týsdagur 30. august 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 163 - 30. august 2005
Jón Rói er ivasamur
Atli Gregersen er nú
partur av Skjold, sum
er størsta felagið í
Danmark, og sum er á
aftasta sessinum í
næstbestu donsku
deildini
DANMARK 1. DEILD
Jóannes Hansen
Tað hilnaðist einki serligt í
vikuskiftinum hjá føroysku
feløgunum í næstbestu
donsku deildini. Fyrstu
umførini gekk tað sum eftir
ánni hjá Fremad Amager,
sum undan vikuskiftinum
var oddalið. Tann sessin
mistu teir, tá ið tað ikki
eydnast at fáa meiri enn eitt
stig burturúr, tá ið Køge
vitjaði. Úrslitið var 2-2,
eftir at einki mál var komið
í 1. hálvleiki.
Fremad Amager var á
odda bæði 1-0 og 2-1.
Andrew av Fløtum var
millum teir fyrstu ellivu,
men hann taldist ikki hesa
ferð millum málskjúttarnar.
Andrew hevði í 1. hálvleiki
onkran góðan møguleika at
gera mál. Hann varð skiftur
út, tá ið tað restaðu níggju
minuttir, og tá ið støðan var
vorðin 2-2.
Frem
spældi
1-1
á
heimavølli móti Vejle. Mitt
í viku hittust somu feløg í
steypakappingini, og tá
vann Frem 2-1. Ta ferðina
noyddist Jón Rói Jacobsen
at fara av vøllinum orsaka
av liðbandsskaði í fótliðn-
um. Jón Rói var ikki førur
fyri at spæla sunnudagin.
Gunnar Nielsen og Jónas
Þór Næs sótu á Frem beink-
inum allar 90 minuttirnar.
Einasta føroyska íslettið,
um tað í hesum førinum ber
til at siga tað soleiðis, var
Ulrik Balling, sum fyri
trimum árum síðani spældi
við NSÍ.
Niðurflytararnir
í
Randers eru oddalið. Hesa
ferð høvdu teir vitjan av
Lyngby, sum hevði Christi-
an Lamhauge Holst á liðn-
um. Randers vann 4-1.
Christian var á vøllinum
inntil tað restaðu trettan
minuttir.
Nýggjur føroyingur í
næstbestu donsku deildini
er Atli Gregersen, sum inn-
til fyri fáum vikum síðani
var fastur maður í GÍ mið-
verjuni. Skjold hoyrir til á
Eysturbrúgv í Keypmanna-
havn. Felagið er størsta
fótbóltsfelagið í Danmark,
tá ið roknað verður í lima-
tali.
Besta Skjold liðið hevur
ongantíð verið í fremstu
deildini. Tað eru bara nøkur
fá ár síðani, at felagið eftir
fleiri uppflytingar, rakk upp
í næstfremstu deildina. Har
stendur í løtuni einki serligt
til. Skjold er aftast. Higartil
hava teir ikki vunnið í
hesum kappingarárinum,
og sunnudagin løgdu teir
rygg til 2-0 tap í Gladsaxse
móti AB.
AGF smurdi troytta
Brøndby av, og før-
oyska luttøkan var
lítil, tá ið Horsens enn
eina ferð megnaði
málleysan javnleik
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Tað kostar ofta í heimligu
kappingini, tá ið teir felag
luttekur í europeisku kapp-
ingunum. Sunnudagin sást
enn eitt prógv um hetta, tá
ið danska meistaraliðið,
Brøndby, var í Århus. AGF
hevði inntil sunnudagin
staðið seg sera illa, og teir
vóru niðastir á støðutalv-
uni, meðan Brøndby var
oddalið. Men tað sást ikki á
avrikunum. AGF vann 3-0,
og Brøndby varð spælt
niður og norður.
Brøndby
venjarin,
Michael Laudrup, staðfesti,
at spælararnir hjá honum
vóru troyttir, og tað gjørdi
støðuna uppaftur verri, at
tríggir
lyklaspælarar
noyddust av vøllinum, tí
teir vóru skaddir. Talan var
um liðformannin og lands-
liðsspælaran Per Nielsen,
vongverjan Thomas Rytter
og gávuríka Mads Jørgen-
sen. Brøndy skal í UEFA
Cup spæla móti FC Zürich,
og um tað eydnast at vinna
móti teimum, skal Brøndby
luttaka í bólkaspælinum.
Tað kann fara at vísa seg at
verða kostnaðarmikið í
heimligu kappingini, held-
ur Brøndby venjarin.
Hetta var fyrsta Brøndby
tapið í landskappingini
síðani 19. mai.
Í FC Midtjylland vóru
teir ikki troyttari enn so av
Føroya ferðini, at teir
megnaðu at vinna 4-2 í
Haderslev móti Sønder-
jyskE. Fyri FCM verju-
spælaran, Jesper Mikkel-
sen, var talan um rættuliga
minnisverdan
sunnudag.
Hann plagar ikki at teljast
millum
málskjúttarnar,
men tað gjørdi hann so
sanniliga hesa ferð. Hann
gjørdi sjálvmál, tá ið
heimaliðið legði seg á odda
2-1. Frammanundan hevði
hann skorað við framúr
frísparki, og so skoraði
hann tvær ferðir upp á
brotsspark!
FCK tykist vera væl fyri,
og nú eru teir einsamallir á
odda í superliguni. Hesa
ferð vunnu teir 2-0 í Parkini
móti
Silkeborg.
Eftir
innlegg frá Peter Møller,
sum
hóskvøldið
hevði
skorað bæði málini, tá ið
FCK vann 2-0 í Wales í
UEFA Cup, varð Santos
feldur, tá ið tað restaðu sjey
minuttir av fyrra umfarin-
um. Vongverjin Lars Jacob-
sen
sendi
brotssparkið
dygst upp undir saman-
komingina, og tríggjar min-
uttir eftir steðgin skoraði
nýggi landsliðsspælarin og
miðverjin Michael Grav-
gaard, sum FCK í summar
keypti úr Viborg.
Bæði tey føroysku feløg-
ini - Horsens og AaB - eru í
tyngra endanum. Hesa ferð
hittust feløgini hjá Johan B.
Hansen og Súna Olsen í
Horsens.
Úrslitið
var
málleysur javnleikur. Hetta
var triðja ferðin á rað, at
Horsens var partur av 0-0
uppgerð, og eftir sjey um-
før er málmunurin hjá teim-
um 1-7. Teir hava framveg-
is ikki skorað á heimavølli.
Føroyski leikluturin var
ikki stórur. Johan B. Han-
sen var als ikki á vøllinum,
og Súni Olsen varð skiftur
inn, tá ið tað restaðu sjey
minuttir.
Esbjerg
liggur
eisini
tungt í sjónum. Hóskvøldið
vórðu teir sendir úr UEFA
Cup í Tromsø, og sunnu-
dagin taptu teir 2-0 í
Farum. Í sjey teimum fyrstu
umførunum hevur tað bara
eydnast Esbjerg at vinna
eina ferð, og teir hava tapt
fýra ferðir. Harafturat ljóð-
ar, at tveir av lyklaspælar-
unum - Jan Kristiansen og
Frederik Berglund - skulu
vera á veg burtur úr fel-
agnum.
Hjá Viborg gekk sum
eftir ánni fyrstu umførini.
Sunnudagin taptu teir 2-1 á
heimavølli móti OB, og
harvið hava teir tapt tvær
ferðir á rað.
Altjóða luttøkan kostar í
heimligu kappingini
Rógvi
hevur
endur-
vunnið
plássið
Við triðja sigrinum
á rað er KR sloppið
undan niðurflyting-
ar hóttanini, og nú
stríðast teir fyri at
sleppa upp í part í
altjóða kappingum
næsta ár
ÍSLAND
Jóannes Hansen
Sunnudagin vann KR fyri
triðju ferð á rað. Teir
spældu á Laugardalsvøll-
inum móti Þrótti, sum er í
ógvuliga stórum niður-
flytingarvanda. KR vann
1-0. Málið fingu teir tveir
minuttir eftir steðgin. Tað
skoraði miðvallarin Dali-
bor Pauletic. Hetta var
fjórði dysturin hjá honum
á KR liðnum, og hetta var
fyrsta ferðin, at hann tald-
ist millum málskjúttarnar.
Málverjin hálvbjargaði,
og miðvallarin var fyrstur
á returbóltinum.
Rógvi Jacobsen hevur
tær seinastu ferðirnar ikki
verið millum teir fyrstu
ellivu á KR liðnum. Tað
var hann hesa ferð. Rógvi
var annar av álopsspælar-
unum í 4-4-2 uppstilling.
Rógvi hevði í 9. minutti
góðan stútara eftir horna-
spark, men tað eydnaðist
honum ikki at fáa mál.
Tað eru bara nakrar vik-
ur síðani, at KR taldist
millum liðini, sum strídd-
ust fyri at sleppa undan
niðurflytingar hóttanini.
Eftir tríggjar sigrar á rað
er KR ikki longur í vanda
fyri at flyta niður. Teir eru
nú nummar fýra, og tað
ber møguleika við sær
fyri at spæla Intertoto
næsta ár.
Meistararnir av Hafna-
firði taptu fyri fyrstu ferð
í hesum kappingarárin-
um, tá ið teir í sekstanda
umfarinum vóru á Akra-
nesi. ÍA, sum er nummar
trý, vann 2-1 á meistara-
liðnum, sum hevði fleiri
millum teir fyrstu ellivu,
sum ikki hava spælt
nakað serligt fyrr í ár.
Grindavík vann 3-1 á
heimavølli móti Fram.
Símun Samuelsen og
Keflavík skulu ikki í eldin
fyrr enn í kvøld, tá ið teir
skulu spæla á útivølli
móti Fylkir.
Jón Rói Jacobsen var ikki
førur fyri at spæla við
liðnum hjá Frem, sum um
vikuskiftið spældi javnleik
móti Vejle
Hatta var
dýrt
NSÍ-venjarin ásannaði, at
talan var um dýran stiga-
miss hjá hansara monnum,
nú tað ikki eydnaðist at
basa TB um vikuskiftið.
- Tað er tað. Nú høvdu
vit vunnið okkum í eina
sera góða støðu við trim-
um heimasigrum á rað,
og tí var vónin sjálvandi,
at vit skuldu taka seinasta
fetið upp móti oddinum.
Tað eydnaðist so ikki, og
vit mugu so bara rætta
tankarnar
fram
móti
næstu uppgávuni, tá vit
skulu taka móti EB/-
Streymi. Tann uppgávan
verður í sjálvum sær
ríkiliga stór, helt Trygvi.
Spurdur um dystin, helt
Trygvi, at tað serstakliga
hevði kostað teimum, at
teir ikki vóru meira effekt-
ivir framman fyri málin-
um.
- Vit hava allar møgu-
leikar at avgera dystin.
Ikki minst, tá tað er 4-3 til
okkum, og vit tvær ferðir
eru púrasta leysir við
málverjanum, men stór-
bjargar skotinum frá Páll,
og í hinum førinum er
Kári ikki nóg kaldur,
staðfestir venjarin.
Men hartil, so fekk
Trygvi illa krógvað, at
hann helt lítið um dóm-
araavrikið í dystinum.
- Eg veit væl, at tú sum
venjari ikki skalt nýta ov
nógva orku upp á dómar-
an, men í hesum førinum
fái eg ikki latið vera. Mær
dámar best, tá tingini
ganga rætt og erliga fyri
seg, men tað kendi eg
ikki, at tey gjørdu hesa-
ferð. Vit venja hóast alt
fimm ferðir um vikuna
gjøgnum alt árið, men tá
eg so siti við kensluni av,
at hasin maðurin á miðj-
uni er óbrúkiligur, tá
kemur eitt sindur av pan-
ikki í úti á beinkinum.
Hann gevur nøkur kort,
sum eg als ikki skilji.
Hann kolldømir eitt mál,
sum eg heldur einki skilji
av, og hvussu hann kundi
leggja fimm minuttir aft-
urat hasum dystinum,
skilji eg so slettis einki av,
staðfestir NSÍ-venjarin.
At enda, so vildi Trygvi
tó enn einaferð leggja
dent á, at tað serliga var
teimum sjálvum at takka,
at úrtøkan ikki var betri
enn tað sama.
- Nú hava vit spælt móti
bæði HB og B36, og vit
hava hildið teimum sera
væl í verjupartinum. Tí er
tað ikki nóg gott, at vit
lata fýra mál fara inn
hesaferð. Sjálvandi skulu
teir hjá TB eisini hava rós
fyri sín hugburð, men
hasi fýra málini kunnu
væl koma at kosta okkum
nógv, staðfesti Trygvi
Mortensen at enda.
-jm