Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-31, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 31. august 2005 3 Marit Holm Petersen í Formula.fo hevur leingi verið virkin í Altjóða Barnalegum. Nú er hon eisini vorðin gumma hjá einum skúla í Serbien. – Vit fáa ikki pengar burtur úr hesum, men vit fáa gleðina av at geva, sigur hon SAMSTARV Snorri Brend Havn: – Vit sótu mestsum og bíðaðu eftir tykkum í Reyða Krossi! Við einum lítlum skálka- brosi greiðir Marit frá ynskinum hjá fyritøkuni at stuðla hesum skúlanum í serbiska býnum Smedere- vo. Tá tosið um eina sam- starvsavtalu kom uppá tal, var eingin ivi í leiðsluni stóru fyritøkuni: Tey bæði vildu og ynsktu at stuðla hesi ætlanini. – Vit kunnu øll vera við til at hjálpa hesum børnun- um. Ein lítil føroysk hond, kann eisini gera stóran mun í Serbia, sigur Marit Holm Petersen, sum er kona stjór- an í Formula.fo. Vælgerandi endamál Hjá Formula.fo starvast í dag omanfyri 50 starvsfólk. Umframt at verða virkin í arbeiðstíðini, eru tey eisini virkin eftir loknan arbeiðs- dag. Fleiri teirra eru nevniliga við í felagsskapum, sum ar- beiða við og fyri vælger- andi endamálum. Her kann nevnast Amnesty Inter- national og Altjóða Barna- legur, har Marit sjálv er sera virkin í. Í fyritøkuni hava tey við millumbilum skipað fyri tiltøkum, við tí fyri eyga at savna inn pening til ymisk vælgerandi endamál. Og nú eru tey so eisini vorðin knýtt at arbeiðinum hjá Reyða Krossi. – Vit vilja fegin vera við til at hjálpa øðrum, men tað er ikki altíð so lætt at vita, hvussu hjálpin verður nýtt á hesum støðum. – Nú fáa vit so møguleik- an at hjálpa til við eini ætlan, har vit sjálvi stuðla og kunnu fylgja við í tí sum hendir í hesum skúlanum í Smederevo, sigur Marit. Vilja mála skúlan Samstarvsavtalan millum Reyða Kross og Formula.fo er galdandi í ár og næsta ár. Eftir hesi avtaluni skal fyritøkan lata eina ávísa peninganøgd til menning- ina av hesum barna-skúlan- um, og soleiðis skapa for- treytir fyri at hesi børnini kunnu fáa eina betri framtíð enn foreldur teirra. Men ætlanin er ikki bert at fyritøkan sjálv skal senda pening. Ætlanin er nevni- liga, at tey virknu starvs- fólkini og familjur teirra skulu taka lut í hesum við ymiskum tiltøkum. – Hetta er so ein roynd at byrja eitt slíkt samstarv. Og eg vóni, at ringarnir fara at breiða seg soleiðis, at aðrar fyritøkur í Føroyum fara at gera tað sama vit, sigur Marit. Hon hevur longu merkt til tann stóra áhugan hjá starvsfólki og familjum teirra. – Eg havi enntá hoyrt okkurt barn spyrja, nær tey sleppa niður til Smederevo at mála skúlan, sigur Marit. Sum gumma hjá skúlanum ætlar hon sær eisini niður at vitja skúlan. Tað fer hon helst at gera seinni í heyst. Sí eisini greinina á síðu 9 - Vit fáa gleðina afturfyri Suni Vinther fyri Reyða Kross og Marit Holm Petersen fyri Fomula.fo undirskriva avtaluna, sum verður til gagns fyri 50 sigoynara-børn í Serbien Mynd: Jens Kr. Vang