týsdagur 30. august 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 163 - 30. august 2005
Meistararnir rendu
seg í størsta tapið
seinastu 9 árini, tá
teir vitjuaðu á Mølini
á Eiði. Og um nakað,
so skuldi kreppu-
merkta liðið prísa sær
fyri, at tapið ikki varð
enn størri
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað varð granskað í søgu-
bókunum í norðara endan-
um av Gundadali leygar-
dagin. Ikki síðarni teir
vitjaðu í Gøtu í 1996, hevur
HB lagt rygg til tap av tí
slagnum, sum liðið var fyri
á Eiði. Ta ferðina var tapið
eitt álvarslit skot fyri bógv-
in í gullstríðnum, sum eis-
ini endaði í Gøtu ta ferðina.
Og mongd munnu eisini
halda, at hetta var eitt
punktum fyri gullstríðnum
á hesum sinni.
Merkisverd
uppstilling
Men lætt skuldi tað ongan-
tíð gerast hjá HB móti
EB/Streymi. Ikki síðani
2001 hevur tað eydnast
teimum reyð/svørtu at fáa
øll stigini á Eiði, og tá
EB/Streymur samstundis er
eitt av bara tveimum liðum,
sum ikki hava tapt á heima-
vølli í ár.
Og tað stóð mest sum alt
greitt, at heimamenninir
ikki høvdu nakran sum
helst hug at broyta hugaligu
hagtølini. Mest sum alt fyri
eitt settu teir seg á mið-
vøllin, har Ronnie Samuel-
sen ikki læt seg merkja av,
at hann hevur hugnað sær í
fjórðu deild seinasta hálva
árið. Saman við Marna
vann hann at kalla alt mitt
á, og við Bárður Olsen og
Hans Paula Samuelsen á
kantunum, byrjaðu møgu-
leikar mest sum alt fyri eitt
at koma.
Tað skal tó eisini leggjast
afturat, at tað vóru mong av
HB-viðhaldsfólkunum,
sum undraðust á, hvussu
liðið var sett saman hesa-
ferð. Kantarnir á miðvøll-
inum vóru mannaðir av
Vagni M. Mortensen og
Rúna Nolsøe, sum báðir
tveir eru munandi betri mitt
fyri enn í borðunum. Jákup
á Borg var fluttur aftur á
høgra bakk, og í miðverjuni
var Jóhannis Joensen aftur
at síggja, eftir at hann at
kalla ikki hevur vant, síðani
hann varð skaddur fyri
lítlum mánaði síðan.
Greið dystargongd
Tað gav í nógvar mátar eina
óbalansu á HB-liðnum,
sum teir ongantíð megnaðu
at vinna á. Samstundis
tóktist motivatiónin hjá
monnunum at vera millum
lítil og eingin. Hvørki nær-
dystir ella næstu bóltarnir
vórðu vunnir, og so er altso
trupult at standa ímóti, tá
talan er um eitt topp-
motiverað mótstøðulið.
Vandatekini komu skjótt
oman móti HB-málinum,
men onkursvegna tóktist tó,
sum skuldi HB kortini
koma heilskapað ígjøgnum
stormin. Ikki minst tí liðið
ferð eftir ferð hevur sýnt, at
hóast spælið ikki koyrir
optimalt, so megna teir
kortini at fáa mál og stig
burturúr. Ein eginleiki, sum
avgjørt er ein neyðugur
partur av tilveruni sum
støðugt oddalið.
Men um hálva tíman fekk
EB/Streymur tó hol á. Eitt
HB-álop varð brotið, tá ein
sera væl spælandi Gert
Hansen fangaði bóltin á
miðjum vølli, og so setti
hann ferð á. Við fullari ferð
dróg hann oman móti
verjuni, áðrenn hann slepti
inn um til Sorin Anghel,
sum ísakaldur legði bóltin
framvið Bárði Johannesen í
HB-málinum.
Um nakað, so setti málið
enn meira ferð á vertirnar,
og ferð eftir ferð sást HB-
verjan bakka eftir hæli í
hjálparsleysu royndunum at
steðga kviku álopunum,
sum mest sum hvørja ferð
stóðust av bóltmissi í illa
skipaða HB-uppspælinum.
Skrædnaði
Tað tóktist tó, sum skuldi
HB
onkursvegna
ríða
stormin av, og hóast eingin
mundi vera í iva um, hvat
betra liðið var fyri steðgin,
so var einki avgjørt, tá farið
varð út til seinna hálvleik.
Vónin hjá HB mundi í
øllum førum vera, at tað
onkursvegna skuldi eydnast
at venda gongdini, men tað
var tó merkisvert, at ongar
sum helst taktiskar broyt-
ingar vórðu framdar í
steðginum.
Heldur helt HB fram í
akkurát sama lag, og so
takkaðu vertirnir fyri. Teir
hildu somuleiðis fast um
sína uppskrift, og eftir
steðgin var effektiviteturin
eisini hægri. Bárður Olsen
at kalla kopieraði avrikið
hjá Gert fyri steðgin, tá
hann rak niðaneftir, áðrenn
hann fann Sorin, sum
smekkaði í kassan, og so
var mest sum avgjørt.
Heilt galið gjørdist tað
hjá HB seinasta korterið.
Fyrstu ferð Jákup veruliga
royndi at koma niðan eftir
kantinum,
slerdi
EB/
Streymur aftur kontra. Eftir
langan bólt niðan til Egil á
Bø, varð Hans Pauli sendur
avstað, og tá tað ikki
eydnaðist honum at skjóta,
valdi hann ístaðin at spæla
Sorin, so hesin kundi stað-
festi reint hat-trick.
Og so áttu áskoðararnir
enn
hæddarpunktið
á
dystinum til góðar. Hetta
setti Bárður Olsen, tá hann
úr 20 metrum kanoneraði
bóltin í meskarnar, eftir at
Egil hevði lagt út frá. Eitt
framúr vakurt mál, sum
uttan iva man teljast millum
tey bestu, sum eru skotin á
Mølini yvirhøvur.
Seinastu løtuna av dyst-
inum hevði HB annars ver-
ið betri við, tá Rúni Nolsøe
varð fluttur sentralt, sam-
stundis sum Ronnie Sam-
uelsen varð tikin út hjá
EB/Streymi. Men hetta
munaði tó lítið í heildar-
myndini, og kundi allar
hægst nýtast til ein stað-
festing av, at tann broyt-
ingin skuldi verið gjørd
nógv fyrri.
Eru enn við
Á heimasíðuni hjá HB var
staðfestingin eftir dystin, at
liðið nú hevur meldað seg
úr gullstríðnum, men heilt
so svart er tað kanska ikki
kortini.
Einki er at ivast í, at HB
stóð betri, um stig vórðu
fingin til høldar leygar-
dagin, men hinvegin er eitt
tap á Eiði ikki nøkur van-
lukka í sjálvum sær. Ikki
minst, tá hugsað verður um,
at bæði Skála og B36 eisini
skulu á vitjan á Mølini.
Við øðrum orðum, so
kann HB væl røkka gullin-
um, um teir gera bart í
seinastu seks dystunum.
Men skal tað henda, so
verður altso neyðugt við
heilt øðrum broddi í spæl-
inum. Meira skipan í bæði
álopi og verju, og fram um
alt, meira vilja. Ein vilja,
sum Uni Arge hesaferð var
einsamallur um at sýna, tá
hann varð skiftur inn, men
tá var slagið longu tapt.
Og eisini EB/Streymur
kann staðfesta, at teirra lið
framvegis er við í feltinum,
sum enn hevur ein møgu-
leika at røkka heiðurs-
merkjum.
Formkurvan
staðfestir, at talan hesaferð
var um níggjunda dystin á
rað uttan tap, og tann røðin
inniheldur altso vitjanir hjá
bæði Skála og B36! Tað ber
boð um eitt lið, sum veru-
liga vil nakað, og so er
spurningurin, hvussu tað
fer at gangast í Runavík
komandi vikuskifti.
EB/Streymur-HB 4-0 (1-0):
Avhølvaðir meistarar
EB/Streymur-HB 4-0 (1-0)
1-0: Sorin Anghel, 32.
2-0: Sorin Anghel, 54.
3-0: Sorin Anghel, 77.
4-0: Bárður Olsen, 79.
Dómari: Georg N. Rasmussen: Gulu kortini sótu kanska
nakað lætt at byrja við, men tey fingu ætlaðu effektina,
og sum heild hevði hann eitt gott tak á dystinum.
EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Fróði
Clementsen, Andrzej Pacek, Jóhan á Stongum - Bárður
Olsen, Ronnie Samuelsen (Brian Olsen), Marni Djurhuus,
Hans Pauli Samuelsen - Egil á Bø, Sorin Anghel (Sonni L.
Petersen)
GK: Ronnie Samuelsen, 15., Marni Djurhuus, 16., Gert
Hansen, 39., Ólavur Poulsen, 89.
HB: Bárður Johannesen - Jákup á Borg, Jóhannis
Joensen (Hallur Danielsen, 57.), Rasmus Nolsøe, Janus
M. Joensen - Rúni Nolsøe, Kári Nielsen, Svenn F.
Jacobsen,Vagnur M. Mortensen (Tór-Ingar Akselsen,
57.) - Bárður Mortansson, Hans á Lag (Uni Arge, 65.)
GK: Jákup á Borg, 37., Kári Nielsen, 73., Janus M.
Joensen, 90.
Fakta um dystin
Bárður Mortansson og Hans á Lag høvdu truplar arbeiðsumstøður í HB-álopinum, har teir støðugt fingu høgar bóltar at arbeiða við móti loftsterku heimaverjuni
Mynd: Álvur Haraldsen