Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 164 - 31. august 2005 Stór fyritøka í Vági fær nýggjar eigarar Nýggir eigarar hava yvirtikið bæði skip og virkið hjá felagnum Moyggjartúgvu í Vági VINNULÍV Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ein stór fyritøka í Vági hevur fingið nýggjar eig- arar. Tað var veruleiki fyrr í vikuni, tá ið nýggir eigarar yvirtóku felagið Moyggjar- túgvu í Vági og sostatt eisini alt virksemi hjá fel- agnum, sum bæðifevnir um skip og virki. Talan er fyrst og fremst um teir báðar stóru lemma- trolararnar, Sancy og Roc Amadour, sum nú hava fingið nýggjar eigarar. Men Moyggjartúgva eigur eisini partapeningin í felagnum, sum eigur virkið Sancy Sea- food á havnalagnum í Vági og tað fylgir sostatt við yvir til nýggju eigararnar. Men samstundis er tað greitt, at vágbingar og suð- uroyingar sum heild, skulu ikki stúra fyri at missa tey bæði skipini og fiskiloyvini av fjørðinum, tí tað eru lokalar kreftir, sum hava yvirtikið virksemið hjá Sancy. Annars hava fólk stúrt fyri at skipini skuldu fara av fjørðinum og tað hava tey harmast um, tí nú eru ógvuliga fá skip eftir í Vági. Umframt Sancy og Roc Amadour, eru tað bara partrolararnir Nesborg og Nesborg 1 eftir í Vági, umframt Nýborg, sum er løgd og tí vildu vágbingar ógvuliga treyðugt, at teir báðir stóru lemmatrolar- arnir skuldu hvørja úr bygdini. Teir, sum nú hava yvir- tikið alt virksemi hjá Sansy, eru Mikkjali Sørensen, Piddi Sørensen, Ejler Sør- ensen, Hermann Olsen og TomWilly Magnussen og tað verður Mikkjal Søren- sen, sum verður stjóri og kemur at reka felagið. Stóran týdning Hetta er nýtt virkisøki hjá teimum, men Mikkjal Sør- ensen hevur verið stjóri í Suðuroyar Sparikassa í 19 árog hann ivast ikki í, at tær royndirnar hann hevur frá vinnulívi í tí sambandi, fara at koma honum til góða nyttu nú hann skal royna seg sum útgerðarmaður. Hann vil ikki siga, hvat teir hava keypt Moyggjar- túgvu fyri. Men hann sigur, at tá ið høvi beyðst at keypa fel- agið, tóku teir av. – Tað hava vit gjørt, tí at vit halda, at tað eigur at bera til at reka lønandi fiskivinnu her í økinum. Men vit hava eisini gjørt tað tí at vit vildu forða fyri, at skipini fóru av fjørðinum, sum vandi altíð kundi verið fyri. – Tað hevur alstóran týdning fyri lokalsamfel- agið, at fiskiloyvi og sostatt arbeiðspláss eru í økinum, tí eru ikki arbeiðsmøgu- leikar, fáast fólk ikki at trívast. Mikkjal Sørensen sigur samstundis, at bátarnir fara sostatt at avreiða í Vági tá ið tað ber til. – Tað skuldi helst kasta nakað av sær til lokalsam- felagið, so vit fara at av- reiða í Vági ella í Suðuroy, tá ið tilber. Roc Amadour er í løtuni til fiskiskap. Sancy ligið í eina tíð, men hon verður nú gjørd klár at fara til fiski- skap og tað verður um nakr- ar dagar, at hon verður klár. Roc Amadour hevur fisk- að rættiliga væl og í fjør var hann ein av allarbestu skip- unum í flotanum, kanska tann allarbesti. Hinvegin hevur Sancy havt nógvar tekniskar trupulleikar, men teimum eru tey komin til lívs nú, so tað sær bjartari út við tí eisini, sigur Mikkjal Sørensen. Ætlanin er at bátarnir skulu fyrst og fremst fiska undir Føroyum. Annars hevur Roc Amadour eisini verið á búrfiski suðuri í At- lantshavi og Mikkjal Søren- sen útihýsir ikki at møgu- leikar, sum hesir, eisini fara at vera royndir. Her eru fyrstu mynd- irnar av nýggja Smyrli, soleiðis sum hann kemur at síggja út á floti NÝGGI SMYRIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Soleiðis kemur nýggi Smyril at síggja út á floti. Vit hava nú fingið tær fyrstu myndirnar av hon- um, soleiðis sum hann endaliga kemur at síggja út, tá ið hann er á floti. Tað skerst ikki burtur, at talan er um eitt rættiliga stásligt skip, sigur fólkið frá Strandferðsluni, sum eru í Spania og fylgja við arbeiðnum at gera hann lidnan. Tey hava eftirlitið við ar- beiðnum og gera vart við seg, tá ið okkurt er, sum skal broytast og rættast. Nýggi Smyril var roynd- artúr í farnu viku, har allar tekniskar skipanir umborð vóru royndar. Tað gekk væl tó at okkurt er at rætta og stilla, men tað hevur ikki so nógv upp á seg. Og skipið sigldi skjótt, tað var heilt uppi á yvir 23 mílum, og við bara tveim- um motorum sigldi hann 18 mál. Annars er tænastuferðin sett til 21 míl og við teirri ferðini fer tað at taka 1 tíma 35-40 minuttir at sigla ímillum Suðuroy og Havnina. Samstundis upplýsti skiparin, Hanus Lassen fyri Sosialinum í gjár, at skipið bar seg væl og at tað var ógvuliga lítið av ristingum í skrokkinum, so at tað var sera friðaligt umborð. Hann vísti eisini á, at skipið rea- geraði ogvuliga kvikliga og tí var tað gott at manøvrera við. Nýggi Smyril eitt stásiligt skip Hekkuportrini á nýggja Smyrli eru veldug Trolarin Roc Amadour hevur nú, saman við Sancy, fingið nýggjar eigarar og tað hevur virkið, Sancy Seafood eisini. Men skipini verða verandi í økinum Her sæst, hvussu nýggi Smyril endaliga kemur at síggja út á floti og tað skerst ikki burtur, at talan er um eitt sera snotiligt skip