Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-08-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 31. august 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 164 - 31. august 2005 Oljutangar verða framvegis á Viðarnesi Hóast núverandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, fyri tveimum árum síðani alment segði, at oljutangarnir á Viðarnesi skuldu flytas inn á Sund, so verður hetta ikki veruleiki. Men í mun til teir 18 tangarnar, sum standa á Viðar- nesi nú, fara tað framyvir bert at standa fýra tangar OLJUGOYMSLA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Havnarborgarar hava mangan havt ilt av, at størsta oljugoymslan í land- inum hevur ligið mitt í høv- uðsstaðnum. Á Viðarnesi við Vestaru bryggju í Havn standa í dag 18 oljutangar, sum Statoil og Shell eiga. Økið á Viðarnesi leiga oljufeløgini frá Tórshavnar Kommunu, men leigusátt- málin gongur út í næstum. Samráðingar hava tó verið millum Tórshavnar Kommunu og oljufeløgini um ein nýggjan langtíðar- sáttmála, og á fundi mána- kvøldið viðgjørdi havna- nevndin hjá Tórshavnar Kommunu uppskotið til ein slíkan sáttmála. Einmælt samtykt Nýggi sáttmálin millum Tórshavnar Býráð og olju- feløgini verður galdandi fyri eitt 25 ára skeið, men ávísar týðandi treytir eru settar í sáttmálanum. Millum annað er ásett í sáttmálanum, at bróður- parturin av teimum 18 tangunum, sum í løtuni standa á Viðarnesi, skulu takast niður innan 12 ár. Allir tangarnir hjá Shell, sum eru níggju í tali, skulu takast niður, og Shell skal ístaðin seta tveir spildur- nýggjar tangar upp, sum fara at rúma okkurt um 2.400 fermetrar. Tað er tað sama, sum teir báðir nýggjastu tangarnir hjá Statoil á Viðarnesi eru til støddar, og júst hesir báðir tangarnir hjá Statoil verða teir einastu av núver- andi tangunum, ið sleppa at standa eftir, tá ið 12 ár eru farin aftur um bak. Sostatt verða tað í fram- tíðini bert fýra oljutangar, sum verða 2.400 fermetrar hvør, ið koma at standa á Viðarnesi. Havnanevndin viðgjørdi sáttmálan mánakvøldið, og uppskotið varð einmælt samtykt. Bert gassolja Formaðurin í havnanevnd- ini hjá býráðnum, Leivur Hansen, sigur, at umframt treytina við at flestu tang- arnir verða tiknir niður næstu árini, eru eisini týð- andi broytingar í sambandi við nýggja sáttmálan. T ý d n i n g a r m i k l a s t a broytingin verður ivaleyst tann, at tað framyvir bert verður gassolja, ið verður goymd á Viðarnesi. Olju- feløgini bæði fara framyvir ikki at goyma bensin í høv- uðsstaðnum. Bensingoymslan hjá Stat- oil verður í Søldarfirði, meðan tann hjá Shell fram- yvir verður í Klaksvík. Býráðið eigur endiliga orðið Leivur Hansen sigur, at nú hevur havnanevndin tikið endaliga støðu til uppskotið um nýggjan leigusáttmála og tikið undir við honum, og nú fer málið víðari í politisku skipanini. - Málið verður nú beint í byggi- og býarskipanar- nevndina til viðgerðar, og tá ið hon hevur viðgjørt málið, fer tað víðari í bý- ráðið. Tað er sjálvt býráðið, ið eigur seinasta orðið, og sum skal endaliga samtykja leigusáttmálan, sigur Leiv- ur Hansen. Í framtíðini fara bert fýra oljutangar at standa her á Viðarnesi, og tað verður bert gassolja, sum verður í teimum. Mynd: Jens Kr. Vang Á fundi mánakvøldið samtykti havna- nevndin hjá Tórs- havnar Býráð at binda bryggjurnar í Kollafirði og á Langa- sandi saman, so talan verður ein bryggju- kant ÚTBYGGING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Virksemi á havnalagnum í Kollafirði er støðugt vaks- andi bæði hjá Samskip og Kollafjord Pelagic, og tí er tørvur á eini útbygging av bryggjuni, sigur Leivur Hansen, formaður í havna- nevndini. Bjóða út í næstum Í løtuni er talan í veruleik- anum um trý ymiskar bryggjukantar millum Langasand og Kollafjørð, men ætlanin er so, at hesir tríggir bryggjukantar skulu bindast saman, og tað er tað, ið havnanevndin sam- tykti í gjár. Sum nú er, eru tvey glopp upp á ávíkavist 60 og 100 metrar millum teir ymisku bryggjurnar, og tað eru hesi glopp, ið skulu fyllast upp. Leivur Hansen sigur, at tað hevur verið eitt ynski frá fyritøkunum, sum dag- liga halda til á havnalagn- um, at arbeiðið verður gjørt, tí tað hevði gjørt tað munandi arbeiðsligari á økinum sambært fyritøk- unum. Nógv skip vitja Kollafjørð, og tað er vænt- andi, at skipini gerast upp aftur fleiri næstu árini. Arbeiðið upp á bryggj- una í Kollafirði verður bjóðað út í næstum, og Leivur Hansen sigur, at tað væntandi fer at kosta einar 20-25 milliónir krónur. Ein stór bryggja í Kollafirði Vaksandi virksemi á bryggjuni í Kollafirði hevur við sær, at Tórshavnar Býráð í næstum fer at bjóða út arbeiði upp á gera bryggjuna samanhangandi. Hetta skal gerast við at fylla tey bæði gloppini í bryggjukantunum, sum síggjast á myndini, upp. Mynd: Jens Kr. Vang