Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 30. august 2005 25 Tá hann varð skiftur út 10 minuttir fyri leiklok, var fagnaðurin øgiligur kring vøllin. Við einum reinum hat-trick var Sorin Anghel meira enn nakar annar ímyndin av stórtapinum, sum HB fekk oman yvir seg á Eiðinum, og tí er einki at siga til, at talan var um ein fegnan spælara, sum vit hittu eftir dystin. - Sjálvandi er tað deiligt, at vit vinna so nógv. Vit eru tó ikki nóg konsentreraðir fyrsta hálva tíman, men vit blíva við, og vit fáa alla tíðina møguleikar. Og tá vit so eisini byrja at skora, so megna vit at avgera dystin. Tað er annars ein trupul- leiki, sum hevur kostað okkum nógv á heimavølli, har vit hava spælt alt ov nógvar javnleikir, helt hann. Um sjálvan dystin og uppleggið hjá EB/Streymi, helt hann, at her hevði tað mesta riggað eftir ætlan. - Vit tosaðu nógv um tað áðrenn dystin, at móti HB, so nyttar tað ikki bara at spæla langar bóltar. Vit vistu, at vit máttu halda bóltinum á jørðini, og tað eydnaðist fyri tað nógva. Og so stríðast vit alla tíðina sera væl fyri hvørjum øðrum. Droymir um Europa Avrikið hesaferð og málini, sum Sorin nú av álvara hevur funnið, gera tað kanska ikki heilt vónleyst hjá EB/Streymi at droyma europeiskar dreymar. Og hóast hann ásannaði, at tað enn er nakað eftir til hetta málið, so staðfestir Sorin, at tað er eitt av avgjørdu málum hansara. - Tað hevur verið mín dreymur, síðani eg kom til Eiðis. At spæla Europa- Cup dystir við EB/Streymi. Og skal eg vera púrasta erligur, so rokni eg eisini við, at gerst veruleiki, um vit megna at halda fast um fólkið á liðnum. Her eru ein rúgva av evnaríkum spælarum, sum als ikki hava toppað enn. Kunnu vit halda liðnum saman í eini tvey ár afturat, so ivist eg ikki í, at vit kunnu stríðast heilt frammi í oddinum, staðfesti rumenski fram- herjin at enda. Heini Olsen og Hans Kristian Simonsen umboða Føroyar í norðurlandameistar askapinum, sum verður telvdur í Vammala, Finnlandi. Fimm umfør av ellivu eru leikt. TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Kappingin um at gerast norðurlandameistari í ár hevur av øllum at døma ikki serligan status hjá sterkastu norðurlendsku stórmeistarunum, tíverri. Í 2003, tá NM seinast varð leikt, var kappingin munandi sterkari. Flóvin Tór Næs fekk tá kaldar vøttir at kenna, tá hann hitti telvarar sum Curt Hansen, Hannes H. Stefanson, Einar Gausel, Lars Schandorff og aðrar stórmeistarar. Sviar eru best umboð- aðir í ár við stórmeistar- unum Evgeny Agrest (2592) og Tiger Hillarp- Persson (2511). Finn- lendingar hava sent ein stórmeistara og ein al- tjóða meistarar, meðan ís- lendarar, noregsmenn og danir óskiljandi ikki hava kunnað lokkað nakran stórmeistara til kapping- ina. Serliga veikir á pappírinum eru norsku umboðini. Okkara umboð eru væl sterkari enn teir. Einans tríggir av teim- um tólv luttakarunum eru stórmeistarar. Fýra telvar- ar eru altjóða meistarar. Favorittar í oddinum Tá ratingmunurin frá teimum sterkastu til teir veikastu er so stórur, er tað heldur ikki óvæntað, at Agrest og sterki danski altjóða meistarin, Nicolaj V. Pedersen (2488), eru fremstir við Tiger beint í hølunum. Nicolaj hevur tveir stórmeistaranormar og hevur fleiri ferðir verið hálvt stig frá sínum triðja og tittulgevandi normi. Hóast heldur svingandi telving fyrstu umførini, fekk Heini Olsen eina framúr kappingarbyrjan við javnleiki og tveimum sigrum. Hann útnyttaði til fulnar feilir hjá mótstøðu- monnum sínum í øðrum og triðja umfari og undan talvinum móti IM Sam- malvuo blandaði Heini seg veruliga í oddin. Men tap í hesum talvi, um- framt tapið ímóti GM Nybäck í fimta umfari sunnudagin, førir við sær, at Heini hevur hálvttriðja stig. Kann bert ganga betur Hans Kristian Simonsen er einsamallur aftastur við ongum stigi. Fimm tap á rað eiga at svíða. Úrslitið minnir ikki sørt um 1st Klaksvík International í 2002, tá kollfirðingurin tapti fleiri talv á rað og endaði loksins við hálvum stigi av níggju møgu- ligum. Seks talv eru eftir at leika og Hans Kristian kann ugga seg við, at hann longu hevur hitt allar stórmeistararnar, umframt Nicolaj V. Peder- sen. Í roynd veru hevur Hans Kristian telvað væl, men hevur síðani knappliga gjørt avgerandi stórir feilir, sum sterku mót- støðumennirnir sjálvandi hava gjørt sær dælt av. Sitatið: "One bad move nullifies forty good ones" hjá gamla talvmeistaran- um frá fyrru helvt av 20. øld, Horowitz, rennur ein- um í huga tá ein hyggur at talvunum hjá Hans Krist- iani fyrstu fimm umfør- ini. Mánadagin eftir evsta- mark hittust Heini og Hans Kristian í sætta umfari. Vónandi leypa teir í væðið og telvað manniliga, hóast ein skjótur javnleikur er teim- um freistandi og kær- komin eftir tvey tap á rað í part. Síðani 2002 hevur Rani Nolsøe skipað fyri altjóða kappingum í norðoyggj- um. Tann fyrsta varð telv- að í góðum umstøðum á Hotel Norð á Viðareiði, har telvararnir eisini búðu. Síðani hava tvær kappingar verið í Klaks- vík og tann fjórða verður helst eisini telvað í fiski- vinnuhøvuðstaði Føroya. Kappingin verður leikt í seinnu helvt av septemb- ur. Seks telvarar skulu, eins og í fjør, telva dupult- umfar. Útlendingarnir verða hesir, úr ávíkavist Svøriki, Norra og Dan- mørk: IM Johan Ericsson (2423), FM Eirik Gullak- sen (2382) og IM Jens Ove Fries Nielsen (2381), ið vann 3th Klaksvík International. Heini Olsen, Hans Kristian Simonsen og Helgi Dam Ziska verða føroyingarnir, sum á hes- um sinni sleppa at royna seg. Bæði Helgi og Hans Kristian hava feskar normar við sær til Klaks- víkar. Heini vann sær sín fyrsta og higartil einasta norm í kapping í Norra í 2004 og fleiri ferðir hevur hann verið hálvt stig frá normi. Útrokningar siga okk- um, at Heini og Hans Kristian skulu hava 7 stig av 10 møguligum fyri at vinna sær ein norm, meðan Helgi skal hava 6,5 stig. -cens Tað var ein bólkur av vón- brotnum HB-spælarum, sum eftir dystin stundaði inn í skiftingarrúmini við Mølina. Vónbrotnir av tap- inum, men einamest vón- brotnir av leikliga avrik- inum, sum avgjørt ikki gav ábendingar um, at talan var um eitt lið, sum ætlar sær at spæla fyri meistaraheitin- um. Eitt skoðsmál, sum Jákup á Borg ikki var heilt ósamdur í. - Í øllum førum ikki, um vit hyggja at seinna hálv- leiki. Fyri steðgin haldi eg, at vit høvdu so nøkun lunda fatur á teimum, men tað helt bara ikki í longdini. Tað sær eisini út til, at tit hava sera ilt við at fáa breidd í spælið, og at talan tí einamest verður um plan- leyst uppspæl, sum endar beint í sterku miðverjuni hjá EB/Streymi? - Tað er rætt, men tað er eisini trupult at fáa breidd í spælið her. Vøllurin er somikið smalur, at tað illa letur seg gera. Men tað var nú ikki størsta orsøkin. Eg haldi, at EB/Streymur skal hava rós fyri sítt avrik, har teir seta okkum undir trýst. Mugu gera okkara Komandi vikuskifti er fót- bóltslandsliðið í gongd, og tað vil siga, at í HB hava tey 14 dagar at sleikja sárini, áðrenn farið verður undir næstu uppgávuna. Spurdur, hvørt hetta var ein fyrimunur ella vansi, helt Jákup heilt avgjørt, at talan var um ein vansa. - Tvær vikur er øgiliga leingi at bíða. Sluppu vit at velja, so vildu vit helst heldur enn gjarna spælt longu í morgin, soleiðis at hetta avrikið kundi verið vaskað burtur, helt hann. At enda spurdu vit Jákup, hvørt hann nú heldur, at teirra leiklutur í gullstríð- num er av. Ella um vitj- anirnar hjá bæði Skála og B36 á Eiði kunnu geva HB eina vón. - Tað er so eingin, sum hevur vunnið her enn, so sjálvandi vóna vit, at hini eisini missa stig. Men fyrst og fremst, so skulu vit sjálvir taka okkum saman. Vit skulu í øllum førum vísa nakað nógv meira, enn vit gjørdu í dag, um vit skulu hava nakran møgu- leika at vinna gull, staðfesti hann. Ikki nóg gott Jákup á Borg heldur tað vera long bíðitíð, nú HB ikki skal spæla dyst í tvær vikur Mynd: Ávlur Haraldsen Stóra hetjan Við fimm málum í teimum báðum seinastu dystunum, er Sorin Anghel av álvara farin at klintra upp eftir máltindunum Mynd: Álvur Haraldsen 4th Klaksvík International Misjøvn úrslit í NM Støðan eftir 5. umfar: 1-2 GM Evgeny Agrest (S) 4,5 1-2 IM Nicolai V. Pedersen (DK) 4,5 3 GM Tiger H. Persson (S) 4,0 4 GM Tomi Nybäk (F) 3,0 5-8 Heini Olsen (Føroyar) 2,5 5-8 Stig Tjomsland (N) 2,5 5-8 Espen Lie (N) 2,5 5-8 IM Tapani Sammalvuo (F) 2,5 9-10 IM Heikki Lehtinen (F) 1,5 9-10 IM Bragi Thorfinnsson (Í) 1,5 11 Robert Hardarsson (Í) 1,0 12 Hans K. Simonsen (Føroyar) 0,0