Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 30. august 2005 23 Skála-ÍF 2-1 (1-1): ÍF misti á stokkinum Skála megnaði ikki at varðveita góða bólt- spælið, sum er vorðið teirra aðalsmerki, og sum teir vístu fyrstu løtuna móti ÍF, men teir vóru hepnir og fingu øll stigini, tá ið teir í síðstu løtu fingu brotsspark, sum fugl- firðingar ikki sóu, og sum skálamenn sjálv- ir siga seg ivast í, at teir áttu SKÁLA-ÍF Jóannes Hansen Tað var ein øgiligur lætti hjá oddaliðnum, og tað var eitt óvanliga stórt vónbrot hjá gestunum úr Fuglafirði, sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingar vand- anum, og sum veruliga vístu hugburðin, sum skal til. Tá ið tað restaði ein min- uttir bendi alt á, at tað fyri triðju ferð í ár skuldi eydn- ast fuglfirðingum at megna javnleik móti Skála, og harvið bendi alt eisini á, at tað skuldi verða enn ein lok- aluppgerð, sum skuldi vera orsøkin til, at Skála misti tvey týdningarmikil stig í strembanini at vinna meist- araskapin fyri fyrstu ferð. Men so bríkslaði Lassin Isaksen fyri brotssparki. Fuglfirðingar vóru rættuliga misnøgdir, og eftir dystarlok skiltist á heimamonnunum, at teir ikki høvdu knarrað, um dómarin í staðin fyri brotssparki til Skála hevði dømt fyri frísparki til ÍF. Felags fatinin tykist vera, at bæði Pætur Dam Jacobsen, sum royndi at fáa fatur á innlegginum úr høgru, sum hann ongan møguleika hevði at røkka, tí sendingin lá ov høgt, og Áki Petersen, sum brotssparkið varð dømt ímóti, togaðu í troyggjuna hjá hinum. Fyri ÍF var tað harmuligt og lítið rutinerað av verjuspælaranum, at hann var í so harðligur, tá ið hann royndi at slíta seg leys- an av mótstøðumanninum. Tað var hetta síðsta, sum dómarin tóktist at bríksla fyri, og Iulian Florescu var púra ivaleysur, tá ið hann smekkaði bóltin í málið, og harvið vóru øll stigini eftir á Skála, og fuglfirðingarnir fóru nakkalangir og vón- brotnir um aftur Gøtueið og Varmakeldueið. Í løtuni eftir dystarenda kendist lítil troyst í tí, men í vikunum báðum, sum standa fyri framman undan VB vitjanini kann góði hugburðurin hjá ÍF á Skála ivaleyst nýtast. ÍF var ikki komið út á Skála fyri at undirhalda. Petur Simonsen og hansara menn kendu sín leiklut. Hann var at liggja aftarlaga á vøllinum. Eyðun Ryggs- hamar var eyka verjukendur miðvallari, og Sylla var einsamallur á toppinum. Stórur dentur varð lagdur á deyðbóltsstøðurnar, sum ÍF fleiri ferðir fyrr í ár hevur fingið nógv burturúr, og so leingi, sum munurin bara var eitt mál og serliga, tá ið tað stóð á jøvnum, var eingin sum helst orsøk at fara ov nógv fram. Gekk striltið Skála legði fyri í eyðkenda stílinum. Hesa ferð var Pætur Dam Jacobsen á vongverjanum í høgru, miðvøllurin var í kendu uppstillingini, Bogi Greger- sen og Jónhard Frederiks- berg vóru í álopinum, og fyrra partin av fyrra um- farinum bendi alt á, at tað skuldi ganga, sum tað so ofta fyrr í ár hevur gjørt, tá ið Skála hevur verið á heimavølli. Leiðslumálið hjá Skála minti um so nógv onnur mál, sum teir í ár hava fingið í sambandi við deyð- bóltsstøður, og tað var har- við staðfesting, at tað loysir seg at brúka tíð og orku gerandiskvøldini at venja sovornar støður. Hagtals- liga verður alt størri partur av málunum í fótbólti skor- að í sambandi við fríspørk, hornaspørk og innkast og sjálvandi eisini brotsspørk, og ivaleyst er talið hjá Skála í ár omanfyri miðal- talið yvirhøvur. Bjarni Jørgensen sendi horna innfyri úr vinstru. Eftir tvær ferðir aftur og fram endaði bólturin hjá miðverjanum Rúna Ras- mussen, sum setti krúllin undir bóltin, ið umvegis tvørtræið endaði í ÍF málinum. Fagnaðurin var stórur millum viðhaldsfólkini hjá heimaliðnum, og hetta kundi bent á, at málini fóru at skola ígjøgnum hjá illa sperdu fuglfirðingunum. Men soleiðis gekk tað ikki - als ikki. ÍF varðveitti spælskipan- ina og ikki minst tolið. Teir lupu ikki framav. Teir vóru tættir á miðvøllinum, og verjan við veteranunum Bartali Eliasen og Símuni Eliasen á odda stríddist sum fyri lívinum. Eftir fyrstu tjúgu minuttirnar gjørdist tað alt tyngri hjá Paula G. Hansen og Nenad Stankovic at fáa glið, breidd og dýpd í samanspælið. Ferðin fór eitt sindur niður, og fuglfirðing- ar vóru ikki serliga hóttir. Fyritreytirnar hjá ÍF batnaðu, tá ið seytjan min- uttir vóru farnir. Hanus Eliasen, sum hevur verið eitt sindur inn og út av liðn- um, men sum hesa ferð var ytstur á miðvøllinum í høgru, vann bóltin á Skála miðvøllinum. Hann sneiddi seg framvið tveimum, áðr- enn bólturin í takling við mótstøðumann støkk til Sylla. Møguleikin tóktist vera burtur, men Sylla stríddist fyri søkini næstan á baklinjuni, og hann smekkaði bóltin í málið aftanfyri Vlad Filopivic, sum neyvan hevði roknað við so vandamiklari skot- roynd úr so næstan vón- leysari støðu. Fótbóltsspælið hevur fleiri ferðir fyrr í ár verið betri á Skála, enn tað var sunnu- dagin. Men undirhaldsvirð- ið var høgt, tí talan var um sera spennandi og tætta uppgerð. Skálamenn royndu og royndu, og onkra ferðina í 2. hálvleiki fingu teir hornaspørk, men teir fingu einki burturúr teim- um, og tað kendist sum um, at ávíst mótloysi hevði hug at taka seg upp. Í staðfestingini av at tað ikki lá fyri at spæla Jónhard Frederiksberg og Boga Gregersen leysar, skifti Johan Nielsen teir báðar út. Í staðin komu stóru menn- inir Arnhold Berg og Sveinur Justinussen inn í álopið. Vónin tóktist vera, at teir skuldu vinna luft- dystir, og at tað kanska fór at bera til at fáa returbólt í ÍF málið. Tað eydnaðist ongantíð, og fuglfirðingar hildu høvdið kalt. Inntil næst- síðsta minuttin. Tá metti dómarin, at Áki Petersen hevði gjørt brotsspark móti Pæturi Dam Jacobsen, og tað var avgerandi fyri, at stigini vóru eftir á Skála. Metkappingin livdi upp til heitið, tá nýggja svimjiárið fór av bakkastokki um vikuskiftið. Sonevndu met-kapping- arnar eru seinasta høvið hjá svimjarum at seta met í sínum bólki, áðrenn tey verða flutt ein bólk upp. Tað var væn tandi, at onkr- ir svimjarar tí fóru at seta nýggj bólkamet, og serliga ein teirra, Turið Christian- sen, tók eisini av hesum møguleikanum. Hon setti ikki færri enn sjey met í bólki 1. Í bólki 3 hjá dreingjum setti Høgni M. Rasmussen nýtt met í 200 metra bland- aðari svimjing, og í bólki 3 hjá gentum eydnaðist eisini stafettini hjá Havnar Svimjifelag at skera burtur av trimum bólkametum. -jm 12 bólkamet í Klaksvík Metini Bólkur 1 Turið Christiansen, Reki, Leirvík 100 metrar frí 1:18.16 50 metrar frí 0:36.07 100 metrar rygg 1:30.98 50 metrar rygg 0:42.29 100 metrar bringa 1:45.63 50 metrar bringa 0:49.00 50 metrar firvald 0:40.90 Bólkur 3 Havnar Svimjifelag (Guðrun H. Jacobsen, Katarina Lamhauge, Bjørg Seloy og Helena G. Jacobsen) 4x200 metrar frí 10:47.98 4x100 metrar frí 4:46.63 4x50 metrar frí 2:06.64 4x50 metrar blandað 2:24.72 Bólkur 3 Høgni Miné Rasmussen, Havnar Svimjifelag 200 metrar blandað 2:37.69 Fyri tað nógva var tað Skála, sum trýsti fyri at fáa stigini, men fram til tað allar seinasta hildu fuglfirðingar fast í vónini um, at okkurt skuldi spyrjast burtur úr dystinum Mynd: Álvur Haraldsen Skála-ÍF 2-1 (1-1) 1-0: Rúni Rasmussen 9. 1-1: Sylla D. Ahmed 18. 2.1: Iulian Florescu br 90. Dómari: Lassin Isaksen SKÁLA: Vlad Filipovic - Pætur Dam Jacobsen, Rúni Rasmussen, Milic Curcic, Iulian Florescu - Bjarni Jørgensen, Nenad Stankovic, Pauli G. Hansen, Hanus Thorleifsson (Bárður Danielsen, 71.) - Jón- hard Frederiksberg (Arnhold Berg, 68.), Bogi Gregersen (Sveinur Justinussen, 79.) Gult kort: Pauli G. Hansen ÍF: Jacob Kaas - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Símun Eliasen,Fritleif í Lambanum - Hanus Eliasen,Emil N. Leifsson, Eyðun Ryggshamar (Frank Poulsen, 82.) Høgni Zachariassen,Atli Petersen (Gunnar Nielsen, 88.) - Sylla D. Amed Gult kort: Áki Petersen, Atli Petersen, Hanus Eliasen FAKTA UM DYSTIN