Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 164 - 31. august 2005 5 Fyrireika uppleggið – Tað er kanska ikki so løgið, at landsstýrismaður- in roynir at mála fanan á veggin, nú sáttmálasamráðin garnar standa fyri framman, sigur Gunnleivur Dals- garð, formaður í starvsmanna- felagnum SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Starvsmannafelagið fyrireikar seg í hesum døgum til samráðingar við tað almenna um nýggjan sáttmála. Nógvir almennir sátt- málar fara úr gildi 1. oktober, og samráðing- arnar um nýggjan sátt- mála byrja innan stutta tíð. Seinnapartin týsdagin hevði Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, sent boð eftir formonnunum í fakfeløgunum, sum skulu samráðast við tað almenna komandi tíð- ina. Har skuldi hann greiða teimum frá støð- uni hjá tí almenna undan sáttmálasamráðing- unum. – Tað er kanska ikki so løgið, at landsstýris- maðurin roynir at mála fanan á veggin, nú sátt- málasamráðingarnar standa fyri framman, sigur Gunnleivur Dals- garð, formaður í starvs- mannafelagnum, og sip- ar til tíðindini um, at tað almenna skal spara fyri einar 200 milliónir á fíggjarlógaruppskotin- um fyri 2006. Taka atlit Boðini frá landsstýris- manninum fara ikki at kollvelta nakað upplegg hjá Starvsmannafel- agnum. – Vit arbeiða nú við okkara útspælið til sam- ráðingarnar, og vit taka tey altit, sum vit halda verða neyðugt. Okkara uppgáva er at tryggja so góðar umstøður sum gjørligt til okkara limir, og samfelagssinnið er altíð ein partur av við- gerðini hjá okkum, sigur Gunnleivur Dalsgarð. Hann roknar við, at sáttmálasamráðingarnar fara at byrja fyrsta dag- in, men hann tóktist ikki sørt spentur at hoyra, hvat landsstýrismaðurin hevði at siga við fakfeløgini seinnapartin týsdagin. Einar 200 milliónir krónur skulu sparast á fíggjarlógini fyri næsta ár, um hallið ikki skal verða størri, enn tað er í ár. Har- afturat koma møgu- ligar lønarhækkingar á almenna arbeiðs- marknaðinum í heyst FÍGGJARLÓGAR- UPPSKOT Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Landsstýrið skal næstu dagarnar finna einar 200 milliónir krónur í almenn- um sparingum, skal hallið á fíggjarlógini fyri 2006 ikki vaksa samanborið við í ár. Útvarpið visti mána- kvøldið at siga, at tá ið framrokningar av inntøkum og útreiðslum hjá tí al- menna eru gjørdar fyri næsta ár, er hallið á fíggjar- lógini einar 430 milliónir krónur. Tí skal landsstýrið spara einar 200 milliónir krónur, um ikki hallið á fíggjarlóg- ini skal vaksa næsta ár. Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, váttaði fyri Útvarpinum, at tølini, sum landsstýrið nú arbeiðir við, eru á leið hesi. Útreiðslurnar kunnu vaksa meira Sambært stýrisskipanarlóg- ini skal uppskotið um fíggj- arlóg leggjast fyri løgtingið áðrenn 1. oktober, og tí hevur landsstýrið einki langt skóðbrá at arbeiða við. Fíggjarlógaruppskotið skal prentast, áðrenn tað verður lagt fyri tingið, og tí nærkast tíðarfreistin fyri uppskotinum nú av álvara. Í uppskotinum til fíggjar- lóg verður hædd ikki tikin fyri, at lønarútreiðslurnar hjá tí almenna møguliga vaksa í heyst. Nógvir av sáttmálunum á almenna arbeiðsmarknað- inum ganga út 1. oktober, og tí skulu samráðingar nú gera av, um almennu lønir skulu vaksa, og hvussu nógv tær møguliga skulu vaksa. Møguligar lønarhækk- ingar koma tí afturat teim- um útreiðslum, sum lands- stýrið hevur gjørt upp fyri næsta ár. Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá lands- stýrismanninum við fíggj- armálum áðrenn evstamark á blaðnum í gjár. Landsstýrið leitar eftir milliónum Landsstýrið arbeiðir nú við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2006. Sparingar skulu fremjast, um hallið ikki skal vaksa næsta ár samanborið við í ár – Tað er eingin vanlukka við einum stórum halli á fíggjarlógini, um landsstýrið heldur, at fíggjarpolitikkurin í longdini er burðar- dyggur, sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum. Hann heldur tó, at tað er einki mál at seta sær, at hallið á fíggjarlógini næsta ár skal vera tað sama, sum tað er í ár BÚSKAPUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað er eingin orsøk til at rista í brókunum, hóast hallið á fíggjarlógini fyri 2006 møguliga fer at vaksa. Tað heldur formaðurin í Búskaparráðnum, sum hel- dur mælir landsstýrinum til at gera upp við seg sjálvt, um búskaparpolitikkurin hjá landinum er burðar- dyggur í longdini. – Tað er einki mál at seta sær, at hallið á fíggjarlógini næsta ár skal vera einar 200 milliónir, tí at tað var tað í fjør. Landsstýrið skal hel- dur ganga ígjøgnum allar útreiðslurnar og gera av, um tað er rætt at brúka peng- arnar, soleiðis sum teir verða brúktir. – Er niðurstøðan, at pengarnir verða brúktir rætt, so er einki galið við at hava eitt hall á 300 ella 400 milliónir krónur á fíggjar- lógini næsta ár, tí búskapur- in er í einum lágkonjunkt- uri, sigur Johnny í Grótin- um. Einki krepputekin Formaðurin í Búskapar- ráðnum staðfestir, at hallið nýtist ikki vera alarmerandi fyri føroyska búskapinum. – Búskapurin hevur verið fyri afturgongd síðani 2001, men vinnulívið er við at tillaga seg. Tað almenna kundi gott lært av tí privata vinnulívinum og tillaga seg broyttu umstøðurnar. Fíggj- arstøðan hjá tí almenna er tó sera góð, tí umvegis ta almenna eiga vit aktiv fyri einar 4 milliardir, meðan almenna skuldin er einar 3 milliardir. Tí er undirskotið ikki alarmerandi í løtuni, sigur Johnny í Grótinum. Hann heldur hinvegin, at tað hongur ikki saman, at landsstýrið ynskir at mink- að um hallið, samstundis sum tað letur ein skatta- lætta fyri einar 60 milliónir krónur um árið. – Skattalættin er ikki sjálvfíggjandi. Hann mink- ar um inntøkurnar hjá tí almenna, og tí er eingin samanhangur millum at minkað hallið, samstundis sum man gjarar út við skattalætta. Skal landsstýr- ið finna sparingar fyri einar 200 milliónir krónur, so kundi tað byrja við at tikið skattalættan burtur, heldur Johnny í Grótinum. Spurningur um at satsa Í seinastu frágreiðingini frá Búskaparráðnum, sum kom nú um dagarnar, verður talað fyri, at tað almenna skal tora at satsa upp á tøkniliga menning fyri at produktiviteturin í samfel- agnum skal økjast – og har- við eisini vælferðin. – Í eini tíð, har tað al- menna satsar upp á útbúgv- ingar ella fremur tøkniliga menning, er einki til hind- urs fyri, at eitt stórt hall er á fíggjarlógini, um tað í longdini hevur við sær, at produktiviteturin í samfel- agnum økist, sigur Johnny í Grótinum. – Tí er fyrsta uppgávan hjá landsstýrinum at gera av, um búskaparpolitikkurn er burðardyggur, og fíggj- arlógaruppskotið skal ikki sikta eftir einum ávísum halli, tí at soleiðis var tað seinast, sigur formaðurin í Búskaparráðnum. Landið kann liva við halli – Er niðurstøðan, at pengarnir verða brúktir rætt, so er einki galið við at hava eitt hall á 300 ella 400 millónir krónur á fíggjarlógin næsta ár, tí búskapurin er í einum lágkonjunkturi, sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum