mikudagur 31. august 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 164 - 31. august 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Summarfuglar í
Íshavinum
Vísindafólkini umborð á norska havrannsóknarskip-
inum "Johan Hjort" gjørdust ikki sørt bilsin, tá tey
seinasta leygardag varnaðust summarfuglar í hundrað-
tali sveima uppi yvir skipinum.
"Johan Hjort" gjørdi kanningar eystan fyri Bjarn-
oynna, og norsku vísindafólkini høvdu ikki ímyndað sær
at síggja summarfuglar har á leiðini. Kjell Nedreaas,
sum stendur fyri kanningunum, sigur við Aftenposten, at
hann vildi ikki trúgva starvsfeløgunum, tá teir bóðu
hann koma at hyggja eftir teimum sjáldsomu gestunum.
Hann sigur, at hendan morgunin var landssynningur og
rættiliga lýtt í veðrinum, og at summarfuglarnir helst eru
komnir við tí lýggja vindinum.
Kjell Nedreaas hevur verið á nógvum havrannsóknar-
ferðum ígjøgnum árini, men hetta er fyrstu ferð, at hann
hevur sæð summarfugl í Barentshavinum, sigur hann.
Lita Greve Jensen, sum dagliga arbeiðir við flog-
kyktum, sigur við Aftenposten, at hon hevur heldur
ongantíð hoyrt um summarfuglar í Barentshavinum.
Skúlin opin aftur
Fyri trimum árum síðani skjeyt ein fyrrverandi næm-
ingur 13 lærarar, tríggjar næmingar og síðani seg sjálv-
an í einum skúla í eysturtýska býnum Erfurt. Síðani er
skúlin umbygdur og umvældur fyri 70 milliónir krónur,
og mánadagin bleiv hann tikin aftur í brúk.
Gerhard Schröder, kanslari, var hjástaddur, nú skúlin
lat uppaftur. Samstundis varð skipað fyri einum minn-
ingarhaldi til minnis um tey, sum lótu lív fyri trimum
árum síðani, og kanslarin segði í sínari røðu, at hóast
gerandisdagurin er byrjaður aftur, fara fólk altíð at
minnast skúlan í Erfurt.
Tilburðurin fyri trimum árum síðani skakaði alt
Týskland. Tann 19 ára gamli Robert Steinhauser hevði
ikki staðið royndina og var koyrdur úr skúlanum.
Tríggjar mánaðir seinni kom hann aftur í skúlan við
byrsu og skammbyrsu.
Avgjald til tey fátæku londini
Í seinastuni hava fleiri lond umrøtt møguleikan at leggja
eitt avgjald á flogferðaseðlar og at brúka pengarnar til at
hjálpa teimum fátæku londunum við, men tað hevur víst
seg at vera trupult at semjast um ætlanina.
Men nú hevur franska stjórnin gjørt av at seta skip-
anina í verk fyri at vísa umheiminum, at tað ber til,
skrivar AP. Jacques Chirac, forseti, segði á einum fundi
í París fyrradagin, at pengarnir frá avgjaldinum skulu
brúkast til at hjálpa teimum fátæku londunum í bardag-
anum ímóti eyðkvæmi, tuberklum og malaria.
Týskland, Spania, Brasil, Algeria og Kili hava boðað
frá, at tey fara at taka undir við einum uppskoti um ein
fátækraskatt, tá málið kemur til viðgerðar á ST-topp-
fundinum miðskeiðis í næsta mánað. Uppskotið er
upprunaliga franskt, tí tað var franski fíggjarmála-
ráðharrin, Thierry Breton, sum bar tað upp á mál á
einum ST-fundi í summar.
Horvin nunna funnin
Í 1977 burturflutti hernaðarstýrið í Argentina fronsku
nunnuna Leonie Duquet. Fyri einum hálvum ári síðani
hildu argentinsku myndugleikarnir seg hava funnið
leivdirnar av henni, og nú hava DNA-kanningar prógv-
að, at talan er um ta horvnu nunnuna.
Tað vakti stóran ans um allan heimin, tá Leonie
Duquet bleiv burturflutt. Hon arbeiddi saman við
kvinnum, sum vildu hava at vita, hvat hernaðarstýrið
hevði gjørt við synir teirra. Tað hóvaði ikki stýrinum,
og í desember í 1977 bleiv Leonie Duquet burturflutt
saman við einari aðrari franskari nunnu, Alice Domon.
Hon spurdist heldur ikki aftur.
Í 1990 dømdi ein franskur dómstólur fyrrverandi arg-
entinska herflotayvirmannin Alfredo Astiz lívlanga fong-
sulsrevsing fyri at hava burturflutt tær báðar nunnurnar,
men Argentina hevur sýtt fyri at senda hann til Fraklands.
Alment hvurvu umleið 13.000 fólk tey árini, hernað-
arstýrið hevði valdið í Argentina, men mannarættinda-
felagsskapir vilja vera við, at tað veruliga talið er tætt við
30.000.
Bunnatine Green-
house fekk sekkin, tí
hon fanst at sam-
starvinum ímillum
amerikanska verju-
málaráðið og fyritøk-
una Halliburton
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Bunnatine
Greenhouse
hevði eitt týðandi starv í
amerikanska herinum, men
fyri nøkrum døgum síðani
bleiv hon uppsøgd. Grund-
gevingin var, at hon var
ikki nóg dugnalig, men
sakførari hennara heldur
ikki, at tað var tann veru-
liga orsøkin til uppsøgnina.
- Uppsøgnin er ein ávar-
ing um, at fólk í herinum
eiga ikki at gera viðmerk-
ingar til teir sáttmálar, sum
herurin ger. Gera tey tað,
kunnu tey vænta at missa
starvið, skrivar sakførarin
Michael S. Kohn í einum
brævi til Donald Rumsfeld,
verjumálaráðharra.
Í fjør fanst Bunnatine
Greenhouse at herleiðsluni,
tí hon hevði givið einum
dótturfelag hjá fyritøkuni
Halliburton ein stóran sátt-
mála í sambandi við ar-
beiðið at byggja iraksku
oljuvinnuna
uppaftur.
Skjølini í málinum vístu, at
felagið hevði fingið sátt-
málan, longu áðrenn krígg-
ið í Irak byrjaði, og at einki
annað felag slapp at bjóða
upp á arbeiðið.
Málið vakti ans, tí Dick
Cheney, varaforseti, var
stjóri í Halliburton, áðrenn
Bush valdi hann til varafor-
seta. Cheney hevur fyrr
sagt, at Halliburton hevur
ikki fingið sersømdir frá
amerikonskum
myndug-
leikum. Men Bunnatine
Greenhouse og sakførari
hennara eru ikki samd við
honum í tí.
Uppskotið til nýggja
grundlóg í Irak fer at
elva til spjaðing ímill-
um irakar, heldur
aðalskrivarin í Arab-
isku Samgonguni
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
- Hatta er ein beinrakin
vegleiðing, um tú vilt hava
ruðuleika,
sigur
Amr
Moussa við BBC.
Hann skilir væl, at tús-
undtals
sunnimuslimar
hava gingið mótmælis-
gongu í fleiri irakskum bý-
um, síðani ein meiriluti í
tjóðartinginum samtykti at
góðkenna grundlógarupp-
skotið. Sunnimuslimarnir
stúra fyri, at teir verða við
skerdan lut, um shiamusl-
imarnir og kurdarnir sleppa
at býta Irak sundur í trý
sjálvsstýrandi øki.
- Eg skilji væl, at teir
stúra fyri gongdini, tí tað
ber ikki til at býta Irak
sundur ímillum shiamus-
limar og sunnimuslimar,
ímillum
muslimar
og
kristin, ímillum arabar og
kurdar. Hatta gongur ikki,
og í mínum eygum er hatta
ein sera beinrakin uppskrivt
uppá, hvussu tú kanst fáa
ruðuleika. Ikki bara í Irak,
men í øllum økinum, sigur
Amr Moussa.
Hann er aðalskrivari í
Arabisku
Samgonguni,
sum umfatar 21 arabisk
lond, teirra millum Irak.
Óttast gongdina
Eygleiðarar siga við Reut-
ers, at tað er tvinnar orsøkir
til, at Arabiska Samgongan
vendir sær frá irakska
grundlógaruppskotinum.
Onnur er, at lógin kann
geva shiamuslimunum og
kurdunum ræðið í hvør
sínum parti av Irak, og at
tað kann fáa minnilutar í
øðrum arabiskum londum
at krevja tað sama. Hin or-
søkin er, at tey arabisku
londini vilja fegin hava
semju ímillum fólkabólkar-
nar í Irak, tí áhaldandi
ósemja og stríð har kunnu
breiða seg út um irakska
markið.
Tað eru tó ikki allir
sunnimuslimar, sum halda
seg hava tapt stríðið um,
hvussu Irak skal skipast.
Ein av teimum stóru sunni-
muslimsku flokkunum hev-
ur boðað frá, at hann ætlar
at halda fram við royndun-
um at finna eina neyð-
semju, men sambært Reut-
ers hava tey flestu smáar
vónir um, at nakað kann
koma burturúr.
Teir seinastu dagarnar
hava fleiri túsund sunnu-
muslimar gingið mótmæl-
isgongu í býnum Tikrit,
haðani Saddam Hussein er
ættaður. Tey høvdu myndir
av gamla leiðaranum og
róptu, at tey fara ikki at
góðtaka
grundlógarupp-
skotið.
Atfinning kostaði starvið
Irakska grundlógin
vegleiðing til ruðuleika
Sunnimuslimar í Tikrit mótmæla uppskotinum til nýggja irakska grundlóg