týsdagur 30. august 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 163 - 30. august 2005
Magni Mohr, fysiskur
venjari hjá B36, held-
ur tað vera púrasta
burturvið, at lands-
kappingadystir ikki
verða fluttir, so
spælarar kunnu fáa
neyðugu hvíldina, tá
strævnar altjóða
uppgávur hava verið
á skránni
HVÍLD
Jákup Mørk
ÍBV, HB, FCM, Skála, NSÍ,
FCM, VB. Tað er dystar-
skráin, sum B36 hevur havt
seinasta lítla mánaðin. Ein
dystarskrá, sum veruliga
hevur fingið ilt í Magna
Mohr, sum er fysiskur venj-
ari hjá B36.
- Eg vil kalla tað fyri
skandaløst, at atlit ikki
verða tikin til, at spælar-ar-
nir eisini hava tørv á hvíld.
Sum minsta krav, so átti
hesin dysturin at verið
fluttur til mánakvøld, og tað
sama var eisini galdandi
eftir fyrra dystin móti
FCM. Tá var tað ætlanin, at
vit skuldu spæla leygardag,
men tað varð so flutt til
sunnukvøld. Tað merkti so
hinvegin, at Ingi ikki fekk
somu hvíld, sum hinir spæl-
ararnir í landsliðshópinum,
og tað er so heldur ikki
rættvíst mótvegis honum,
heldur Magni.
- Tað snýr seg heilt ein-
falt um, at føroyskir spæl-
arar eru ikki vanir við at
spæla tveir dystir um vik-
una, men tað er so skráin,
sum vit hava havt. Og tá
skuldi tað verið lagt so-
leiðis til rættis, at vit hóast
alt fingu nakað av hvíld,
sigur hann.
Tað er tó fleiri, sum hava
bitið merki í, at B36 hóast
alt er komið so nøkunlunda
heilskapaðir
ígjøgnum
strævnu skránna. Hvussu
kanst tú sum fysiskur venj-
ari hjálpa til í so máta?
- Tað er fyrst og fremst
við
dosera
venjingina.
Hendan seinsta mánaðin
hava vit at kalla als ikki
vant fysiska venjing. Í øll-
um førum ikki teir spæl-
arar, sum hava spælt alla
tíðina. Hinvegin hava vit
vant harða venjing við
teimum, sum ikki hava
spælt so nógv.
Á superligustøði
Júst hetta við at hava ymsar
venjignarætlanir til ymsar
spælarar er nakað, sum
Magni hevur lagt stóran
dent á, og hann staðfestir, at
hetta er neyðugt, um venj-
ingin skal gera nóg stórt
gagn.
- Tað er jú ymiskt, hvussu
einstøku spælararnir orka.
Og tað er eisini ymiskt,
hvussu spælarar reagera
upp á dystir og venjing. Tí
hava vit tríju hvørja viku
ymsar testir, har vit kunnu
máta, hvussu væl spælarin
er fyri, og so verða venjing-
arskráir lagdar fyri ymsu
spælararnar. Tí tú mást
hugsa um einstaka spælar-
an, um tú skalt fáa optimalt
burturúr.
Og hvat siga hesar test-
irnar so um spælararnar.
Eru teir nóg væl fyri?
- Tosar tú um konditión
og rennikapasitet, so er B36
í dag fult á hædd við eitt
danskt superligulið. Hin-
vegin, so restar enn nakað í,
um tosað verður um skjót-
leika og styrki í nærdystum,
og tað er nakað, sum tað
skal arbeiðast við.
At
enda
spurdu
vit
Magna, hvørt hann heldur,
at strævna skráin kann
koma at kosta í seinastu
dystunum, nú kappingin av
álvara er komin til enda-
spurtin.
- Tað veit eg ikki. Tað eru
tvær vikur til næsta dystin,
so nú fáa spælararnir um
ikki annað hvíld. Her er
stóri trupulleikin hjá okk-
um helst, at tað er sera
trupult at halda eini góðari
venjingarstøðu yvir eitt
longri tíðarskeið. Tað fáa
vit so at síggja, um tað fer
at eydnast, sigur Magni at
enda.
Skráin er ein skandala
B36 er í dag eins væl fyri sum eitt superligulið, tá tosað verður um renniorku, staðfestir Magni
Mohr
Fyri tað nógva av
dystinum átti heima-
liðið greiða yvirvág.
Men seinastu 20
minuttirnar setti
strævna dystarskráin
síni týðiligu spor, tá
VB var um reppið at
tryggja sær javnleikin
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var um sjeynda dyst-
in innan ein lítlan mánað
hjá B36, tá teir sunnudagin
tóku ímóti VB. Ein dystur,
sum B36 hevði roynt at
flutt til mánakvøldið, men
tá hetta varð noktað teim-
um, var ikki stórt annað at
gera enn at spæla.
Framrættað B36
Og fyrstu longu løtuna
tóktist tað heldur ikki bila
stórvegis hjá vertunum, at
talan hevðí verið um so-
mikið strævna skrá. Við
Óbi millum teir fyrstu
ellivu var útgangsstøðið
nakað meira framrættað,
enn tað oftanir hevur verið,
og saman við verjukenda
útgangsstøðinum hjá VB,
merkti hetta, at talan fyri
tað nógva gjørdist um eina
ógvuliga greiða B36-yvir-
vág.
Hetta gav eisini fleiri
hálvar og heilar møguleik-
ar, men fyri steðgin gekk
illa at umseta hesar til mál.
Eisini hóast flestu áskoðar-
ar kring vøllin mundu
síggja bóltin í meskunum ta
einu ferðina, tá Bjarni Jo-
hansen onkursvegna re-
fleksbjargaði roynd úr fýra
metrum.
Uppskriftin hjá VB var so
at dúva upp á kontra-álop,
men hesi gjørdust sjáldan
vandamikil. Einamest tí
spælið hjá árstalsfelagnum
var somikið væl skipað, at
teir sjáldan seldu seg sjálv-
ar í verjupartinum.
Møðin merktist
Eftir steðgin helt sama
spælið fram. Munurin var
kanska fyrst og fremst, at
tað nú eydnaðist B36 at
skora eftir tíggju minuttum,
tá Bjarni Johansen ikki helt
skotroynd frá Inga Højsted.
Mikkjal Thomassen, sum
ivaleyst var besti maðurin á
vøllinum hendan dagin, var
skjótur á returinum og
skumpaði í tóma málið til
stóra frøði hjá viðhalds-
fólkinum.
B36 kundi eisini økt lítla
løtu seinni, tá ein púra
blankur Óbi stútaði fram
við málinum, men spaku-
liga kom møðin á liðnum til
sjóndar. Høvdu vágbingar í
størri mun sansað møðina,
sum nú fór at gera um seg,
kundu teir kanska veruliga
sett seg á dystin, men tað
gjørdu
teir
tó
ikki.
Hinvegin komu mótálop
teirra alsamt betri ígjøg-
num B36-miðvøllin, sum
als ikki megnaði at halda
fast um stóra renniarbeiðið,
sum hevur eyðkent liðið í
ár.
Og tá vágbingar so eisni
settu frískar menn á vøllin,
komu eisini møguleikar.
Eingin av hesum var tó
størri enn tann, sum Dan
Djurhuus fekk við handara
stólpa.
Innskifti
Jakob
Skaaning royndi seg við
skoti, og tá hetta varð av-
rættað, gjørdist Dan púrasta
leysur,
men
úr
fimm
metrum sendi hann bóltin
niðan á tennis-vøllin, og so
spurdist ikki meira úr teirri
royndini.
Sóu møguleikan
ov seint
Tað var sjónligt, at tað hjá
B36 fyrst og fremst ráddi
um at stríða seg til ein sigur
í hesum dystinum. Og tá
tað málið varð rokkið, vóru
spælarar og venjarar meira
enn nøgdir. Eisini hóast
liðið onkra tíð hevur spælt
bæði betri og skjótari fót-
bólt.
Hinvegin var ikki sørt, at
vágbingarnir iðraðu seg.
Kanska serliga tí, teir ikki
høvdu verið heilt so greiðir
um, hvussu moyrir mót-
støðumenninir í veruleik-
anum vóru. Eftir eina skrá,
sum ivaleyst man teljast
millum strævnastu mánað-
irnar í søguni hjá felagnum,
var ikki nógv juice eftir í
B36 hendan dagin. Og tá
krútið var uppi, hevði VB
ein heilt stóran møguleika
at fara avstað við bæði ein-
um og trimum stigum.
Tað kostaði tó í so máta,
at tað gekk ov long tíð,
áðrenn tað av álvara varð
farið eftir møguleikanum,
og tá dómarin so bríkslaði
fyri seinastu ferð, var tað í
veruleikanum ov seint.
B36-VB 1-0 (0-0):
B36 skavaði trý stig heim
B36-VB 1-0 (0-0)
1-0: Mikkjal Thomassen, 55.
Dómari: Petur Reinert. Gav sum heild eina góða mynd,
men til tíðir tóktist linjan tó at sveiggja nakað nógv. Og
gulu kortini vórðu kanska spard dekan ov nógv.
B36: Jákup Mikkelsen - Kenneth Jacobsen, Klæmint
Matras, Pól Thorsteinsson (Bárður H. Joensen, 75.), Alex
dos Santos - Niels Joensen, Ingi Højsted, Mikkjal
Thomassen, Bergur Midjord (Levi Hanssen, 86.) - Allan
Mørkøre, Okeke Obele Onyebuchi (Thomas Hans
Rubeksen, 70.)
GK: Mikkjal Thomassen, 62.
VB: Bjarni Johansen - Mortan úr Hørg, Suni úr Hørg,
Anders Sørensen, Jákup Olsen - Poul N. Poulsen (Jakob
Skaaning, 77.), Milan Kulic, Edvard Ble, John Poulsen
(Jón Krosslá, 72.) - Dan Djurhuus, Nenad Zivanovic
GK: Mortan úr Hørg, 83.
Fakta um dystin