Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 163 - 30. august 2005 Hans Fróði er fluttur upp Hóast tað resta tvey umfør er tað greitt, at Breiðablik hevur vunnið næstbestu íslendsku deildina og næsta ár harvið skal spæla í bestu deildini ÍSLAND 1. DEILD Jóannes Hansen Breiðablik úr Kópavági hevur verið sannførandi oddalið mest sum alla kappingina. Nú resta tað tvey umfør, og nú er tað greitt, at Kópavágur aftur næsta ár fer at eiga lið í bestu fótbóltsdeildini í Íslandi. Hetta varð greitt hós- kvøldið, tá ið Breiðablik megnaði 1-1 á útivølli móti Víkingi. Úrslitið ber við sær, at Breiðablik undan tveimum teimum seinastu umførunum hev- ur 41 stig, meðan Víking- ur og KA á øðrum og triðja plássi hava 31 stig. Breiðablik hevur vunnið tólv dystir og spælt fýra ferðir javnt. Undan tveimum teimum seinastu umførunum hevur Breiðablik ikki tapt. Hans Fróði Hansen hevur verið miðverji hjá Breiðablik hetta kapping- arárið. Hann hevur staðið seg væl, og aftur hós- kvøldið var hann millum teir stinnastu ella rættari besti maður á liðnum hjá Breiðabliki verður sagt í íslendskum fjølmiðlum. Breiðablik legði seg á odda, tá ið ein hálvur tími var farin. Tá ið tað restaðu fimm minuttir, javnaði Víkingur. Síðstu løtuna stóð nógv á. Dóm- arin legði níggju minuttir afturat vanligu leiktíðini. Ein av liðfeløgunum hjá Hans Fróða fekk reytt kort, og seks Breiðablik spælarar sóu gult og ein hjá Víkingi. Tvey tey seinastu um- førini í næstbestu ís- lendsku deildini eru á skránni 10. september og 16. september. Tá skal Breiðablik spæla ávika- víst á heimavølli móti KA og á útivølli móti HK. HB tykist ikki rokna við FM heitinum, sum B36 nú er einasti kappingarneytin hjá skálamonnum til. Í botninum eru fleiri um boðið, og Suður- oyar feløgini eru mest sperd FORMULADEILDIN 21. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Summarið er við at tapa, og heystið er um at fáa høvdið fyri seg. Tað kendist rætti- liga, tá ið sjyenda seinasta umfarið var á skránni í vikuskiftinum. Hóast tað er eitt sindur ótespuligt í veðr- inum um mánaðarskiftið, so vísa royndirnar, at heystið kann gerast blítt. Tað mugu fótbóltsáhugað vónað, tí tað eru framvegis seks umfør eftir, og kappingin verður ikki liðug fyrrenn 22. okto- ber og harvið eftir landsliðs- ferðina niður til Ísrael. Hesa vikuna fer tað mesta at snúgva seg um landsliðið og HM undan- kappingina, sum øll tey europeisku fótbóltslands- liðini skulu luttaka í. Men hóast tað er friður í landskappingini heima á landi, so kann tað væl hugsast, at okkurt kortini fer at verða at frætta. Fyrr í summar hava tvey av teim- um tíggju feløgunum skift venjara. Enn hevur einki ítøkiligt verið at hoyrt frá trífaldu meistarunum. Men tað skal ikki undra, um okkurt verður at frætta fyrrapartin av hesi vikuni. HB avrikið á Mølini leygardagin var tað lakasta í ógvuliga langa tíð. Eitt er, at liðið ikki hevur verið fyri so rudduligum tapi í næstan tíggju ár. Nakað annað er tað, at hugburðurin var merkisvert vánaligur. Ikki minst tá ið havt verður í huga, at liðið undan 21. umfarinum bara var eitt stig frá oddasessinum. Liðið var í nýggjari og ókendari útgávu, og tað tóktist sum um, at spælararnir ikki roknaðu við, at tað skuldi bera til á Eiði. EB/Streymur togaði seg við sannførandi sigrinum tvey stig nærri fjórða pláss- inum. NSÍ er framvegis nummar fýra, og tá ið HB aftur tapti, kom NSÍ eitt stig nærri toppinum. Men tað er greitt, at tað var stórt vónbrot hjá teimum í Runa- vík, at tað ikki eydnaðist teimum at røkka meiri enn javnleiki á Sevmýri. Ikki minst tá ið tað verður tikið við, at tað eydnaðist teimum at skora fýra ferðir á Tvør- oyri. Tað hevur einki annað lið megnað higartil í ár. Skála og B36 tykjast skula kappast um meistara- skapin. Felags fyri bæði toppliðini var, at tað gekk striltið hjá teimum at fáa sigurin til høldar, og at tað ikki var fyrrenn strðíðið var lokið, at tað var greitt, at teir høvdu vunnið. Skála fekk sigurin við brotssparksmálið, tá ið tíðin var um at vera farin. Harvið hava teir fingið undanvindin, sum ofta fylgir toppliðum. B36 spælararnir vóru troyttir eftir góða UEFA Cup avrikið. Tað er luturin hjá teimum, sum tryggja sær luttøku í altjóða kapp- ingum, at nógv er á skránni, og hjá nógvum kostar tað sigrar og stig. Hjá B36 hevur tað staðið á, men teir hava verið knáir. Á Skála megnaðu teir at koma afturí- aftur og fáa 2-2, og sunnu- dagin vunnu teir 1-0 á VB. Talan verður ikki um finalu millum Skála og B36. Tey hava dystast tríggjar ferðir. Spurningurin er, hvat av liðunum eigur lættastu skránna. Tað kann hvør einstakur meta um. Skráin hjá Skála er KÍ (ú), HB (h), NSÍ (ú), TB (ú), EB/- Streymur (ú) og GÍ (h). Skráin hjá B36 sær soleiðis út: TB (ú), ÍF (h), EB/- Streymur (ú), KÍ (h), GÍ (ú), HB (h). Við øðrum orðum skal Skála spæla fýra ferðir á útivølli og tvær ferðir á heimavølli, og B36 skal spæla tríggjar ferðir á heimavølli og tríggjar ferðir á útivølli. EB/Streymur skal spæla móti NSÍ, B36 og Skála, og eftir sigurin á HB kann tað væl vera, at EB/Streymur bæði kann lyfta seg upp millum teirra, sum vinna heiðursmerki og orduliga hava ein fingur við í spæl- inum, tá ið gullkrónurnar skulu plaserast. Suðuroyggin í botninum Hóast TB fekk eitt stig burturúr, so øktist fjarstøð- an til næstaftasta sessin. Tað gjørdi hon, tí klaks- víkingar fyri aðru ferð í ár vunnu 2-1 í Gøtu. Harvið flutti KÍ av 9. og fram á 7. plássið. Klaksvíkingar eru ikki leysir av niðurflyting- ini, men tað sær ljósari út nú, enn tað gjørdi undan vikuskiftinum. ÍF misti javnleikin á stokkinum. Hugburðurin hjá fuglfirðingunum á Skála var so mikið góður, at einki bendi á niðurflyt- ing. Hugburðurin hjá TB var sanniliga eisini góður, tá ið teir vóru partur av undirhaldandi og málríkari uppgerð. TB tykist ikki at ætla sær at flyta niður, men um teir skulu sleppa undan aftasta sessinum, so er neyðugt hjá teimum at fáa fult onkra ferðina. Sum støðan sær út í løtuni, so verður lykladyst- urin at sleppa undan 10. plássinum, tá ið TB í næst síðsta umfarinum fer at fáa vitjan av VB. Skráin hjá TB sær soleiðis út: B36 (h), EB/Streymur (ú), GÍ (h), Skála (h), VB (ú) og ÍF (ú). Hjá VB sær skráin soleiðis út: ÍF (ú), KÍ (ú), HB (ú), NSÍ (h), TB (ú) og EB/S (h) Skála rennur nú undan øllum hinum Klaksvíkingar fingu við sigrinum í Gøtu trý harðliga tiltrongd stig í botnstríðnum, har teir nú av álvara hóma bjargingina Mynd: Álvur Haraldsen