Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-30, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. august 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 163 - 30. august 2005 27 GÍ-KÍ 1-2 (1-2): KÍ stríddi seg av niðurflytingarplássinum Hóast teir eftir steðg- in vóru undirmann- aðir, so megnaðu gøtumenn kortini at varðveita spenningin, men tað var torført hjá teimum at spæla seg til upplagdar møguleikar GÍ-KÍ Jóannes Hansen Fyri aðru ferð í ár fóru klaksvíkingar úr Sarpigerði við øllum, og fyri aðru ferð í ár vann KÍ 2-1 í Gøtu. Øll málini vórðu skorað undan steðginum. Klaks- víkingar løgdu eitt sindur bragdligari fyri, og teir høvdu longu verið framvið tvær ferðir, tá ið teir í 7. minutti settu hol á. Kurt Mørkøre vann fríspark mitt fyri og 22 metrar úr málin- um. Marek Vierzbicki, sum fyrsta tíman vísti somu góðu evni á miðvøllinum, sum hann seinastu 16 árini hevur víst kring Føroya land, smekkaði til, bólturin fór flatt ígjøgnum mann- garðin, og Pól Næss Joen- sen í GÍ málinum var prísgivin. Gøtumenn royndu at lofta sær eftir skelkin, og tað eydnaðist teimum at mynda nøkur álop í vinstru, har Hans Jørgen Djurhuus enn eina ferð vísti, at hann er góður styrkur at hava fingið. Samanspælið mill- um hann og Hanus Jacob- sen riggaði væl fyrsta hálva tíman. Klaksvíkingarnir høvdu tó vandamiklastu royndir- nar móti málinum. Eftir tætt samanspæl millum Marek og Kurt Mørkøre, vann KÍ fríspark úr somu støðu, sum teir høvdu skor- að. Marek royndi enn eina ferð, og GÍ málverjin, sum ikki var so tryggur í 1. hálv- leiki, misti bóltin út aftur. Harley Bertholdsen var fyrstur á returinum og sendi bóltin í málið, men linju- verjin veitraði fyri rang- støðu. Hetta var í 26. minutti, og tríggjar minuttir seinni økti KÍ til 2-0. KÍ álop í vinstru endaði við Kurt Mørkøre skotroynd, sum varð blok- erað til horna úr høgru. Heðin á Lakjuni rann fram- um verjuna og sendi við høvdinum bóltin í GÍ málið. Tá ið tað restaðu tíggju minuttir av 1. hálvleiki, gjørdist brekkan hjá gøtu- monnum uppaftur tyngri. Hans Jørgen Djurhuus sá gult fyri aðru ferð, og har- við vóru gøtumenn síðstu 55 minuttirnar undirmann- aðir. Men GÍ fekk um endan, tá ið tað restaði ein lítil løta av 1. hálvleiki. Eftir langa diagongala framlegging runnu Popczynski og Mein- hard Joensen um kapp eftir bóltinum. KÍ málverjin tveitti seg, og tað tóktist sum um, at hann stýrdi bóltinum út til hornaspark, áðrenn hann brast saman við GÍ álopsspælaranum, sum fór um koll. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, og Sámal Joensen var tryggur úr ellivu metrum. Eyðsýndir veikleikar Seinna umfarið hevði GÍ bóltin meiri enn KÍ. Hóast tað vóru fleiri bláir og hvítir á vøllinum, enn tað vóru gulir og bláir, so var tað ilt at síggja. Tað kendist sum um, at GÍ spælararnir sum heild orkaðu eitt sindur betri at flyta seg, enn klaksvíkingarnir gjørdu. Men tað gekk illa hjá GÍ at spæla seg til upplagdar málmøguleikar. Popczynski var einsa- mallur álopsspælari, og so hevði GÍ fýra á miðvøllin- um og fýra í verjuni. Kanska var spælbýtið 60- 40 til GÍ, men tað var lítil tyngd í fremstu røðini. Popczynski stríddist fyri at koma í góðar støður, men KÍ miðverjarnir vóru óførir at taka sær av honum, og teir stóðu eisini oftast væl plaseraðir, tá ið innlegg viðhvørt vórðu send í brotsteigin. Í síðstu løtu var eitt sind- ur av aftur og fram í KÍ brotsteiginum, men verjan ofraði seg og fekk blokerað og harvið varðveitt leiðsl- una, sum bar sera týdning- armikla sigurin við sær. Stóri trupulleikin hjá KÍ eftir steðgin var, at ov nógvir spælarar ikki tóktust at vera í nóg góðari venj- ing. Tað er ikki so undar- ligt, at teir, sum bara hava vant nakrar vikur, hava tor- ført at fylgja við, men tað er merkisvert, at onkrir, sum hava vant og spælt síð- ani stutt eftir jól, ikki vóru so drúgvir, sum tað kann roknast við. Høgni Madsen var ein sannur stríðsmaður á mið- vøllinum, og Hjalgrím Elt- tør arbeiddi sera nógv í álopinum. Onkra ferðina var um reppið, at KÍ fekk mál, tá ið teir vóru í snarálopum, og onkra løtu megnaðu teir at varðveita bóltin á GÍ hálv- uni. Men yvirmannaðu klaksvíkingarnir megnaðu ongantíð at økja um leiðsl- una og harvið at taka spenningin úr stríðnum. Tí var tað einki at siga til, at lættin var serliga stórur, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og fáu áskoðar- arnir úr Klaksvík saman við sínum liði kundu stað- festa, at nú eru niðurflyt- ingarplássini bæði farin afturum - í fyrstu atløgu í hvussu so er. Marek Wierzbicki er veruliga farin at gera um seg, nú hann aftur er komin á miðvøllin á besta KÍ-liðnum Mynd: Álvur Haraldsen GÍ-KÍ 1-2 (1-2) 0-1: Marek Vierzbicki 7. 0-2: Heðin á Lakjuni 29. 1-2: Sámal Joensen br 44. Dómari: Dagfinn Olsen GÍ: Pól Næss Joensen - Jónreid Dalheim,Robert Rzeczycki,Kaj Ennigarð,Hans Jørgen Djurhuus - Hans Pauli Petersen (Per Jacobsen,87.),Magni Jarn- skor,Sámal Joensen,Sam Jacobsen (Áslakur R.Pet- ersen,63.),Hanus Jacobsen - Krzystof Popczynski Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus, Magni Jarnskor, Kaj Ennigarð Reytt kort: Hans Jørgen Djurhuus (tvey gul) 35. KÍ: Meinhard Joensen - Leon Bjartalíð, Jan Andreasen, Símun Joensen, Harley Bertholdsen - Arnhold Joensen (Emir Huseiovic, 90.), Marek Vierzbicki, Høgni Madsen, Heðin á Lakjuni - Kurt Mørkøre, Hjalgrím Elttør Gult kort: Meinhard Joensen,Høgni Madsen,Heð- in á Lakjuni,Harley Bertholdsen,Leon Bjartalíð FAKTA