú um 14 daga steðg í
landskappingini, tí lands-
liðið skal spæla dupult-um-
far, og tað vil alt annað líka
geva einum nýggjum venj-
ara betri møguleikar at
arbeiða við hópinum undan
næstu uppgávuni.
Kunnu enn avgera
Og hóast talan altíð er um
truplar uppgávur, so liggur
HB enn í teirri støðu, at
liðið »næstan« kann avgera
alt sjálvt. Avgjørdi lykla-
dysturin í hesum er útidyst-
urin móti Skála, sum verð-
ur 18. september, og kemur
felagið úr teirri uppgerðini
við trimum stigum, er væl
hugsandi, at talan verður
um satt gullbrak, tá B36 og
HB dystast í seinasta um-
farinum á árinum. Og so
skal HB altso ikki gloyma,
at talan eisini er um fýra av
teimum »bleytu« dystun-
um, liðið hevur havt so
stórar trupulleikar av í ár.
Men eftir øllum at døma,
so verður hetta altso uttan
Heine
Fernandez.
Fyri
trimum vikum síðani gav
hann sær sjálvum reyða
kortið í grannauppgerðini
móti B36, og eftirspælið ta
ferðina kundi bent á gult
kort frá leiðsluni. Nú bend-
ir so alt á, at talan eisini
verður um reytt kort til
venjaran. Ein venjara, sum
í fjør førdi liðið upp á tind-
in sum tað mest vinnandi í
føroyskum fótbólti, men
sum í ár als ikki hevur
megnað at liva upp til
framúr avrikini.
Nr. 163 • týsdagur • 30. august 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Claus og Jón Rói
eru ivasamir
Heine hongur í sera
klønum tráði
Seinastu seks dystirnir hjá HB
11. september
HB-GÍ
18. september
Skála-HB
25. september
HB-VB
2. oktober
ÍF-HB
16. oktober
HB-KÍ
22. oktober
B36-HB
Fakta
HB-venjarin tóktist ikki hava neyðuga yvirskotið á Eiði sunnudagin, soleiðis at hann kundi
geyla menninir upp. At kalla allan dystin varð hann sitandi á beinkinum í einum passivum
eygleiðaraleikluti